mánadagur 1. august 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
9
Vikutema
Summar Festivalurin
Hjartaliga vælkomin til klaksvíkar!
www.klaksvik.fo
Sosialurin / KvR 34 18 00
Komandi dagarnar verður Summar
festivalurin hildin í Klaksvík fyri
áttandu ferð. Stóra tónleikatiltakið,
sum í 2004 varð hildið fyri fyrstu ferð,
bjóðar aftur í ár eina spennandi skrá,
har gestirnir sleppa at uppliva stór og
kend nøvn úr útheiminum og góðar
føroyskar bólkar spæla her í Klaks
vík.
Summarfestivalurin er blivin størsta
og týdningarmesta tónleikatiltakið í
Føroyum, og samstundis er Summar
festivalurin so nógv meira enn bert
eitt tónleikatiltak. Festivalurin snýr
seg ikki bert um tónleikin á pallunum
hann snýr seg eisini um hugna og
prát millum fólk, gleði og látur. Hetta
eru dagar, tá ið vit taka okkum av
løttum, hittast og práta og njóta
nakrar góðar summardagar.
Tað er eitt megnar arbeiði at skipa
fyri einum so stórum tiltaki ár eftir ár,
framhaldandi at menna festivalin,
gera hann viðkomandi hjá einari
stórari fjøld, og ferð eftir ferð geva
fólki eina so góða uppliving, at tey
koma aftur næstu ferð. Hetta hava
fyriskipararnir dugað væl. Summar
Festivalurin er blivin ein hugnaligur
og breiður festivalur, sum eisini tekur
atlit til heimlig viðurskifti.
Vit eiga at fegnast um, at vit eiga
nýskapandi og eldhugað fólk, sum
duga at skipa fyri, og sum ikki spara
seg fyri at skapa nakað stórt her í
býnum. Hetta er nakað, sum ríkar bý
og land okkara. Og vit eiga eisini at
fegnast um, at Summarfestivalurin
hevur góða undirtøku í lokalsam
felagnum, og at føroyingar annars
taka so væl undir við tiltakinum.
Vit gleða okkum øll til hesar há
tíðardagar í Klaksvík. Ung sum gomul
kunnu enn einaferð njóta ein góðan
Summarfestival, og vegna Klaksvíkar
Býráð ynski eg øllum klaksvíkingum
og gestum ein góðan Summar
festival!
Vinarliga
gunvá við keldu
Borgarstjóri