Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 24 Sosialurin E in grundleggjandi liður í at skapa búskaparvøkstur er, at vit flyta okkum frá at vera rá­vøru­fram­ leiðara til eina mat­vøru­framleið­ andi tjóð. Ein arbeiðsbólkur verður sett­ur at orða ein politikk fyri mat­ vøru­framleiðslu og gera eina ætlan fyri, hvussu vit røkka málinum at fáa størri virðisøking burtur úr okkara tilfeingi. Umráðandi er, at okkara høv­ uðsvinna verður skipað, so ongin tørvur verður á rakstrarstuðuli. Tann 1. januar í 2011 varð inntøku­ trygdin latin pørtunum á arbeiðs­ marknaðinum at umsita og fíggja. Ein tjóð, sum livir av tilfeinginum í havinum, má hava holla tilbúgv­ ing. Nýggj tilbúgvingarlóg verður løgd fyri tingið til heystar, sum skal tryggja eina munagóða tilbúgv­ ing. Tyrlutænastan verður ment, og í næstum verður farið undir at gera ein langtíðarsáttmála við Atlantsflog, sum skal galda til 2014. Í framtíðini verða tvær væl útgjørdar bjargingartyrlur til taks. A t vinna rættin til Føroya­há­ slættan er eitt tað mest stra­ teg­iska málið í føroyskum uttan­ ríkispolitikki nakrantíð. Talan er um øki, sum er størri enn Frakland, og sum kann goyma risa nøgdir av kolvetni. Føroyar hava nú latið inn síni krøv til landgrunsnevndina undir Sameindu Tjóðum. Næstu árini fara at vísa, hvørja støðu nevnd­in fer at hava til okkara krøv. Føroyar eru eisini ein virkin partur av samstarvinum millum londini í Arktis. Á fundi í Arktiska Ráðnum í mai undirritaðu uttan­ ríkisráðharrarnir í limalondunum saman við mær og grønlendska lands­stýrisformanninum sáttmála um leiting og bjarging í arktiska økinum. Komandi árið verður sam­ráðst um bindandi avtalu um tilbúgving í mun til oljudálkingar á havinum. Londini í ríkisfelagsskapinum hava orðað eina felags virkisætlan um at styrkja síni áhugamál í arktisk­um høpi. Ætlanin verður løgd fram tann 22. august í Keyp­ mannahavn. A lheimsgerðin hevur við sær, at lond ikki longur eru vard ímóti kapping frá hvør øðrum, men tvørt­urímóti standa í harðnandi kapping. Hetta er avbjóðingin nú og næstu mongu árini. Søgan sigur okkum, at lond, ið hava innibyrgt seg, hava havt aftur­gongd. Fyri at menna nýggjar vørur og tænastur er neyðugt, at vit fáa betri atgongd til útlendskar marknaðir. Landsstýrið fyrireikar í løtuni eina samráðingartilgongd saman við donsku stjórnini. Enda­ málið er, at Føroyar og ES gera nýggja avtalu, sum í útgangs­støð­ inum fevnir um tey fýra frælsini, ið geva vinnu og borgarum betri virkismøguleikar. V it liva í einum frælsum og frið­ ar­ligum samfelag. Men brádliga fingu vit øll ein skelk, tá vit seinasta fríggjadag tann 22. juli frættu um sorgarleikin í okkara brøðratjóð Noregi. Atsóknirnar í Oslo og Utøya vóru ófatiligir ræðuleikar sprotnir úr einum óskiljandi hatri. Eitt álop á tolsemi og fólkaræðið. Ein vátt­ an um, at vitloysi og fanatisma finn­ast millum øll fólkasløg, í øll­ um átrúnaðum og í øllum sam­ feløgum. Vit mugu ikki lata fremmanda­ hatur fáa fastatøkur á okkum. Tolsemi skal vera grundvøllurin undir okkara fólkaræði. Hendan lær­dóm, mugu vit bera víðari og leggja niður í okkara børn. L andsstýrið gjørdi í 2010 eina vakstrarætlan, sum skuldi stimbra virksemið í landinum, og fleiri av átøkunum eru sett í verk. Eitt nú hevur Fiskaaling gjørt roynd­ir at ala á opnum havi, og verk­ætlanin verður liðug í 2012. Føroysku trygg­ingarfeløgini hava fingið møguleika at virka á danska marknaðinum, og næsta málið er at fáa avtalur við Grønland, Noreg og ES. 10 mió. kr. eru fingnar til vega at gera granskaradepil, sum eftir ætlan verður klárur um eitt til tvey ár. Ein nýmenningarskipan er gjørd, so íverksetarar kunnu fáa ráðgeving og søkja um stuðul á øllum stigum frá hugskoti til framleiðslu. Tvey privat vakstrarpartafeløg eru stovnað. Heilivágsframleiðslan hjá Apo­ teks­verkinum verður nútíðargjørd og víðkað fyri at kunna halda fram at veita heilivág til heilsuverkið og vinnulívið og fyri at kunna fram­ leiða heilivág til útflutnings. Seinastu árini hevur FAS-skip­ anin verið marknaðarførd miðvíst. Talið á skipum hevur verið støðugt vaksandi og er nú 63. Miðað verður eftir, at talið á skipum í 2012 verður yvir 100. Møguleikar eru fyri av­ leiddum virksemi, og Føroyar verða eisini marknaðarførdar sum eitt land at reka reiðaravirksemi í. Búnaðargrunnurin er umskip­ aður, so møguleikarnir at veita fígg­ing til útbyggingar, ábøtur og at velta upp úr nýggjum eru víðkaðir. F erðavinnan gevur stórt íkast til samfelagsbúskapin. Mett verður, at vinnan umsetir fyri um­ leið 700 mió. kr. um árið. Vinn­an stendur í vøkstri, og talið á gist­ ingum eru tvífaldaðar frá 2003 til 2010. Hetta ber boð um, at átøk og marknaðarføring hava givið úrslit. Ferðavinnan hevur sett sær sum mál at tvífalda inntøkurnar næstu tíggju árini, og landsstýrið fer at gera sítt til, at hetta mál verður rokkið. Ferðaráð Før­oya verður endurstovnað og lagt undir Vinnumálaráðið, og Vinnu­frama­ grunnurin fer í framtíðini at stuðla ferðavinnuni. Føroyar verða marknaðarførdar í nógvum átøkum í øðrum londum í tøttum samstarvi við vinnu- og mentanarlív. Tað snýr seg um hand­ ilsferðir, keypsstevnir og tiltøk, har vørur, mentan, sniðgeving, tón­leik­ ur og Føroyar sum ferðamál verða marknaðarførd. Flogvøllurin verður longdur í løt­ uni, og nýggja komuhøllin gevur møgu­leika fyri øktum vinnuligum virksemi. Føroyar verða væntandi seinni í ár partur av evropeiska flogferðslusáttmálanum. Sáttmálin er avgreiddur í Føroyum, og bíðað verður nú eftir donsku ígildis­ setanini. Sáttmálin gevur útlendsk­ um flogfeløgum fría atgongd at flúgva til Føroya og okkum fría atgongd at virka um alt Evropa. Næsta vár fær Atlantsflog eitt nýtt Airbus 319 flogfar, sum kann flúgva beinleiðis tvørtur um Evropa ella Atlantshavið. Hetta verður eitt nýbrot í føroyskari flutningssøgu, sum fer at flyta okkara mentalu mørk og knýta okkum tættari at umheiminum. N áttúran er okkara tilveru­ grund­ar­lag, ein dýrgripur, sum vit hava ábyrgd av at verja. Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu skerja útlátið av veður­lagsgassum í minsta lagi 20 prosent fram til 2020. Frágreiðing um veðurlagspolitikk Føroya verð- ur løgd fyri tingið í heyst, og hon fer at lýsa, hvussu gongur at røkka málinum. Føroyski búskapurin er heftur at olju. Meira enn 90 prosent av okkara orkunýtslu stavar frá oljuúrdráttum, og í fjør innfluttu vit olju fyri nærum eina milliard krónur. Ein heildarætlan fyri elorkuøkið verður tøk í næstum. Ætlanin skal vísa á eina leið, har orkuframleiðslan á landi verður grundað á varandi orkukeldur. Í 2020 skulu meiri enn 80 prosent av elframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum, og miðað verður eftir, at áðrenn 2050 skal talið vera nærum 100 prosent. Skal yvirskipaða málið røkkast, er neyðugt at fremja munandi tiltøk og broytingar. Vindur og seinni eisini sjóvarfall skulu gerast grundarlagið undir elframleiðsluni. Vatn skal nýtast at virðisøkja og goyma vindorku, og olja skal vera til at taka. Elveitingarlógin verður end­ ur­skoðað og gjørd smidligari, so tað verður lættari hjá nýggjum aktørum at sleppa framat. Lógin um Húsalánsgrunnin er broytt, og grunnurin kann nú veita lagaliga fígging til orkusparandi ábøtur á bústaðir. Nýggj byggilóg er liðug og verður løgd framaftur nú á ólavsøku. Lógin fer at seta krøv til bjálving, tetting og luft­ útskifti. Fiskivinnan er størsti brúkari av olju, men tillagingarnar í fiskiflotanum fara at merkja, at oljunýtslan verður minni. Í heyst verður uppskot til broy­ ting í náttúrufriðing løgd fyri ting­ ið. Lógin fer eisini at fevna um náttúruvernd. V it hava lagt stóra orku í at gera íløgur í útbúgving, gransking og mentan. Umráðandi er at halda fast við hesa gongd, hóast úrslitini ikki síggjast eftir einum degi. Til­ gongdin at menna Føroyar sum vitanarsamfelag er drúgv, men tað er okkara skylda at fyri­reika samfelagið at taka ímóti fram­ tíðini. Ongantíð hava so nógv full­ tíðarlesandi verið knýtt at okkara hægru lærustovnum sum nú, og játtanin til Fróðskaparsetrið er økt munandi seinastu fimm árini. Fígging er fingin til at byggja nýtt havrannsóknarskip fyri 200 mió. kr. Limaskapur í ES-gransk­ing­ ar­skránni FP7 er fingin í lag, og tann 28. januar 2011 samtykti Vísindaráðið fyrsta yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya undir heitinum “Vitan & Vøkstur.” Nú verður løgd ein arbeiðsætlan fyri, hvussu vit fremja gransk­ingar­ politikkin í verki, og hvørji vakstrar- og granskingarøki vit eiga at leggja dent á næstu fimm árini. Útbúgvingarskipanin skal menn­ ast. Tí mugu øll, sum virka í skip­ anini, tola broytingar. Umstøður, krøv og avbjóðingar broytast alla tíðina, og broytingar eru neyðugar, skal meira fáast fyri tær játtanir, sum rúm er fyri í okkara búskapi. At kalla allar útbúgvingar­skip­ anir frá dagstovnaøkinum til hægri útbúgvingar verða endurskoðaðar. Hetta skal góðskutryggja skip­ an­irnar og gera tær meira kostn­ aðareffektivar. Nýggjar samanhangandi náms­ ætlanir verða settar í verk fyri fólkaskúlan í 2011 og fyri mið­ námsskúlarnar í 2012. Nýggj lóg­ gáva fyri gymnasialu miðnáms­út­ búgvingarnar verður klár í heyst. Í 2012 er ætlanin at fara undir nýggja eindarskipan fyri yrkis­ útbúgvingar, har skúlaskeiðini hjá lærlingunum verða samskipað við SIT-útbúgvingina. Landsstýrið ætlar at fáa skips­ førara- og maskinmeistara­út­búgv­ ingarnar á bachelorstig, har møgu­ leikarnir fyri at koma inn verða so liðiligir sum gjørligt. Ætlanin er eisini at menna og víðka tekstil- og sniðgevaraútbúgvingina, so okk­ara aldargamla handverk og náttúru­ tilfeingi verður gagnnýtt uppaftur betur. Fróðskaparsetrið hevur fingið nýggjan bygnað. Arbeitt verður við at fjøltátta útbúgvingartilboðini og taka inn lesandi á øllum deildum á hvørjum ári. Langtíðarmálið er, at fleiri ung fara at taka útbúgving ella partar av útbúgvingini í Føroyum, so Fróðskaparsetrið verður eitt por­ tur til víðari lestur. Innan allar útbúgvingarskipanir hevur tað stóran týdning at menna fjarlestrarskipanir. Landsstýrið hev­ur sett sær fyri at fáa eina fjar­ lestrarskipan at virka so skjótt sum gjørligt. PISA-kanningar vísa, at hóast framstig eru gjørd, er okkara fólka­ skúli enn ikki á sama støði sum í londum, vit vanliga samanbera