mánadagur 1. august 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
8
Vikutema
Summar Festivalurin
N
ú verður áttandi Summar
Festivalurin hildin í Klaksvík.
Hósdagin, fríggjadagin og
leygardagin ber til at uppliva
landsins størsta tónleikatiltak,
sum samstundis er ein verulig
fólkafest fyri allar føroyingar. Hetta
eru dagarnar, tá ið fólk úr øllum
landinum savnast í Klaksvík at hugna
sær, taka sær av løttum og hoyra
góðan føroyskan og útlendskan
tónleik.
S
ummar Festitvalurin byrjaði
sum ein miðalstórur festivalur í
2004, har 3.500 fólk hugnaðu sær
í fantastiskum summarveðri. Síðani
hevur festivalurin vaksið seg stóran
og sterkan, og upp ímóti 10.000 fólk
hava verið á festivali. Samanlagt
hava umleið 55.000 vitjandi verið
á Summar Festivalinum hesi árini,
festivalurin hevur verið hildin. Og
aftur í ár verður roknað við fullum
húsi til festivalin, og samstundis fer
talið á vitjandi væl upp um 60.000
fólk.
F
estivalhugtakið er rímiliga nýtt
í Føroyum. Føroyingar kenna
betur traditionellu bygda- og
býarstevnurnar, sum bjóða alt frá
ítrótti og tónleiki til framsýningar
og røður, men festivalarir hava
fingið góða móttøku í Føroyum,
og føroyingar hava tikið undir við
tankanum.
M
illum pallarnar snýr tað seg
um hugna, gott túnatos,
mat, stuttligar løtur, prát við
gamlar kenningar og felagsskap. Á
pallunum er tað góður føroyskur og
útlendskur tónleikur, og tað tykist
verða dragandi, at kend nøvn úr
útlandinum seta sín dám á festivalin.
M
illum bólkarnar, sum hava
spælt á Summar Festivalinum
hesi átta árini, hava verið Scorpions,
Westlife, Roger Hodgson, The
Rasmus, Shakin Stevens, Brian
McFadden, Alphabeat, Melanie
C, Smokie, Brian Rice, Boney M,
Johnny DeLuxe og onnur. Føroyskur
tónleikur hevur altíð staðið sterkur
í myndini á Summar Festivalinum.
Fólk hava kunnað upplivað ekkó frá
fortíðini við comeback-konsertum
hjá fólkakærum bólkum. Tað
hevur eisini borið til at hoyrt teir
populerastu bólkarnar í landinum,
og møguleiki hevur eisini verið at
uppliva tað nýggja og framrættaða.
O
g við nøvnum sum Bobby Bare,
Rasmus Seebach, D-A-D og
Babou á skránni í ár, leggur Summar
Festivalurin enn einaferð upp til eitt
stórt tiltøk við nógvum ungum og
tilkomnum fólki.
V
ælkomin á Summar Festivalin
2011.
Tað er stórur munur á Summar Festi
valinum 2004 og 2011. Fyri sjey árum
síðani var talan um ein miðalstóra
útikonsert við 3500 fólkum á Vágsbøi.
Nú er Summar Festivalurin blivin land
sins størsta tónleikatiltak við tónleiki
í tríggjar dagar, og á Vagsbøi verður í
ár størsta ljóðanlegg, sum nakrantíð
hevur verið í Føroyum.
Tað er felagið Ljóðtøkni, sum øll
árini hevur verið høvuðsveitari av ljóði
og ljósi til Summar Festivalin.
– Vit eru sera væl nøgd við sam
starvið, og fyri okkum hevur tað ver
ið umráðandi at hava ein føroyska
samstarvspart á hesum øki. Hetta
hevur verið við til at ment bæði
okkara festival og føroyskt undir
hald, tí vit hava verið við til at tryggja
menningina av ljóðtøkni í Føroyum,
sigur Erik Biskopstø, sum er ein av
fyriskiparunum av Summar Festival
inum.
Gott samstarv
Ljóðtøkni stendur fyri at útvega alla
ljóð- og ljósútgerð til Summar Festi
valin, og tann útgerð, sum Ljóðtøkni
ikki sjálvt eigur, verður leigað úr Dan
mark.
– Vit hava ein fastan samstarvs
partnara í Danmark, sum letur okkum
ta útgerð, sum vit hava brúk fyri til
Summar Festivalin. Samstarvið gong
ur báðar vegir, tí vit lata eisini fólk til
stór tiltøk, sum tey standa fyri í Dan
mark, sigur Hjalmar Hvítklett, stjóri
fyri Ljóðtøkni.
– Vit eru sera fegin um samstarvið
við Summar Festivalin, tí tað hevur
verið við til at tryggja menningina av
ljóðtøkni í Føroyum. Vit hava kunnu
bygt út og ment okkara útgerð, og
farnu dagarnar hava vit kunnu latið
ljóðútgerð til 8 pallar á ólavsøku
uttan at leiga útgerð út útlandinum,
sigur hann.
Størsta anlegg
Summar Festivalurin hevur brúk fyri
so nógvari útgerð, at tá er neyðugt at
leiga útgerð úr útlandinum.
– Vit hava nógva útgerð í Føroyum,
men Summar Festivalurin er eitt so
stórt tiltak, at tá er neyðugt at fáa
meira útgerð úr útlandinum. Tað
loysir seg ikki hjá okkum at liggja inni
við slíkar útgerð, sum verður brúkt so
sjáldan, sigur Hjalmar Hvítklett.
Anleggið, sum verður brúkt til
Summar Festivalin í ár, er tað størsta
anleggið, sum nakrantíð hevur verið
í Føroyum. Anleggið er av merkinum
D&B Audio Technik, sum er eitt týskt
merki, sum verður nógv brúkt til stór
tiltøk í Europa og USA.
At ljóðanleggið er so stórt merkir,
at ljóðið bæði kann verða harðari og
betri. So Rasmus Seebach, Bobby
Bare og D-A-D hava onga orsøk til
at spara seg á stóra palli á Summar
Festivalinum.
Prísir við
dyrnar
Vikuskiftispass: 1100,-
Atgongumerki hósdag: 300,-
Atgongumerki fríggjadag: 550,-
Atgongumerki leygardag: 650,-
Vikuskiftispass børn 6-12 ár: 250,-
Børn 0-5 ár: Ókeypis
Ósáskúlin
hevur
opið
Hugnaligt og gott hjá øllum ald
ursbólkum skal tað vera á Summ
arfestivalinum. Og tí fara bæði
skemtivísir og yndisløg at ljóma
í Ósaskúlin til fragd fyri fjøl
broytta fólkaskaran, sum vitjar á
Summarfestivalinum.
Ósaskúlin, sum í fjør royndist
góður, ikki minst hjá meira tilkom
num gestunum, bjóðar eina for
kunnuga konsert fríggjakvøldið við
spælandi og skrivandi songkvinn
uni, Elin Heinsen, og leygarkvøldið
er skemtarin og vísumaðurin
úr Vágum, Jens Eli Ellefsen á
skránni.
Umframt at hoyra livandi tónleik,
gevur Sumamrfestivalinum við
hesum tilboðnum fólki møguleika
at koma inn í heit hugnalig hølir,
har møguleiki er at rinda beinini,
fáa okkurt niður í góman og annars
uppliva panoramaútsýnið yvir eitt
spennandi og rungandi festival
økið.
Vælkomin á Summar Festival
Føroysk ljóðloysn
Øll árini, Summar Festivalurin hevur verið hildin, hevur føroyska
felagið Ljóðtøkni verið høvuðsveitari av ljóði og ljósi.