mánadagur 1. august 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
10
Vikutema
Summar Festivalurin
Rasmus Seebach er stóra gulleggið
í donskum tónleiki. Hann stóð fyri 7
prosentum av samlaðu fløgusøluni
í Danmark í fjør. Fyrsta útgávan hjá
honum hevur selt 180.000 eintøk, og
tað hevur givið honum 9 platiplátur.
Ein uppgerð yvir fløgusøluna í Dan
mark í fjør vísur, at Rasmus Seebach
var best seljandi danski tónleikarin –
framman fyri Kim Larsen og Medina.
Gingið skjótt
Eftirnavnið er á ongan hátt ókent í
donskum tónleiki. Men hóast hann
hevur virkað innan tónleikaídnaðin
í nógv ár, so eru tað minni enn tvey
ár síðani, at Rasmus Seebach gav
sína fyrstu fløgu út, men fløgan gav
honum eitt rimmar gjøgnumbrot
beinanvegin. Eftir ongari tíð kundi
Rasmus Seebach kappast við tey
størstu nøvnini í donskum tónleiki –
bæði á hitlistunum og í sølutølunum.
Ja, sjálvt Kim Larsen mátti víkja fyri
nýggju poppstjørnuni á hitlistunum.
Rasmus Seebach hevur í meira
enn 10 ár skrivað og framleitt tónleik
saman við beiggja sínum Nicolai. Teir
hava gjørt tónleik til kendar danskar
bólkar og einstaklingar. Men í 2009
valdi Rasmus Seebach at geva sína
egnu fløgu út, og tað gjørdi hann til
eina ta størstu poppstjørnuna í Norð
urlondum.
Fleiri stór hitt
Við sangum sum Engel, Den Jeg Er,
Lidt I Fem og Glad Igen vann Rasmus
Seebach upp á tónatindarnar, inn
á dansgólvini og – ikki minst – inn
á útvarpsrásirnar. Sangurin Engel
var ársins lurtarahitt á P3 í 2009,
og sangurin hevur eisini verið nógv
spældur í Føroyum. Rasmus Seebach
hevur higartil selt meira enn 180.000
eintøk av fyrstu fløgu síni, og á Zulu
Awards í fjør vann hann tríggjar heið
urslønir.
Seebach hevur fleiri ferðir áður
vitjað í Føroyum. Bæði á dansistøðum
og sum gestur í undirhaldssendingini,
Hvonn Live, hjá Rás2. Men enn hevur
hann til góðar at spæla á størsta før
oyska tónleikapallinum. Tann fram
førslan verður leygkvøldið, og sjálvur
hevur Rasmus lovað, at talan verður
um eitt rimmar popp-brak, har hann
fer at leiða stóru fjøldina gjøgnum tað
besta av tí besta í donskum tónleiki.
Størri enn
Kim Larsen
Rasmus Seebach er heilt stóra navnið í donskum
tónleiki í løtuni. Einsamallur stóð hann fyri sjey
prosentum av samlaðu donsku fløgusøluni í fjør
Á danska tindinum
Rasmus Seebach er gulleggið í donskum tónleiki. Hann stóð fyri 7 prosentum av
samlaðu fløgusøluni í Danmark í fjør.
Rasmus Seebach er tað stóra hittið í donskum tónleiki. Fyrsta útgávan hjá honum
hevur selt 180.000 eintøk, og tað hevur givið honum 9 platiplátur.
Ein uppgerð yvir fløgusøluna í Danmark í fjør vísur, at Rasmus Seebach var best
seljandi danski tónleikarin – framman fyri Kim Larsen og Medina.
Rasmuss Seebach, sum spælir á Summar Festivalinum í august, gevur nýggja fløgu
út í heyst.
1 - Rasmus Seebach: ’Rasmus Seebach’
2 - Kim Larsen: ’Mine Damer og Herrer’
3 - Medina: ’Velkommen til Medina’
4 - Tina Dickow: ’Welcome Back Colour’
5 - Thomas Helmig: ’Past Forward’