Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 22 Sosialurin Kjak Brynhild Danielsen Nú á Ólavsøku havi eg, saman við mongum øðr­ um, glett meg yvir at síggja so nógvar og vakrar tjóðar­ búnar, tað setur ein serligan dám á veitslulagið at síggja at fólk ger nakað burtur­ úr slíkar dagar. Tó setur tað eitt sindur fyri bróstið at síggja tær ovur­honds broyt­­ingar, serliga konu­ fólka­­bún­anum er fyri; fyri mær sær tað út sum alt ov nógvar broytingar fara fram í senn. Búnin er og hevur verið ein eyðkennisbúni, sum vit hava verið stolt at vísa fram sum okkara sermerki bæði her heima og har, vit saman við fólki úr øðrum tjóðum hitt­ast til stevnur av ymsum slag. Flestu kvinnur eiga ein tjóðarbúna, og hóast eg ikki eri millum teirra longur, frøist eg yvir at síggja eina væl pyntaða kvinnu í sín­ um búna. Men tá eg síggi, hvussu nógv verður eksperi­ menterað við honum, kann eg ikki lata vera við at hugsa, at nú er búnin vorðin alt ov gerandisligur, ella um hann er við at upploysast. Stundin mann tí vera komin, har vit spyrja okk­ um sjálvi um, hvat vit vilja við einum føroyskum búna, um vit yvirhøvur skulu hava ein tjóðarbúna, og hvussu vit vilja hava hann at síggja út. Eg havi ikki serkunnleika á øki­num, og havi tí heldur ikki svar uppá, hvussu bún­ in eig­ur at síggja út, men mín túrur sum eygleiðari gjøgn­­ um Havn­argøtur á Ólav­­søku fekk meg at seta mær hesar spurningar um búnan. Er tað ein føroyskur búni: tá hann hevur bundna troyggju og vovið skjúrt í reyðum og svørt­um liti (ella bláum og svørtum), kýsa, turru­klæði og fyri­klæði, svart bryst og broschu, mallur, stima og belti­spenni av silvuri? tá kýsin er burtur? tá turruklæðið ikki • • • er samlað og stungið niður í brystið, men inn undir troyggjuna? tá turruklæðið og fyri­ klæðið eru burtur? tá liturin er grønur, karrygulur ella onkur heilt annar? tá skjúrt og troyggja eru einslitt? tá alt skapið er broytt av smartum snið­ gevarum? tá troyggjan verður nýtt einsamøll sum tilhoyr til annað plagg? tá troyggjan verður nýtt til cowboy­buks­ ur, gjarna holutar? tá beltið verður flutt upp undir bringuna, ella niður á mjadnar? tá tú fert í eina posa­ troyggju við mynstri úr Bindingarbókini? tá turruklæðið verður bundið um miðuna fyri at undirstrika skapið av einum vøkrum kjóla? Allar hesar variatiónir og aðrar við vóru at síggja á Ólav­søku, alt var fikst, hvørt uppá sín máta, men eg kundi ikki annað enn hugsa: "Nær er talan um tjóðar­búnan, og nær heldur hann uppat?" Er nakað mark fyri eks­peri­ mentunum? Er mein­ing­in hon, at vit skulu standa og hyggja at, meðan tjóð­ar­búnin syndrast og fer í upp­loysing? Er ein grund­stamma í búnan­ um, og hvussu skal hon í so fall síggja út? Sjálv havi eg ikki svar uppá hesar spurningar, havi einki gjørt burturúr at virka klæði til hann, men haldi, at tíðin nú er komin til at seta reglur fyri, hvussu kjarnin í búnanum eigur at vera, og skjóti tí upp, at ein nevnd verður sett, ið ger reglur fyri, hvussu okkara tjóðar­ búni eigur at síggja út. Lat hetta tí vera eitt uppskot til teirra, ið hava skil fyri og myndugleika til at gera nakað við málið. • • • • • • • • • Nær nýta vit føroyska búnan? Sum eg nevndi í stuttari grein fyri nøkrum døgum síðani, so eru tíðandi trupulleikar av heilváginum sum verður kallaður statinir og har Sim­ vastatin er tað mest vanliga. Um ein skal taka tað fýra­­kantað so hjálpir Simva­ statin teimum sum longu hava havt blóðtøpp í hjarta­ num. Soleiðis at skilja, at heilivágurin minkar um vandan hjá teimum, at fáa blóðtøpp aftur. Men tað er ongin garanti. Fólk sum hava havt blóðtøpp og taka Simva­ statin eru eisini í vanda, at fáa blóðtøpp aftur, men vandin er nakað mink­aður um tey taka henda heilivág. Fólk sum ikki hava havt blóðtøpp hava onga nyttu av Simvastatin. Tá heta er sagt so er tað soleiðis, at fólk sum ikki hava havt blóðtøpp men viga ov nógv, roykja, eru mannkyn, hava ov høgt blóðtrýst og eru í ætt við fólk sum eru deyð av blóðtøppi í hjarta, kunnu hava nyttu av Simvastatin. Hinvegin hava tey munandi størri nyttu av, at fara niður í vekt, halda uppat at roykja og røra seg meira. Heilivágs framleiðarar gerða kubb­ið av, at bjóða fram heili­­vag sum skal fyri­byrgja álvarslig­um sjúk­um. Hetta verður jú heilivágur sum ein stór­ur part­ur av fólki­num fer at taka, og milli­ardir eru at vinna. Tá tað kemur til Sim­va­ statin og líknandi heili­vág so hevur tað í stóran mun eydn­ ast heilivágs fram­leið­­arum, at fáa læknar at útskriva henda heilivág bara kole­ sterolið er hækkað. Hetta vil siga, at heilivágurin verður út­skriv­aður ársaka av einari blóð­roynd. Men so ein­falt er hetta sjálvandi ikki. Stórar kanningar vísa, at umleið 80% av teimum sum hava hækkað kolesterol eru púra frísk og hava ikki tørv á Simvastatin. Taka hesi Simvastatin so er tað til onga nyttu, men tey líða undir hjáarinum og koma, at hoyra til tann bólkin sum kallast sjúk. Eftir at tað fyrst í hálv­ fems­unum varð prógvað, at Simvastatin minkaði um vandan hjá fólki sum longu høvdu havt blóðtøpp í hjarta­ num komu skjótt kanningar sum vístu, at tað ikki nyttaði hjá teimum sum ikki longu høvdu havt blóðtøpp. Síðani komu kanningar sum vístu á ávísar risiko­ bólkar so sum royking, ov høg vekt, mannkyn o.s.fr. Verð­ur atlit tikið til hetta, so eru tað eini 80% av teimum sum hava hækkað kole­sterol sum eru púra frísk og hava ikki tørv á fyri­byrgjandi viðgerð. Ein sum eg haldi hevur greitt sera væl frá hvussu hetta hongur saman er Gøran Petersen, professari í kemisk­ um umhvørvisvísund við Chalmers í Gøteborg. Hans­ara niðurstøða er at finna undir: www.publications.lib.chalmers. se/records/fulltext/41857.pdf Ein stór kanning hjá Niels Christian Heebøll-Nielsen, ser­lækna í almen medisin á Institut for Rationel Farma­ koterapi sum liggur undir danska Læge­middel­styrel­sen, vísir heilt greitt, at 200.000 dan­ir taka Simva­stat­­in uttan ársøk. Kann­ing­in varð kunn­ gjørd í ár og er millum annað at síggja undir: www.irf.dk/dk/publikationer/ ratio­nel_farmakoterapi/maaneds­ blad/2011/kolesterol_-_hvornaar_ er_forebyggende_behandling_ med_statin_indiceret.htm Og danska læknafelagið legðist ikki á boðini. Lækna­ felagið kom beinanvegin sam­an við Praktiserende Lægers Organisation (PLO) fyri 4 vikum síðani út við álvarsligum ábreitslum móti ovurnýtsluni av Simvastatin og, at hetta má støðgast her og nú. Ein kan lesa um hetta m.a. undir: www.laeger.dk/portal/ page/portal/LAEGER­DK/Laeg­ erdk/Ny­heder?public_vis­n­ings­ Type=1&public_nyheds­Id=65329 Eg haldi, at kendi journal­ ist­urin á danska blaðnum Information Lise Richter, ber tað sera greitt fram í síni grein í blaðnum tann 17. juli í ár. Greinin hevur heitið “Den store kolesterolfuser” og er at finna undir: www.information.dk/273647 At billa sær inn, at hesin trupulleiki ikki er í Føroyum er eins skilagott sum, at stinga høvdið í sandin. Jákup Petersen Statinir 2 200.000 danir taka púra óneyðugt Simvastatin ella líknandi medisin og fáa bert hjáarin og onki jaligt árin www.sosialurin.fo