Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 53

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 1. august 2011 21 21 Vikutema Summar Festivalurin Gyklarar, klovnar, andlitsmáling, framførslur, eldblásarar og onnur hava sett sín dám á til børnini, og aftur í ár spennir Silvalandið seg út. Við spennandi aktivitetum og barnatiltøkum, verður aftur í ár okkurt forkunnugt til børnini. Klovnurin Tapé, kemur at vitja í Klaksvík til Summarfestivalin, og skal hann nokk fáa lív í hóast hann ikki nýtir orð. Við sínum kropsburði sýnir hann fram og ger økið og Silvalandið livandi. Afturat mongu hoppiborgunum, rodeo­ tarvi, barnakonsertum, summarleikum og gykli og gaman kann Silvi og Summ­arfestivalurin bjóða børnunum ein før­oyskan djóragarð, bátatúrar og ovur­stórar bløðrur, trøllarok, eitt heilt serligt slangumenniskja, klovnar, stórt dansiland, frískt og festligt karnival, Føroya kendastu politistar, Erling og Jógvan og hópin av undirhaldi, sangi og tónleiki, sum fer at seta dám á allan Summarfestivalin. Trølla Pætur í nýggj hús Leygardagin kl. 13 er Trølla Pætur og Trølla Omman vertur í heilt serligum trøllaroki, har vinir og kenningar vitja hugnaligu, snotuligu og fittu trølla­ húsini við sjóvarmálan mitt í Klaksvík. Við røðum, skemti, sangi og leski­ ligum trøllavatni, bjóðar Trølla Pætur øllum børnum og barnsligum sálum eitt sætt rok av undirhaldi og skemti, sum síðani endar í festligum karnivali og skrúðgongu rundanum og inn í sjálvan festivalin, har Baboo og Basim verða á skránni – og seinni um dagin verða Kular Røtur at hoyra. Tí kann ein stoltur Silvi siga við øll børn í Føroyum, at tey skulu verða hjartaliga vælkomin í Silvalandið 2011, har øll syngja við og gott undir­ hald og vinarlag fylgist sum leikandi lættur tónleikur. Summar, sangur og stuttligt Silvaland Stór og smá verða í rætta essinum nú Silvi kann bjóða øllum fittum føroyingum eitt sooo spennandi og serliiigt Silvaland. Tapé undir­heldur Barnaskráin Hósdagur 4. august: 15.00 – 18.00 Dansiland við Hóps í Fimleikarahallunum á Ziskatrøð 16.15 – 16.45 Børnini  á dansiskúlanum fáa frukt og vatn, og klovnurin Tápe vitjar og undirheldur. 18.00 Partar av Silvalandinum lata upp 19.00     Barnashow - tónleikur, gykl, jonglering og hugni 20.00 Karaoke Fríggjadagur 5. august: 15.00 – 18.00 Dansiland við Hóps í Fimleikarahallunum á Ziskatrøð 16.15 – 16.45 Børnini á dansiskúlanum fáa frukt og vatn, og klovnurin Tápe vitjar og undirheldur. 16.00 Silvalandið letur upp 18.30     Silvi vitjar Silvalandið og spákar til Føroyar Tele pallin og bjóðar børnunum góðgæti. 19.00     Barnashow - tónleikur, gykl, jonglering og hugni. Lukas dansar 21.00     Gyklari, klovnur og onnur frá barnatiltakinum vitja úti á Silvalandinum   Leygardagur 6. august: 13.00     Trøllarok við Trølla Pætur húsið  • Boblur koma inn eftir Vágni • Jógvan og Erling Politistar vitja og Jógvan heldur røðu • Trølla Pætur og Omman lata dyrnar upp í nýggja Trølla Pætur húsinum • Gestir koma á vitjan • Framførslur framman fyri Trølla Pætur húsið • Trølla Pætur og omman bjóða Trøllavatn og góður møguleiki er hjá familjum at hugna sær • Silvi kemur á vitjan 13.40     Trølla Pætur og omman bjóða Trøllavatn og annað 13.50     Upphiting við Hóps 14.10     Skrúðgonga/Karnival við Silva, Jógvan og Erling Politisti, Tøjdjórum, klovnum, Gyklarum og dansarum fer frá TP-húsinum, yvir móti Sparikassanum, KFUM&K, oman til EIK og yvir á Vágsbø - dansarar hita upp og fara at seta  dám á løtuna 14.00 Silvalandið letur upp 14.25     Øll luttakandi frá skrúgonguni/karnivalinum enda inn á Vágsbøi 14.30            Babou & Basim á Stóra palli 15.15    Klovnurin Tapé framførir á Silvalandinum 15.45     Kular Røtur framføra í Flags tjaldinum 17.00     Gyklarin Ásbjørn undirheldur á Silvalandinum 18.00     Silvi vitjar Silvalandi og toydýr ganga runt á Silvalandinum 19.00     Rógvi framførir í Silvalandinum, skemt, gykl og fjas 20.00     Klovnur, Gyklarin Ásbjørn og jonglørur vitjar á Silvalandinum 21.00     Kvøldseta við Rógva, eldblásara, gyklaranum Ásbjørn klovni, Tapé og gyklara