mánadagur 1. august 2011síða 71
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
39
Frá vinstru:
Herman Eysturoy,
Bjartur Lamhauge,
Absalon Eysturoy,
Aksel Poulsen og
Elias Højgaard
Eydna Skaale
Alt byrjaði við, at teir settu sær sum
mál at koma upp á Búgvan. Tá tað
málið var sett, fóru teir at læra seg
at klintra, og teir gjørdust púra bitnir
av tí. Síðani Búgvan hava teir verið á
Heygadrangi, Risanum og seinast á
Trøllkonufingri, sum teir tó ikki komu
heilt uppá. Tá 15 metrar vóru eftir
upp á toppin, máttu teir gevast.
- Tað er sjálvandi harmiligt at skula
gevast, tá tað einans eru 15 metrar
eftir upp á toppin. Men vit høvdu tá
longu pressað sitrónina so nógv, sum
vit kundu. Tá høvdu vit klintrað í 18
tímar, tað var vorðið myrkt, og vit vóru
móðir, svangir og kaldir. Tí góvust vit,
greiðir Absalon Eysturoy frá.
Nógv
fólk
vóru
og
hugdu,
tá
havnarmenninir
bjóðaðu
Trøllkonufingri
av.
Hóast
málið
ikki varð nátt, so fingu teir bæði
lógvabrestir
og
hurraróp
frá
mannamúgvuni, sum var og hugdi -
bæði á landi og á báti.
- Vit eru allir ótrúliga glaðir fyri
høvið at klintra í Trøllkonufingri, og
Vágafólk eiga tøkk uppiborna fyri
teirra stóra stuðul, slær Absalon fast.
Mál og endamál
Absalon leggur dent á, at tað er ein
greiður munur á máli og endamáli.
- Vit rukku ikki málinum, men
endamálið hjá okkum var at sleppa at
klintra, at njóta føroysku náttúruna
og at hava ein góðan dag saman. Og
vit náddu endamálinum, hóast vit ikki
komu heilt upp á, vísir Absalon á.
Tað gekk væl uppeftir, men
seinastu 60 metrarnir vóru serstakliga
torførir, og myrkrið kom á teir.
- 15 metrar er ikki ein langur
teinur, men hann krevur nógva orku.
Og vit høvdu ikki nakra orku eftir tá.
Tá tú klintrar er neyðugt at hugsa
klárt og taka skjótar avgerðir. Og tá
tað brádliga tekur langa tíð at taka
avgerðirnar, tí tú ert so móður, er nokk
frægast at gevast, heldur Absalon.
- Vit høvdu kanska kunnað sovið
í Trøllkonufingri, eins og vit gjørdu
í Búgvanum, men vit høvdu onga
soviútgerð við okkum, tí vit vónaðu at
klára tað í einum, greiðir hann frá.
Óttin fyri hæddum
Fyri tey flestu er bara tankin um at
klintra í einum steyrrøttum bergi nóg
mikið til at gerast bangin.
Absalon
viðgongur,
at
allir
klintrarar helst gerast bangnir av og
á. Men tað ræður um ikki at vísa tað
fyri hinum. Óttin smittar nevniliga, so
tað ræður um at halda honum niðri.
- Tá tú ert vorðin móður, og tá tú
ert svangur ella tystur, so verður tú
lættari bangin. Og tað er jú ræðuliga
høgt, Trøllkonufingur er 313 metrar,
so sjálvandi hugsar man um hæddina
av og á. Men tá mugu hinir hjálpa til
og fáa viðkomandi at hugsa øðrvísi.
Tað fer tí nógv orka til at halda
geistinum
uppi
allatíðina.
Men
Absalon vísir á, at tað einans sleppa
fólk við, sum duga væl at klintra og
sum tora at pressa seg sjálvi.
Tað hjálpir eisini, at teir bert seta
sær smá mál á leiðini upp.
- Tá tú byrjar at klintra nyttar
einki at hugsa um toppin. Tú mást
allatíðina seta tær smærri mál, sum tú
arbeiðir fram ímóti, og sum tú gleðir
teg til at náa. Tá vit koma í torførar
støður, samráðast vit um, hvussu vit
frægast loysa tær fyri at koma víðari.
Tað hjálpir nevniliga væl, at tú hevur
annað at hugsa um enn óttan.
Drívmegin
Absalon sigur, at klatringin er ein
blanding
av
útilívi,
kroppsligari
avbjóðing og tekniskari avbjóðing.
Teir vilja fegnir gera ekspeditiónir,
tvs klintra, har eingin leið er slóðað
frammanundan.
- Eg haldi, at nógv fólk hava
stórt potentiali, men tað eru fá,
sum veruliga duga at útnytta tað.
Tey flestu skava bara eitt sindur í
yvirflatuna. Eg haldi, at tá tú klintrar,
fært tú roynt teg sjálvan á ein serligan
hátt. Tað vísir seg eisini, at tá fólk
koma undir trýst í langa tíð sæst, hvat
veruliga býr í teimum, heldur Absalon.
Hann
viðgongur,
at
hann
fyrstu dagarnar eftir royndina í
Trøllkonufingri als ikki hevði orku at
hugsa um ein nýggjan túr.
- Eg var púra fyrilagstur, tá vit
komu heim aftur. Vit fóru úr Havn
kl 8 um morgunin og komu aftur kl
8 morgunin eftir. Men nú, tá eg havi
fingið eitt sindur av fjarstøðu til túrin,
eri eg farin at hugsa um at fara aftur
komandi summar. Eg haldi, at allir,
sum vóru við, hava tað á sama hátt.
Trøllkonufingur
var
einasta
ekspeditiónin á skránni í summar.
Hetta til komandi summar fara teir at
halda á at venja fleiri ferðir um vikuna,
umframt at taka skeið og gerast betri
til trygd, knútar og teknikk.
Men komandi summar venda teir
sterkt aftur og vænta tá bæði at náa
endamálinum og málinum.
eydnaskaale@hotmail.com
Knógva Trøllkonufingur
komandi summar
Í farnu viku royndu fimm mans at klintra upp á Trøllkonufingur. Tá 15 metrar vóru eftir upp
á toppin, máttu teir gevast. - Vit ætla okkum upp aftur á Trøllkonufingur komandi summar,
og tá vænti eg, at vit klára tað, sigur Absalon Eysturoy, sum var ein av teimum fimm
Søga ÚR
Trøllkonufingri
Einaferð tá krón
prinsurin var og
vitjaði, var ein hús
kallur í Sandavági,
sum klintraði upp í
Trøllkonufingur og
veittraði til hansara av
toppinum, tá kongs
skipið sigldi framvið.
Húskallurin klintraði
niðuraftur í øllum góð
um, men varnaðist tá,
at hann hevði gloymt
annan vøttin eftir
uppi á tindinum.
Hann klintraði tá enn
einaferð upp, tí hann
ætlaði sær eftir vøtti
num aftur. Tað var
tó betri ógjørt, tí tá
datt hann oman.