mánadagur 1. august 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87
Sosialurin
okkum við. Fleiri átøk eru sett í
verk. Styrkt er um byrjanar- og lesi
undirvísingina, skeið eru í fakligari
lesing og kunningartøkni, og eitt
fólkaskúlaráð letur eisini tilmæli
um framhaldandi ábøtur.
Føroyar nýta lutfalsliga somu
upphæddir til útbúgving sum okk
ara grannalond. Fyri at styrkja
fólkaskúlan, er neyðugt, at vit
nýta játtanirnar betur og øðrvísi.
Nýggjur kommunubygnaður fer
at hava við sær, at til ber at skipa
fólkaskúlan í størri eindir, sum
er avgerandi fyritreyt fyri, at vit
kunnu gagnnýta alt tilfeingið í
skúlanum betur.
Í
tróttur hevur stóran týdning fyri
menningina av okkara ungu og
fyri heilsuna hjá okkum tilkomnu.
Fremstu ítróttafólkini eru okkara
fyrimyndir og umboð úti í heimi.
Tí skulu vit framhaldandi stuðla
ítróttinum, og latið okkum taka
lógvatak saman fyri at fáa oyggja
leikirnar aftur til Føroya.
Lógarbroyting er framd, sum
gevur ítróttar- og mentanarfe
lagsskapum, kirkjum og samkomum
møguleika fyri at fáa endurrindað
MVG-útreiðslur til bygging. Hetta
er eitt gott ískoyti, ið tryggjar, at
fleiri verkætlanir kunnu gerast
veruleiki.
Peningur er settur av til at
fyrireika nýtt tjóðleikhús. Stuðul
er latin til langhyl í Suðuroy,
ítróttarhøll á Sandi og verkætlanina
SALT á Drelnesi.
Søvn okkara eru nú samskipað
í stovnin Søvn Landsins, sum hý
sir einum stórum parti av okkara
felags mentanararvi og undirstøðu
kervinum hjá okkara útbúgvingar-
og granskingarstovnum.
Í
Føroyum hava vit bygt upp væl
ferðartænastur,
sum
tryggja
góðar karmar fyri tilveruni hjá
borgarunum. Hóast niðurgangstíðir
hava vit valt at hækka játtanirnar
til almanna- og heilsutænastur við
góðum 300 mió. kr. síðan 2008.
Seinastu
árini
hevur
verið
arbeitt við at dygdarmenna sjúkra
húsverkið. Nøgdsemiskanning varð
gjørd í 2010, og kanningin vísir, at
allarflestu sjúklingar lata væl at
viðgerðini og tænastuni.
Fyrsta krabbameinsætlanin var
liðug í 2009. Fleiri av tilmælunum
í ætlanini eru sett í verk, og ungar
gentur fáa tilboð um ókeypis kopp
seting fyri lívmóðurhálskrabba.
Útbyggingin av Landssjúkra
húsinum heldur fram. Farið verð
ur undir at byggja nýggjan psyki
atriskan depil, og arbeiðið skal
vera liðugt í 2018. Farið er undir
samráðingar um at leiga nýtt sjúk
lingahotell í Keypmannahavn, ið
verður bygt til endamálið.
Heilsufrøðilig gransking er eitt
av kjarnuøkjunum í granskingar
politikkinum hjá landsstýrinum.
Við verkætlanini FarGen verða
møguleikarnir fyri ílegugransking
kannaðir og marknaðarførdir.
Talgilda heilsuskipanin er sett
í verk á øllum trimum sjúkra
húsunum og hjá kommunulækn
unum. Hon tryggjar, at virksemið
kann skipast betur og bøtir mun
andi um tænastuna. Skipanin er
slóðbrótandi og hevur vakt ans úti
í heimi.
Teir ellivu sjúkrakassarnir eru
umskipaðir í stovnin Heilsutrygd.
Nýggj tilskotsskipan til heilivág
er komin í gildi, sum merkir, at
tey, sum hava størstan tørv á heili
vági, fáa mest stuðul. Ein sjúkra
kassagrunnur verður stovnsettur,
sum fer at veita stuðul til átøk
innan heilsuøkið.
Vælferð kostar, og skulu vit
megna at menna tænasturnar,
er neyðugt at fremja broytingar
í bygnaðum, so vit fáa meira fyri
minni.
Sjúkrahúsverkið verður lagt
undir eina felags leiðslu, so virk
semið á teimum trimum sjúkrahús
unum verður skipað í eini heild.
Farið er undir eina tilgongd at
leggja Almannastovuna og Nær
verkið saman. Í dag hava mangir
brúkarar uppgávur, ið skulu loysast
á báðum støðum. Við at leggja
stovnarnar saman ber til at gera
málsviðgerðina einfaldari og á tann
hátt spara pening.
Kommunulæknaøkið
verður
í løtuni umskipað. Læknavaktin
fevnir nú um alt landið, og stór
tøk eru tikin fyri at fáa fleiri
kommunulæknar í útbúgving. Við
umskipanini verður farið burtur
frá ellivu læknadømum til fimm
heilsuøki, har kommunulæknarnir
verða savnaðir í færri og størri
eindir. Aðrir heilsufakligir starvs
bólkar verða knýttir at eindunum,
so
fyribyrgjandi
viðgerðin
av
fólki við kroniskum sjúkum verð
ur styrkt, og størri partur av
heilsutænastunum verður veittur
tættari at borgarunum.
F
yri at varðveita tænastustøðið
í framtíðini skulu vit fíggja
okkara ellisár á nøktandi hátt. Upp
skotið til pensjónsnýskipan verður
lagt fram eftir ólavsøku. Tað hevur
við sær, at øll, sum hava møguleika,
skulu rinda til egna eftirløn, meðan
tað almenna tryggjar tey, ið ikki
hava havt møguleika at spara upp
til egna pensjón.
Øll hava rætt til eitt gott, virkið
og innihaldsríkt lív.
Samfelagið skal ikki bara lofta
fólki, tá teimum tørvar hjálp,
men eisini fáa tey á føtur aftur.
Samfelagið skal eisini veita tilboð,
so fólk kunnu endurvinna mistar
førleikar og ogna sær nýggjar.
Nýggj forsorgarlóg verður nú
gjørd. Fyrsta stigið, ið snýr seg
um hjálparráð, kom í gildi 2010.
Í næsta stigi verða skipanirnar
endurskoðaðar til tess at tryggja,
at arbeiðsmarknaðurin gerst rúm
ligari serliga í sambandi við endur
búgving og vard størv. Hetta verður
framt við uppskoti um nýggja lóg
um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum
verður lagt fyri tingið í næstum.
Samfelagið skal ikki staðfesta,
hvat borgarin ikki megnar, men
heldur hjálpa at finna fram til,
hvat borgarin er førur fyri. Eins
og tú hevur krav uppá hjálp, hevur
tú skyldu at taka við tilboðum,
sum kunnu hjálpa tær at gerast
sjálvbjargin. Tað skal loysa seg at
arbeiða.
Vit góðtaka ikki harðskap í
heimum og tað, at familjur liva í
angist. Menn, ið gera seg inn á konu
og børn, skulu hava professionella
hjálp. Landsstýrið hevur gjørt eina
heildarætlan fyri, hvussu harð
skapur í parlagnum kann fyri
byrgjast og steðgast. Peningur er
fingin til vega at seta ætlanina í
verk.
Í 2010 varð kanning gjørd av
livikorunum hjá fólkapensjónistum.
Kanningin vísti, at níggju av tíggju
pensjónistum lata væl at teirra
umstøðum. Nú verður gjørd ein
nýggj kanning, sum skal vísa,
hvussu vit kunnu bøta um umstøð
urnar hjá teimum, sum ikki hava
nóg góð kor.
Á eldraøkinum snýr tað seg
um at skapa nøktandi umstøður,
áðrenn røktartørvurin tekur seg
upp. Við miðvísari venjing hækkar
lívsgóðskan, og fólk klára seg longri
sjálvi.
Farið er undir at fyrireika end
urvenjing
undir
Nærverkinum.
Málið er, at øll, sum hava tørv á tí,
skulu hava møguleika fyri at fáa
eitt endurvenjingartilboð.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur
fingið játtan til at skipa eina mið
støð fyri endurvenjing, og nýtt
ryggambulatorium er sett á stovn.
Stuðul er latin at byggja røktar
heim í Klaksvík, Vestmanna, Havn
og Vági, og tá hesi eru liðug, er
bráðfeingis tørvurin á røktar
plássum um at vera nøktaður.
Barnaverndarlógin er endur
skoðað, og álit er gjørt um, hvussu
økið børn og ung kann skipast
í framtíðini. Talið á børnum við
serligum tørvi, ið eru á stovnum
uttanlands, er minkað seinastu
árini, men tørvur er enn á fleiri
tilboðum í Føroyum. Økið skal
samskipast betur, so vit lofta
børnunum, áðrenn trupulleikarnir
gerast ov stórir.
Løgtingið hevur samtykt verk
lagslógir at útvega 40 vardar
bústaðir til fólk við serligum tørvi.
Ein stovnur fyri børn við autismu,
Kelduskákið, læt upp í 2010, og
økisdepilin í Vági til sálarsjúk
verður tikin í nýtslu í heyst. Sjøtul er
settur á at byggja nýggjan bygning
til fjølbrekað børn, ið skal koma í
staðin fyri Reiðrið, og bygningurin
verður væntandi liðugur í 2012.
Vit standa fyri stórum avbjóð
ingum á bústaðarøkinum.
Støðulýsing av øllum bústovnum
undir
almannaøkinum
verður
gjørd. Farið er undir eina tilgongd
at byggja hóskandi bústaðir heldur
enn at umbyggja vanlig sethús til
sambýli.
S
tórur tørvur er á alternativum
bústaðarmøguleikum. Lands
stýrið hevur arbeitt við einum
bústaðarpakka, og nýggj leigulóg
er komin í gildi. Vit mugu tó
ásanna, at illa ber til at fáa til vega
bústaðir til fólk við lágum inn
tøkum og skerdum førleikum, um
bústaðirnir skulu fíggjast eftir
marknaðartreytum. Tí verður upp
skot lagt fram, sum gevur Húsa
lánsgrunninum møguleika at veita
lagalig lán at fíggja alternativa bú
staðarbygging.
At keypa hús er eitt stórt tak
fyri flest allar familjur, men lítil
og ongin brúkaraverja er á hesum
marknaði. Uppskot til lóg um
brúkaravernd í sambandi við at
keypa og selja fastogn er liðugt, og
tað verður nú lagt fyri tingið.
E
g nevndi í byrjanini, at nýhugs
an og nýskipanir krevjast, um
vit skulu lata okkara eftirkomarum
eitt samfelag, sum er brynjað til
framtíðina.
Eg veit, at broytingar kunnu
tykjast órógvandi, men viðhvørt er
løtan at taka avgerandi stig, og tann
løtan er nú. Ætlaðu nýskipanirnar
skulu sjálvandi fremjast við skili, og
landsstýrið strembar eftir at røkka
so breiðum semjum sum gjørligt.
Stjórnarskipanaruppskotið
hevur farna árið elvt til ikki sørt av
tvídrátti. Ein nýggj stjórnarskipan
skal
undir
ongum
umstøðum
broyta ríkisrættarligu støðu Føroya,
men sjálvandi skal hon staðfesta, at
Føroya fólk sjálvt ger av sína egna
lagnu.
H
etta er mín seinasta ólavsøku
røða sum løgmaður – í hesum
valskeiðnum. Vit fara nú undir
tað seinasta strekkið, og vit skulu
ganga seinastu vakt. Vit vita,
hvussu skiftandi fiskiskapur er.
Túrar kunnu vera drúgvir, áðrenn
fiskur fæst, men tá stundin kemur,
stendur ofta á at arbeiða undan.
Soleiðis er eisini í politikki.
Stundir koma, tá stór úrslit
kunnu røkkast, og stórar broytingar
skulu fremjast. Tíðin er búgvin at
fremja kommunalu umskipanina
og ikki minst at leggja upp fyri
vísindaligu tilráðingunum, tá vit
áseta árligu fiskidagarnar.
Eg haldi ikki, at vit eiga at niður
leggja arbeiðið, áðrenn arbeiðstíðin
er av tann 19. januar 2012.
Men um tað vísir seg, at tíðin fer
at verða brúkt til partapolitiskan
og persónligan løtuvinning, so taki
eg avleiðingarnar og skrivi út val.
Valskeiðið er farið at halla, og
løtan nærkast, at Føroya fólk skal
gera av, hvørji skulu stjórna land
inum, og hvørja kós Føroyar skulu
halda í framtíðini.
Eg havi ongantíð og farið ong
antíð at ivast í, at vit megna at taka
við teimum avbjóðingum, vit hava
fyri framman. Vit eiga eitt gott og
trygt land at búgva í, og sum tjóð
hava vit prógvað okkara dugnasemi
og ágrýtni.
Undir øllum framtøkum býr
trúgvin á eina bjarta framtíð. Hend
an trúgv býr í okkara fólki.
Við hesum ynski eg øllum eina
góða ólavsøku og tingfólkum eina
góða tingsetu! Gud signi Føroyar, og
Gud signi okkum øll!