hósdagur 5. februar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 24 - 5. februar 2004
Nr. 24 - 5. februar 2004
11
Í takkarrøðu síni eftir løgmansvalið seinasta týs-
dag legði Jóannes Eidesgaard stóran dent á breiða
samstarvið og breiðar semjur. Hetta er sera skila-
gott og hetta er positivt. Ein tann størsti veikleikin
hjá fráfarandi samgongu var, at hon hevði so smalt
mandat. Eitt smalt mandat er sjálvandi í principp-
inum eins legalt og eitt breitt mandat, ein meiriluti
er jú ein meiriluti, og í fólkaræðinumm ræður
meirilutin sum kunnugt. Hinvegin má ásannast, at
har talan er um stórar og lagnutungar avgerðir,
avgerðir, ið fara at fáa víttrøkkandi fylgjur fyri
land og fólk, er smala mandatið ein vansi. Í slíkum
førum er best fyri allar partar, at landsstýrið hevur
eitt breitt mandat, at eitt landsstýri hveur ein breiða
og haldgóðan meiriluta aftan fyri seg. Eingin
einstakar tingmaður ella smáflokkur eigur at
kunna taka eitt samlað landsstýri sum gíssla undir
slíkum umstøðum. Hartil kemur, at tað hevur
almennan týdning, at víttrøkkandi avgerðir hava
breiða undirtøku í fólkinum. Tað var jú vanlukkan
við fullveldisleiðini, at hon ikki hevði breiða
fólkslig undirtøku.
Tann samgongu, sum júst er komin til valdið, skal
taka stórar og tungar avgerðir. Løgting og lands-
stýri skulu finna eina breiða tjóðskaparliga semju
um framtíðar viðurskifti okkara við Danmark.
Henda semja skal í meginregluni vera í samsvar
við Tvøroyararskjalið, um Fólkaflokkurin skal
kunna liva við henni. Men henda semja skal eisini
vera so mikið mýkt, at veljarar Javnaðarflokksins
fyri ikki um at tala veljarar Sambandsflokksins
skulu kunna góðtaka hana. Hetta verður fyrsta
stóra forðingin á vegnum hja nýggju samgonguni.
Kunnu flokkarnir finna eina loysn, sum lýkur
krøvini hjá øllum trimum landsstýrisflokkum og
helst Sjálvstýrisflokkinum við, so eru útlitini fyri,
at landsstýrið situr tíðina út, góð.
Men har eru aðrir snávingarsteinar á vegnum.
Skattalógaruppskotið hjá sambandsflokkinum
hevur skapt stór misnøgd og órógv millum lág-
lønarbólkar. Vit loyva okkum at mæla lands-
stýrinum til at rudda upp í hesum hurlivasa sum
skjótast, og støðga kavabóltinum, áðrenn hann fer
á rull. Tað skal ikki tað stóra politiska kynstrið til
at greiða hesa skattapoltitisku kisuna, so her er
bara at fara til verka sum skjótast. Annar snáving-
arsteinurin er pensionsmálið. Uppleggið er frálíkt
og heilt í tráð við teir tankar, sum eru frammi um
øll Norðurlond. Kunnu flokkarnir semjast um ein
hóskandi leist, so er nógv vunnið. Eisini á hesum
øki eigur at vera roynt eftir breiðum semjum t.v.s.
út um sitandi samgonguflokkar, tí tann loysnin,
sum kemur, verður galdandi fyri eitt langt tíðar-
skeið fram. Vit venda aftur til røðu løgmans í eini
seinni oddagrein.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Breiða semjan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Niklái Petersen
tjóðveldismaður
Í valsendingini í SVF týs-
dagin 6. januar - hvar val-
evnir fyri Norðurstreym-
oyar valdømi luttóku - førdi
undirritaði fram, at uppskot
sambandsfloksins
um
skattalættar kom at kosta
landskassanum minst 328
mió.kr., og kom als ikki
teimum lægstløntu til góð-
ar. Hetta afturvísti Bárður
Nielsen uppá tað harðasta,
og segði millum annað, at
skattalættin als ikki kom at
kosta 328 mió.kr. og so
langt frá tí. Hesi vóru orð-
ini hjá nývalda fíggjar-
málaráðharranum.
Hetta
kann lurtast eftir í banda-
savninum hjá SVF, um nak-
ar hevur áhuga í tí.
Somuleiðis er komið
undan kavi, at kommunur-
nar fáa eina væl minni
skattainntøku, tøl um 53
mió.kr. eru nevnd, eftir at
fólk á Toll og Skattstovu
Føroya hava hugt uppskotið
leystliga ígjøgnum.
Undir valstríðnum førdi
Bárður Nielsen ferð eftir
ferð á valfundum fram, at
tann sokallaði skattare-
formurin hjá sambands-
flokkinum kom teimum
lágløntu tilgóðar. Vit hoyra
nú í fjølmiðlunum at hetta
er ikki so, og nú ásannar
komandi fíggjarmálaráð-
harrin alment, at tað verða
tær góðu inntøkurnar, sum
fá størsta skattalættan í
krónum og oyrum, um
skattalættin verður framd-
ur, soleiðis sum ABC -
samgongan hevur sett sær
fyri.
Við øðrum orðum verður
gjógvin djúpari og djúpari
millum tey lágløntu og so
hini, um hesin leisturin
verður fylgdur.
Gamalt hevur verið í
Føroyum, at man letur tær
sterkastu herðarnar, taka
tað tyngsta takið, men her
sær út til at vera vent í hol-
uni nú ABC - samgongan
slapp framat.
Javnaðarflokkurin hevur
altíð sagt seg vera fyri
samhaldsfesti - verja tey
lægstløntu og veiku í sam-
felagnum - teir hava kanska
selt seg fyri mammon ?
Vónið ikki, at hetta verð-
ur framt í verki á tann hátt,
sum nývaldi fíggjarmála-
ráðharrin hevur verið tals-
maður fyri.
Kundi verið áhugavert, at
vita frá fíggjarmálaráð-
harranum hvussu skatta-
reformurin skal fíggjast,
samstundis sum sosialir
batar skulu fremjast.
Annars fari eg at ynskja
nývalda løgtinginum og
landstýrinum góðan byr
framyvir.
Nicolina Jensen Beder
Sjóstúkan hin síða
hvønn halgidag man prýða
og fríðka abba tín;
ikki prýður abba mín
kotið gamla víða.
Hans A. Djurhuus.
Heitið kot á føroyskum
hevur bert verið nýtt til eitt
ávíst plagg, sermerkt av
tilfari og útsjónd. Væl varð
farið um, tá ið ull skuldi
fáast til vega til kotavadmal,
sjálvt í bóndans garði kundi
tað henda, at tey máttu hava
fleiri áseyðaroytingar, fyri
at fáa nóg nógv av svartari
ull, hetta valdaðist sjálvsagt
um, hvussu nógvan svartan
seyð, tey høvdu. Havi hoyrt,
at tey á bóndagarðinum »Á
Hellu« í Kvívík høvdu væl
av svørtum seyði, júst við
kotavadmalinum fyri eyga.
Hans, bóndi, segði, at um
ein skuldi velja sær lamb
við svartari ull, skuldu end-
arnir á ullini vera reyðlittir,
tá gránaði ullin ikki so illa.
Kona Hans, Bina, var ófør
til hendurnar, vav bæði
kota- og buksuvadmal. Tað
má hava verið hugaligt hjá
bóndafólkunum, tá ið tey
vóru felags um áhugan fyri
besta tilfari. Mamma mín,
Súsanna, bóndadóttur úr
Lamba, segði mær, at so
væl skuldi ullin nappast til
kotavadmal, at tá ið hon helt
seg vera lidna at nappa, lat
hon ullina liggja náttina
yvir, fyri at taka hana aftur
morgunin eftir og halda
hana upp ímóti ljósinum,
fyri at hyggja eftir brodda-
hárum.
Tíðirnar broyttust, og
kotini vóru vovin úr tí
tilfari, ein kundi keypa frá
spunavirkjunum.
Hóast
hetta kundu vit kalla tað
fyri kot. Frá einans at hava
verið vovið, varð nú farið
bæði at binda og tøva og
samstundis kalla tað fyri
kot. Hetta haldi eg vera
stórt spell. Vit hava nøkur
føroysk heiti, sum vísa á
nakað heilt sermerkt, sum
vit eiga at verja. Verður
funnið uppá nakað nýtt
sum tildømis við kotinum
sum íblástur, eigur viðkom-
andi plagg at hava egið
heiti.
Tað, sum fekk meg at
taka pennin í hond, var
lýsingin í Dimmu 27. jan.
»Jósef og ótrúliga litfagra
dreymakotið.« Har verður
greitt frá, at sangleikurin er
bíbilskur og snýr seg um
Jósef, sum av brøðrunum
verður seldur til Egypta-
land. Víðari verður greitt
frá, at ósemjan millum
brøðurnar stóðst av, at páp-
in gjørdi mismun teirra
millum og Jósef, við at
geva Jósefi eitt ótrúliga
fagurlitt kot, meðan teir
noyddust at ganga í seyða-
skinnum.
Skal sangleikurin eitast
at vera bíbilskur, var tað
løgið, at lata Jósef í kot og
brøðurnar í skinn. Í Bíbli-
uni stendur: Mós. 37,3. Og
Ísrael unti Jósef fram um
allar synir sínar, av tí at
hann var ellissonur hans;
og hann læt gera honum ein
síðan ermakyrtil. – Kyrtil,
hálv sýtt, leyst og vítt
klædnaplagg, – ofta við
belti – til menn og kvinnur.
Tað einasta, vit kunnu siga
út frá hesi upplýsing, er at
brøðurnir bert áttu stuttan
kyrtil og helst ermaleysar,
tá nú ermarnar verða
nevndar. Jósef hevði heldur
ongan dreym um nakað
kot. Mós. 37,6. »Hoyri nú
henda dreym, sum meg
hevur droymt! Sí, vit fing-
ust við at binda bundi úti á
akrinum, og sí, tá reis bundi
mítt og stóð beint upp;
meðan bundi tykkara stóðu
kringum og lútaðu mínum
bundi.«
Henda lýsing minnir meg
um, einaferð ein ommuson-
ur hevði verið í sunnudags-
skúla, og eg spurdi hann, tá
ið hann kom heim aftur,
hvat hann hevði hoyrt: Jú,
segði hann, vit hoyrdu um
Nóa, tá ið hann sendi eina
kráku út at leita eftir blekki.
Ommusonurin
hevði
ivaleyst býtt um í huga-
heimi sínum, ravnin, við
krákuna, og grøna olju-
viðarblaðið við blekkið.
Er nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
Bárður Nielsen sannorðaður?
Kotið
VIÐMERKINGAR
Ásmundur
Guðjónsson
Samgonguskjalið millum
A,B,C viðgerð gransking
í fleiri støðum. Fleiri
áhugaverdar vendingar í
eru um gransking, sum
eiga at verða viðgjørdar
nærri. Tað er torført at at
meta um, hvussu langt
ein kann loyva sær at
tulka samgonguskjalið.
Men givið er tó, at tað er
væl tugt ígjøgnum av
fleiri politikkarum, og
tað sum har stendur, er
ikki komið av tilvild,
men rættiliga medvitað.
Granskingin
verður
nevnd í trimum støðum í
samgonguskjalinum.
Tað, sum er sermerkt er,
at hetta bara er undir
vinnupolitikkinum, mill-
um annað har kappingar-
føri verður viðgjørt, und-
ir aling og til seinast und-
ir orku. Brotið um Fiski-
vinnupolitikk nevnir ikki
gransking, men kanska
er tað tí, at granskingin
er nevnd undir vinnu-
politikkinum? Men tað,
sum er mest undrunar-
vert, er, at granskingin er
burtur í mentunarpoli-
tikkinum. Setrið verður
gott nokk umtalað í brot-
inum um mentunarpoli-
tikk, men bert sum ein
útbúgvingarstovnur.
Ein kann spyrja um
”Breiða semjan” hevur
ætlanir um at leggja á ein
heilt annan bógv viðvíkj-
andi
gransking
og
granskingarpolitikki.
Samgonguskjalið kann
tulkast tann vegin, at
semja er um at raðfesta
niður partar av gransk-
ingini, sum gongur fyri
seg á setrinum og rað-
festa upp granskingina,
sum gongur fyri seg í
øðrum stovnum og er
meira vinnurelaterað. Í
øllum førum kann signal-
virðið í samgonguskjal-
inum skiljast soleiðis.
Tíðin kemur at vísa, hvat
hetta merkir í verki.
Vinnupolitikkurin
leggur upp til skapa
fortreytir fyri vinnuna at
mennast. Hetta skal mill-
um annað gerast við at
granska innan KT, gen-
tøkni og lívtøkni. Har-
umframt verður førleika-
menning
undirstrikað.
Hóast hetta eru kendir
setningar, ein hevur sæð
fyrr, er tað framvegis líka
aktuelt at satsa henda
vegin! Trupulleikin er
bara at fáa flosklarnar
ítøkiliggjørdar og opera-
tionellar. Hetta eydnaðist
ikki undir seinastu sam-
gongu, men nú hevur
man enn ein tjans at gera
nakað við hetta!
Samgongan ætlar at
”skapa eitt felags gransk-
ingarumhvørvi har vís-
undi og vinnuáhugamál
skapa nýggj virði”. Tað
at skapa eitt felags
granskingarumhvørvi
ljóðar sera áhugavert.
Vónandi snýr hetta seg
ikki bara um gransk-ing-
ina, sum vinnumálaráð-
harrin ræður yvir, men
um alla gransking. Tað
verður
spennandi
at
síggja,
hvussu
hesin
tankin kemur at hátta sær
í verki.
Víðari verður sagt, at
”játtanirnar til gransking
skulu
samskipast”.
Somuleiðis ein áhuga-
verdur setningur og sipar
til eitt evnið, sum hevur
verið tjakað í gransking-
arumhvørvi
og
aðra
staðni. Samskipan av
granskingarjáttanum eig-
ur heldur ikki bert at
fevna um vinnumálaráð-
ið, men um alla gransk-
ing.
At samskipa játtanir-
nar til gransking verður
eitt megnartak. Her er
nógv at taka hond í. Vit
hava alt ov nógvar stovn-
ar, sum fáast við gransk-
ingarvirksemi. Hugt eig-
ur at verða eftur um ikki
samanleggingar og end-
urskoðan hvat stovnarnir
fáast við, kundi givið
eina miðvísari og sterkari
gransking. Sum dømi
kann nevnast at vit hava
einar 7 - 8 stovnar sum
granska í lívfrøði. At
skera hetta talið niður í
helvt, uttan tó at skerja
játtanirnar hevði givið
møguleika
til
aðra
gransking,
sum
ikki
verður gjørd í dag.
At samskipa leysu játt-
anirnar til gransking er
somuleiðis ein viðkom-
andi og spennandi upp-
gáva. Tað hevur fyrr ver-
ið ró uppundir at fingið
eitt tætt samstarv millum
allar
grunnarnar
og
kanska framtaksgrunnin
eisini, soleiðis at hesin
peningur verður satsaður
miðvíst uppá førleika-
menning og vinnufremj-
andi tiltøk.
Stórbroyting í
Granskingini
Regin Reinert
hagfrøðingur, Gallup
Fleiri
veljarakanningar
blivu gjørdar undan løg-
tingsvalinum, og aftan á
valið vóru ávisir flokkar, ið
kanska vóru ónøgdir við, at
úrslitið av valinum ikki
bleiv júst so sum veljara-
kanningarnar høvdu spátt,
og sum hildu, at allar velj-
arakanningarnar
høvdu
ávirka úrslitið av valinum.
Serliga vóru tað umboð fyri
Sambandsflokkin,
sum
hildu seg vera við sviðusoð
og meintu, at veljarakann-
ingarnar ávirkaðu úrslitið
av valinum.
Tað er umráðandi at
halda fast við, at ein velj-
arakanning
vísir
eina
støðumynd av politiska
vígvøllinum. Spurt verður,
hvat ið veljarin ”ætlar” sær
at velja á løgtingsvalinum.
Eingin trygd er fyri, at tey
fólk, sum spurd eru, ikki
seinni broyta meining og
síðani atkvøða fyri einum
øðrum flokki, enn tí, ið tey
hava sagt seg vilja atkvøða
fyri í veljarakanning.
Aðrastaðni er vanligt at
gera exit-poll kanningar,
har ið veljarin verður
spurdur aftaná, at hann
hevur valt, um hvat ið hann
valdi. Exit-poll kanningar
eiga í prinsippinum at geva
eitt rætt úrslit av tí, at
veljarin ikki seinni fær
møguleika at broyta mein-
ing. Tó eru altíð onnur
viðurskifti, ið eisini gera
seg galdandi, og tí kann ein
heldur ikki rokna við, at
exit-poll kanningar raka
púra beint.
Vanligt er, at kanningar-
stovnar brúka exit-poll
kanningar til at prógva at
mannagongdirnar eru rætt-
ar, tá ið kanningar verða
gjørdar. Um exit-poll kann-
ingarnar raka skeivt, fæst
ein ábending um, at manna-
gongdirnar í sambandi við
veljarakanningar og markn-
aðarkanningar yvirhøvur
eiga at broytast. Val eru
einastandi
høvi
hjá
kanningarstovnum at kanna
seg sjálvar fyri at vita, um
úrslitini av meiningarkann-
ingum og øðrum marknað-
arkanningum eru á góðari
leið.
Í alt 5 veljarakanningar
vórðu gjørdar undan valin-
um (talva 1).
Løgtingsval
varð
út-
skrivað 5. des. 2003. Fyrsta
veljarakanningin aftaná, at
løgtingsval varð útskrivað,
kom frá Gallup longu 16.
des. Sum flestu veljara-
kanningar, ið annars vórðu
gjørdar, síðani løgtings-
valið í 2002, vísti hendan
kanningin risastóra fram-
gongd
til
Sambands-
flokkin. Á valinum í 2002
fekk Sambandsflokkurin
26,0% av atkvøðunum, nú
stóð hann til at fáa 29,7%
av atkvøðunum. Veljara-
kanningin
í
desember
skuldi vísa seg at geva
Sambandsflokkinum heili
6,0% meira, enn flokkurin
fekk á sjálvum valinum
20/1. Tjóðveldisflokkurin
stóð í desember til at fáa
19,4% av atkvøðunum ella
2,3% færri atkvøður, enn
hann seinni fekk á valinum.
Veljarakanningin, sum
Gallup kunngjørdi saman
við Dimmalætting og SvF
15/10 vísti, at nú stóð Sam-
bandsflokkurin bert til at
fáa 27,0% av atkvøðunum -
ein afturgongd uppá 2,5% í
mun til kanningina hjá
Gallup í desember. Tjóð-
veldisflokkurin sá út til at
hava vunnið nakað av tí
mista. Tjóðveldisflokkurin
stóð nú til 20,2%, ein fram-
gongd uppá 0,8% í mun til
kanningina í desember.
Sama dag sum næsta
kanningin hjá Gallup kom,
15/1, kunngjørdi Fynd eina
veljarakanning.
Henda
kanningin gav Sambands-
flokkinum nógv betur úrslit
enn
Gallup-kanningin.
29,0% í mun til tey 27,2%,
sum
Gallup-kanningin
vísti. Kanningin hjá Fynd
gav ongar ábendingar um,
at valstríðið hjá Sambands-
flokkinum
kanska
ikki
hepnaðist nakað serligt -
tvørtúrímóti gav kanningin
eina framgongd uppá 0,5%
í mun til kanningina, sum
Fynd almannakunngjørdi
11/1.
Gallup kunngjørdi sein-
astu
kanningina
undan
valinum 18/1 í útvarpinum.
Av øllum kanningum, ið
gjørdar vórðu undan valin-
um, var hetta tann, ið rakti
nógv tættast við endaliga
úrslitið. Samlaða frávikið í
mun til endaliga úrslitið var
6,9% ella minni enn 1% í
meðal fyri hvønn av teim-
um 7 flokkunum, sum still-
aðu upp. Kanningin vísti
samstundis, at afturgongdin
hjá
Sambandsflokkinum
helt á - hann stóð nú til at
fáa 26,1% av atkvøðunum,
sum tó var 2,4% fleiri, enn
flokkurin fekk á sjálvum
valinum. Tjóðveldisflokk-
urin stóð nú til at fáa 22,2%
av atkvøðunum - hetta var
0,5% fleiri, enn flokkurin
fekk á valinum tveir dagar
seinni.
Seinasta kanningin hjá
Gallup rakti sera tætt fyri
teir stóru flokkarnar, Sam-
bandsflokkurin undantikin,
sum framvegis stóð til at
fáa eitt hampiligt val. Allar-
helst hevur Sambands-
flokkurin eisini mist at-
kvøður seinastu dagarnar í
valstríðnum.
Kanningin
undirmetti
teir
tríggjar
smáu flokkarnar. Møguliga
hevur Sambandsflokkurin
mist atkvøður til teir smáu
seinastu dagarnar undan
valinum. Annars er tann
lutfallsliga størsti feilurin
úrslitið hjá Sjálvstýris-
flokkinum. Um gravað
verður
í
tølunum
hjá
Gallup, so er tað serliga
stóra
framgongdin
hjá
Sjálvstýrisflokkinum
í
Suðurstreymi, sum kom
óvæntað.
Um hugt verður í einum
at teimum trimum Gallup-
kanningunum,
so
vísti
gongdin greitt, at Sam-
bandsflokkurin kláraði seg
ikki væl í valstríðnum og
misti atkvøður, so hvørt
sum valið nærkaðist. Tjóð-
veldisflokkurin hinvegin
stóð seg væl og vann at-
kvøður í valstríðnum.
Tað er ikki óvanligt at
taparin í einum vali gevur
veljarakanningum skyld-
ina. Veljarakanningar eru
bert eitt av óteljandi inn-
trykkum, sum veljarin fær
undir einum valstríði og
sera ivasamt er hvørja
ávirkan veljarakanningar
hava á veljaran. Sjálvrann-
sakan hevði hóska seg
betur, heldur enn at givið
veljarakanningum skyldina
fyri vánaligt val.
Dato
16-12-03
15-01-04
18-01-04
11-01-04
15-01-04
20-01-04
Stovnur
Gallup
Gallup
Gallup
Fynd
Fynd
Val
Tal av interviewum
510
535
532
2800
1050
Fólkaflokkurin
21,1 (+0,5)
21,9 (+1,3)
20,8 (+0,2)
19,8 (-0,8)
19,3 (-1,3)
20,6
Sambandsflokkurin
29,7 (+6,0)
27,2 (+3,5)
26,1 (+2,4)
28,5 (+4,8)
29,0 (+5,3)
23,7
Javnaðarflokkurin
20,6 (-1,2)
20,8 (-1,0)
22,2 (+0,4)
22,1 (+0,3)
21,5 (-0,3)
21,8
Sjálvstýrisflokkurin
4,3 (-0,3)
3,5 (-1,1)
3,2 (-1,4)
3,9 (-0,7)
4,1 (-0,5)
4,6
Tjóðveldisflokkurin
19,4 (-2,3)
20,2 (-1,5)
22,2 (+0,5)
19,4 (-2,3)
20,6 (-1,1)
21,7
Miðflokkurin
4,9 (-0,3)
4,9 (-0,3)
4,3 (-0,9)
4,1 (-1,1)
4,4 (-0,8)
5,2
Hin Stuttligi Flokkurin
1,5 (-0,8)
1,2 (-1,1)
2,1 (-0,2)
1,1 (-1,2)
2,3
Frávik í alt
12,9
9,5
6,9
10,2
10,5
Talva 1. Veljarakanningar undan løgtingsvalinum 20/1-2004. Frávikið í mun til endaliga úrslitið stendur í
klombrum. Síðsta reglan vísir frávik í alt. Kanningin ið rakti nærmast við endaliga úrslitð er kanningin, sum
Gallup og Útvarpið kunngjørdu tveir dagar undan valinum.
Veljarakanningar undan løgtinsvalinum
20. januar 2004
C
M
Y
K
11
10