Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 52

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 1. august 2011 20 Vikutema Summar Festivalurin Tiltakið er fyri dansiglað børn í aldri­num 7-12 ár. Tað er ikki eitt krav at tú dugir at dansa, bara tú tímur og ert fyrireikað/ur uppá ein spennandi, læruríkan og avbjóðandi dansidag á festivalinum. Tað verður dansi­bólk­ urin Hóps, sum kem­ur at undirvísa. Gent­urnar, sum manna bólk­in, hava dansað og fram­ført  í fleiri ár og hava drúgvar royndir innan dans og koreografi. Børnini ið vera við á dansidegnum fara at læra nøkur grundtrin innan ymiskar dansigreinar, umframt at tey fáa forkunnuga vitjan av slangu­menn­ iskja, drykkjuvørur og frukt. Eisini koma børini hava hava ein leiklut í stóra Karnevalinum og skrúðgonguni leygardagin  og fara saman við Hóps at upphita á Vágsbøi til stóru barna­ kon­sertina við Basim.  Tilber at melda seg til dansiskúlan hjá Summarfestivalinum og luttaka antin hósdagin frá kl 15-18 ella fríggjadagin frá 15-18. Luttøkugjaldið er 130 krónur.  Tilmelding fer fram við at smsa navn og aldur til 219011. Dansandi børn á Summarfestivali Hevur tú hug at hita upp til ársins Summarfestival við coolum og vøkrum dansitrinum? So hevur tú nú møguleika at melda teg til Dansi­landið, har tú fært eina stutt­liga, læru­ríka og minni­ liga upp­living og nýggj vin­fólk. Tað verða serliga børnini, sum koma at syngja og verða handan trummur, gittara, bass, klaver og saxofon, tá ið Kular Røtur fara at framføra frískar, festligar, fittar og fangandi føroyskar sangir til stóra familjukonsert í Flags­tjald­inum á Summarfestivalinum leyg­ardagin. Tey flestu kunnu syngja við til kendu sangirnir hjá Kulum Rótum, men nýggi summarsangurin Vov Vov verður eisini at hoyra, lovar yngsti bólkurin ið skal á pall at spæla á Summarfestivalinum.   Í meira enn 10 ár hava Kular Røtur verið partur av tónleikinum hjá føroyskum børnum ,og Kulu Røturnar eru framvegis populerar og aktuellar. Ungar og frískar Kular Røtur Tey møttust øll á altjóða skúlanum Red Cross Nordic United World College, eins og Ingunn og Herborg, ið framførdu undanfarna ár á SF. Í ár hevur Herborg aðrar gestir, sum á sama hátt hava spælt tón­leik saman á skúlanum í Norra. 4 vinfólk: Herborg úr Kalskvík, Katie úr Wal­es, Alex úr Eng-landi og Ingi­ lín úr Vest­manna. Í felag hava tey sang, og spæla tey hvør sær ymisk ljóð­førir, eitt nú gittara, klaver, floytu, munnharpu og hvat tey tá finna uppá. Íblástur hava tey ikki minst frá ymiskum natión­um, tá ymisk­um mentanum, sjang­rum og tungu­mál­ um. Herborg og vinir Rógvi Jakobsen Tannáringurin Rógvi Jakobsen úr Klaksvík hevur longu roynt seg rættiliga fitt sum tónleikari. Hann hevur havt framførslur til ymisk tiltøk, og hann hevur áður luttikið á Summar Festivalinum. Rógvi Jakobsen hevur spælt í bólki, og hann framførir eisini javnan sum solistur. Hann spælir gittar og syngur, og tað dugir hann óføra væl. Hann hevur eitt natúrligt tónleikatalent, og tað sæst aftur í, at hann bæði dugir at framføra sannførandi live, og at hann skrivar egnar sangir. Xperiment Sigrid Sivertsen er leiðari fyri kórið Xperiment, sum fer at syngja á Summar Festivalinum í ár. Í kórinum eru nógvir dugnaligir sangarar, sum eisini hava roynt at syngja í nógvum øðrum samanhangum – eitt nú sangleikum. Spennandi verður at hoyra kórið geva seg fult út