mánadagur 1. august 2011síða 70
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
38
Bilurin hesa vikuna
verður fastur táttur
í Vikublaðnum:
Lesarar eru
vælkomnir at
senda okkum
gamlar myndir
(helst myndir
sum eru eldri enn
umleið 1970)
saman við stuttum
teksti og onkrum
upplýsingum til
adressuna:
maggi@
sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Útróðrarbáturin Veðranes hevur í nógv
ár roynt við nót eftir sild og brislingi
í Sundalagnum, Skálafjørðinum og
aðrastaðni, har hugsandi hevur verið,
at fiskur er. Tað eru brøðurnir, Eyðun
og Friðjón Jacobsen í Hósvík, sum
hava átt og framvegis eiga bátin, ið
líka sum er vorðin ein bygdarmynd í
Hósvík og í Sundalagnum.
Tað eru nakrir fáir bátar sum
Veðranes, ið royna eftir sild og
brislingi inni á firðum og sundum,
og ein annar bátur er Katrin, sum er
heimahoyrandi í Søldarfirði.
Navnið á bátinum í Hósvík - Veðranes
VN 397 – stavar heilt aftur til 1975.
Hann er annars bygdur í Bremsnes
Båtbyggeri í Noregi í 1968. Fyrsta
navnið hann hevur undir føroyskum
flaggi er Hervør. Hetta var í 1972, tá
hann var heimahoyrandi í Sandavági.
Fakta
Navn: Veðranes
Smíðistaður/ár:
Bremsnes (1968)
Longd: 11,26 metrar
Breidd: 3,79 metrar
Motorur:
Thornycroft/ 179 HK
Framleiðsluár: 1990
Útgerðarmaður:
Eyðun Jacobsen
Veðranes fiskar
sild og brisling
Í nógv ár hava brøðurnir, Eyðun og Friðjón Jacobsen
í Hósvík, átt og rikið útróðrarbátin Veðranes, ið
hevur havt sama navn heilt síðan 1975
Pápin var ikki "spískasti"
knívurin í skuffuni:
Sonurin: - Pápi, kanst
tú hjálpa mær við eini
uppgávu í matematikk?
Pápin: - Ja, tað vil eg gjarna.
Hvat snýr uppgávan seg um?
Sonurin: - Eg skal finna
felagsnevnaran
Pápin: - Leita tit eftir honum
enn? Tað gjørdu vit eisini,
tá eg gekk í skúla
Magnus Gunnarsson
Bilurin hesa vikuna er ein Jowett
Javelin hjá Niclasi Niclasen í Havn.
Bilurin koyrdi sum hýruvognur á
bilstøðini Taxa í Kongagøtu. Niclas,
sum var útbúgvin bakari, hevði í
mong ár egið bakarí við Varðagøtu.
Hesir Jowett Javelin vórðu roknaðir
sum sera framkomnir bilar við
modernaðum designi tá í tíðini. Tað
var bilasølan John & Poul Joensen,
sum umboðaði Jowett bilarnar í
Føroyum. Ein Jowett Javelin frá hesi
tíðini er framvegis í Føroyum. Bilurin
er í kjallaranum á einum húsum á
Tvøroyri. Jowett Javelin vórðu gjørdir
á bilverksmiðjuni Jowett Cars Ltd
nærhendis Bradford í Onglandi frá
1947 til 1953. Tilsamans 23.000
bilar vórðu framleiddir hesi árini.
Bilurin hesa vikuna
Myndaeigari: Margreth Niclasen
Sonurin spyr pápan: - Hví
hava vit kirkjugarðar?
Pápin: - Eg veit ikki, men
tað hava vit altíð havt
Sonurin: - Jamen, tað er
ikki neyðugt. Eingin, sum
er inni, sleppur út - og
eingin, sum er úti, vil inn
Veðranes VN 397
á beding í Hósvík,
har Eyðun Jacobsen
hevur skift eitt pettið
av einum planka
Mynd: Jens Kristian Vang