mánadagur 1. august 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87
Sosialurin
H
arra
formaður
Í øldir eru føroyingar komnir sam
an at hátíðarhalda ólavsøkuna, og
í øldir er løgtingið komið saman á
ólavsøku at seta út í kortið kósina
fyri land og fólk.
Tað er við stórari gleði, at vit
savnast á ólavsøku. Hetta er hátíð,
ið myndar okkara samanhald,
samleika og felags lagnu sum tjóð.
Okkara land, sum vit eru so ómeta
liga góð við.
Árini ganga, og tíðirnar broytast,
men allatíðina er fremsta uppgávan
og ábyrgdin hjá landsins stjórn at
leiða landið gjøgnum góð og minni
góð ár.
Farna tingsetan hevur verið ser
stakliga avbjóðandi.
Vit hava sæð ein stóran banka
fara á húsagang og verða bjargaðan.
Føroya størsta arbeiðspláss innan
fiskiídnaðin fór á húsagang og
varð endurreist við nýggjum eig
arum. Og drúgt makrelstríð tók seg
upp við ES og Noreg, tí vit sum tjóð
stóðu fast við okkara rætt til ríki
dømið í havinum.
A
vbjóðingarnar hava verið nógv
ar og truplar, men Føroyar telj
ast framvegis millum heimsins
ríkastu lond. Allar umstøður eru
gamaní ikki nøktandi, men grund
leggjandi er okkara samfelag trygt
at liva í.
At liva her hevur altíð kravt,
at fólkið var til reiðar at taka við
stórum avbjóðingum og laga seg
til broyttar umstøður. Hesar av
bjóðingar tóku vit á okkum við
hegni og hepni.
Vit lagaðu okkum til broyttu
umstøðurnar, tá hóttaføllini gjørdu
um seg, og afturgongd og stúran
vórðu vend til framgongd og vón.
Vit stóðu royndina, tí vit høvdu
viljan.
Eisini í komandi tíðum standa vit
fyri stórum avbjóðingum. Stig skulu
takast at flyta landið úr gomlum
skipanum inn í eina burðardygga
framtíð, bæði hvat viðvíkur fólka
grundarlagi, náttúrutilfeingi og
hugsunarhátti.
Vit skulu syrgja fyri, at um
støðurnar verða so góðar sum
gjørligt hjá okkara ungdómi at
flyta heimaftur. Til tess krevst, at
vit duga betur at lurta eftir teirra
ynskjum og vónum.
Vit skulu syrgja fyri, at avleið
ingarnar av búskaparkreppuni, ið
rakti á heysti 2008, verða bastar,
so hallið á fíggjarlógini hvørvur, og
arbeiðsloysið minkar.
Vit skulu tora at broyta skipanir
og bygnaðir, sum tæntu okkum
væl fyrr, men sum ikki geva bestu
úrtøkuna í dag. Her hugsi eg um
bæði vinnu og almenna geiran.
Vanahugsan og stillstøða er
ikki ein møguleiki næstu árini. Ný
hugsan og nýskipanir skulu skunda
undir, at Føroya framtíð verður
trygg.
T
á samgongan tók við landsins
leiðslu tann 26. september í
2008, var búskaparligi vøksturin
vendur til afturgongd. Síðan hava
vit virkað undir sera truplum
umstøðum.
Búskaparliga afturgongdin helt
fram í 2009, men í 2010 kundi aftur
staðfestast framgongd. Uppgávan
var at steðga vaksandi hallinum á
fíggjarlógini og vøkstrinum í lands
kassaskuldini, samstundis sum vit
framdu vakstrartiltøk.
Føroysku
peningastovnarnir
gjørdust partur av bankapakkunum
fyri danska ríkið, og hetta bjargaði
fíggjarkervinum.
Landsstýrið
tálmaði almennu útreiðslunum og
er farið undir at rationalisera og
leggja stovnar saman, so meira fæst
fyri minni.
Búskaparligu átøkini hava borið
ávøkst. Gongdin er vend, uttan at
almenna skuldin er vaksin ov nógv.
Talið á arbeiðsleysum er lækkað
við 400 síðan í februar, tá tað var
hægst. Arbeiðsloysið er nú komið
niður á 6,5 prosent.
Hallið á fíggjarlógini minkar og
verður eftir ætlan burtur í 2016.
Landsstýrið hevur fingið tamarhald
á meirnýtsluni á fíggjarlógini, og
samlaða meirnýtslan er farin úr
131 mió. kr. í 2008 niður í 11 mió. kr.
í 2010. Almenna fyrisitingin eigur
stórt rós uppiborið fyri at hava
vent hesi gongd.
Treystitalið, ið gevur ábending
um, hvussu mett verður um støð
una, vísir, at fólk og vinna aftur
síggja bjartari upp á framtíðina.
Ordrabøkurnar í byggivinnuni
eru eisini farnar at fyllast, tí meiri
pengar eru settir av til almennar
íløgur komandi árini.
Samgongan hevur framt flestu
málini, sum hon setti sær fyri, og
hetta tíðarskeiðið hevur landsstýrið
latið løgtinginum umleið 350 lógar
uppskot.
Vit hava framt og eru farin und
ir at fremja nakrar av størstu og
týdningarmiklastu nýskipanunum
í fleiri áratíggju. Men komið er ikki
á mál. Altjóða metingarstovnurin
Moodys hevur lækkað kredittmet
ingina av føroyska búskapinum eitt
stig, tí vit mangla at seta í verk enn
fleiri átøk.
Fyri at fáa hallið burtur er neyð
ugt at fremja enn fleiri grund-
leggjandi broytingar í fiskivinnuni
og almenna bygnaðinum.
Í vár fór Fólkaflokkurin úr sam
gonguni. Eg takki Fólkaflokkinum
fyri samstarvið og fyri tey tøk, vit
tóku saman í samgongu. Tit tordu
at taka ábyrgd, tá á stóð.
Eg valdi ikki at skriva út nýval,
tá landsstýrið kom í minniluta, og
tíðin hevur prógvað, at eisini við
minnilutastjórn ber til at loysa
týðandi mál.
Á
ólavsøku verða uppskot til
nýggjan kommunubygnað løgd
fram. Skulu øll øki í landinum hava
javnbjóðis møguleikar at mennast,
er neyðugt at skipa landið í færri og
sterkari eindir.
Eg ásanni, at hoyringsfreistin
í sambandi við nýggja kommunu
bygnaðin var í styttra lagi. Tó mugu
vit ikki gloyma, at júst kommunu
málið er tað málið í nýggjari polit
iskari søgu í Føroyum, sum hevur
fingið drúgvastu og neyvastu við
gerðina av øllum. Fleiri álit eru
gjørd, og kommunufeløgini hava
verið við í allari tilgongdini.
Í november 2012 skal fólkið velja
stýri til nýggju kommunueindirnar.
Um vit bíða, fáa kommunurnar
ikki nóg góða tíð at fyrireika seg til
samanleggingarnar.
Latið okkum nú standa sam
an um at skapa tað nýggja Før
oya-kortið. Harra formaður Ein
burðardygg fiskivinna er ikki eitt
val, men ein treyt fyri búskapar
vøkstri.
F
leiri fiskastovnar undir Før
oyum eru illa fyri orsakað av ov
stórum veiðitrýsti, og skal vinnan
røkka bestu keyparum, er neyðugt,
at hava MSC-góðkenning ella aðra
altjóða viðurkenda góðkenning.
Skal hetta eydnast, mugu vit prógva
fyri umheiminum, at okkara fiski
skapur er burðardyggur.
Fyrsta stigið verður tikið í
dag, tá uppskot um fiskidagatal
verður lagt fram. Í hesum uppskoti
verður fiskidagatalið lækkað við
10 prosentum í bólki 1, 2, 3 og 4T,
meðan bólkarnir 4 og 5 (a og b)
verða lækkaðir við 20 prosentum.
Vit vita, at aftur í ár verður
ósemja millum flokkar og innan
floks um uppskotið um fiskidagar.
Tá løgtingið skal áseta talið á
fiskidøgum, er uppgávan at tryggja,
at fiskastovnarnir verða gagnnýttir
á ráðiligan og burðardyggan hátt.
Tann árligi bardagin um fiskidagar
má halda uppat. Vit kunnu ikki,
sum frá líður, liva við eini fiski
dagaskipan, har politisk togtogan
er avgerandi fyri talið á fiskidøgum
heldur enn vísindalig tilmæli. Tað
var ikki endamálið við fiskidaga
skipanini, tá hon varð smíðað í
1996.
Samgongan, Tjóðveldi og Fram
sókn hava gjørt semju, sum skal
leggja lunnar undir eina umskipan
í fiskivinnuni. Endamálið er at
gera nýggja skipan, ið skal koma
í staðin fyri verandi skipan við
loyvisrættindum, ið ganga út í
2018.
Í seinasta lagi 2015 skal øll veiða í
føroyskum sjóøki vera burðardygg,
og alt tilfeingið skal tá koma til
høldar. Farið verður undir eina
endurreisingarætlan, ið skal fáa
fiskastovnarnar at koma fyri seg.
Um neyðugt verða fleiri stig tikin
at steingja leiðir, so ungfiskurin
verður vardur.
Lógarverkið verður broytt, so
vinnan fær betri møguleikar at
virðisøkja fiskin umborð. Útrokn
ingin av veiðiorku og skipastødd
verður broytt og gjørd smidligari, so
tað verður lættari at endurnýggja
flotan. Í heyst verður farið undir
at endurskoða skipanina við skipa
bólkum fyri at geva betri møgu
leikar at leggja loyvir saman og á
tann hátt tillaga fiskiflotan. Brúks
skylda verður eisini sett í gildi.
Makrelkvotan fyri 2011 verður
nýtt í eini royndarskipan, har ein
partur av fiskinum verður útlutað
ur fyri tilfeingisgjald og ein annar
partur umvegis uppboðssølu. Fyrsti
partur av søluni av makreli á fiska
marknaði hevur eydnast væl. Eftir
einum degi vórðu 7000 tons seld
fyri umleið 12 mió. kr.
Fyri fíggjarárið 2011 er tilfeing
isskattur settur í gildi. Talan er um
hækkaðan partafelagsskatt upp á
2,5 prosent á skattskyldugar inn
tøkur oman fyri eina millión.
Landsstýrið er enn ikki komið
til endaliga niðurstøðu um, hvussu
stóran part av tilfeingisrentuni tað
almenna skal hava, og hvussu hetta
skal gerast.
Í fíggjarkarminum fyri 2012 eru
inntøkurnar
frá
tilfeingisskatti
ásettar at vera 40 mió. kr., og hetta
er samtykt av einum breiðum meiri
luta í tinginum.
Okkara mál er, at ein nýggj skip
an skal vera klár at seta íverk 1.
januar 2012.
Landsstýrið hevur skyldu at verja
tilfeingið og rættindi Føroya fólks.
Tey 4,6 prosentini av makrelkvotuni
í strandalandaavtaluni, ið Føroyar
áður hava fingið tillutað, er ikki
rættvíst býti longur. Vit eiga størri
lut.
Samskifti er millum partarnar,
og samráðingar verða tiknar upp
aftur í heyst.
Framhald á næstu síðu
Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2011
Vit megna at taka við
avbjóðingunum!