mánadagur 1. august 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
12
Vikutema
Summar Festivalurin
Anna Faroe hevur bólk, blásarar og kórsangarar við sær, nú
hon kemur at framføra á landsins størsta tónleikapalli
Ein av tónleikarunum, sum skal
framføra á stóra palli á Summar
Festivalinum í ár, er Anna Faroe.
Tíðliga leygarkvøldið hevur hon
framførslu á Vágsbøi, og tað
er ein kjansur, sum føroyskir
tónleikarar sera fegnir vilja
hava. Ein konsert á Vágsbøi
er helst størsta konsert,
sum tað ber til at spæla á í
Føroyum.
Anna Faroe ætlar sær
eisini at spíla seg út á
Summar Festivalinum. Hon
hevur 8 tónleikarar afturat
sær á pallinum, og teirra
millum eru tveir blás
arar og tvær kór
songkvinnur.
So umframt framúrskarandi røddina
hjá Annu, verður talan eftir øllum at
døma eisini um sanna tónlistarliga
uppliving, har ljóðmyndin verður bæði
stór og rúmlig.
Anna fer at spæla sangir av út
gávuni Because I Want You, men hon
fer eisini at tríva í okkurt tøkulag, og
hon hevur helst okkurt nýtt við sær á
pallin eisini.
– Eg haldi, tað er deiligt at sleppa
at spæla á Summar Festivalinum
aftur, tí tað var har líkasum har, at
alt byrjaði, eftir at eg hevði vunnið
Ársins Songrødd í 2008, sigur Anna
Faroe, sum var eitt púrasta óskrivað
tónleikanavn, tá hon vann Songrødd
ina.
– Summar Festivalurin er ein stórur
festivalur, og eg gleði meg til saman
við mínum fantastiska bólki at geva
fólki eitt upplivilsi, sigur hon.
Anna Faroe gjørdist landskend í
Danmark, tá ið hon tók lut í X Factor
kappingini í fjør. Har vísti hon seg sum
ein av bestu sangarunum í kappingini
nakrantíð, og hóast hon ikki vann
kappingina, var hon ein av stóru pro
filunum.
Eftir X Factor gav Anna Faroe fløgu
út í Danmark, og hon hevur eisini havt
nógvar framførslur niðri. Hon hevur
støðugt ment seg sum songkvinna
og entertainari, og tí er øll orsøk at
gleða seg brakið, sum nú lovar áhoyr
arunum.
Teir syngja um alt tað, sum onnur
ikki tora at syngja um. Tey sartu
verða væl og virðiliga provokerað,
og ivaleyst eru fleiri, sum halda teir
fara langt um øll góðkend mørk
fyri fólka- og siðiligheit. Men sjálvir
hella teir meira til, at “overdrivelse
fremmer forståelsen”. Og tí syngja
teir áhaldandi um pedofil, heimleys,
samkynd og onnur av teimum, ið so
ella so ikki passa inn í fýrkantaðu
uppfatanina, sum fleiri hava av sam
felagnum.
– Tú kann ikki altíð taka fyrilit fyri,
at fólk verða ill. Hesin trupulleikin er
í Føroyum. Hesi fólkini eru millum
okkum. Okkara boðskapur er ikki, at
vit skulu hjálpa teimum. Vit staðfesta
bara, hvussu samfelagið sær út. Okk
ara tekstir eru ofta ógvusligir, men
trupulleikin er framvegis har, sigur
Páll Oddur Rubeksen, sum er ein av
teimum trimum frontmonnunum í
bólkinum.
Teir tríggir havnarmenninir hava
seinnu árini ment seg til ein tann
besta live-bólkin í landinum. Sjálvir
hildu teir, at SummarFestivalurin var
lukkað land fyri teirra viðkomandi,
men nú spæla teir triða árið á rað í
Klaksvík – og aftur hesa ferð á stóra
pallinum.
Fyrsta útgávan hjá bólkinum varð
send á marknaðin í 2003, og síðani
eru tvær aðrar studiofløgur komnar
út. Men tá teir fyri tveimum árum
síðani sendu De Ved, At Gjørt Er
Gjørt á marknaðin, prógvaðu teir fyri
øllum landinum, tað, sum fjepparar
teirra vistu áður. Nevnliga at bólk
urin er framúrskarandi live. Um
framt tær tríggjar studio-fløgurnar
innihelt húsin eisini live-upptøku
frá ólavsøkukonsertini, og fleiri
av live-sangunum gjørdust sannar
landaplágur. Eisini hóast Kringvarpið
ikki rættiliga tordi at spæla summar
teirra ov ofta.
Frekt og festligt sing-along
Páll Finnur Páll runda fyrsta kvøldið á Summarfestivalinum av við speisku og argandi sangum síunum
Anna Faroe
lovar brak