mikudagur 3. august 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Hóast tað fall floks
leiðsluni í Javnað
arflokkinum
fyri
bróstið,
at
Levi
Mørk, býráðslimur
í Havn fyri Javnað
arflokkin og valevni
til
løgtingsvalið,
setti fram fasistisk
sjónarmið á Face
book í sambandi við
yvirgangsatsóknina
í Oslo, so hevur Heð
in Mortensen, borg
arstjóri, ikki trupul
leikar at samstarva
við Levi Mørk.
Heðin Mortensen
sigur, at hann hevur
tosað við Levi Mørk, og hev
ur fingið at vita, at Levi Mørk
er framhaldandi sinnaður at
arbeiða saman við og stuðla
Javnaðarflokkinum í býráð
num. Sostatt verður einki
broytt í Tórshavnar býráð.
Heðin Mortensen sigur, at
Levi Mørk hevur sagt nøkur
óheppin ting, men er síðani
komin við eini umbering, og
at hann torir at taka eina
slíka umbering til eftirtekt
ar og halda áfram við at sam
starva við Levi Mørk.
– Men eg havi bara tosað
við Levi Mørk. Eg havi einki
hoyrt
frá
starvsnevndini
hjá Javnaðarflokkinum, og
gangi út frá, at eg hoyri frá
teimum, um tey hava nøkur
onnur sjónarmið, sigur Heð
in Mortensen.
Ikki er greitt, hvat floks
leiðslan hevur sagt við Levi
Mørk. Men eftir at floks
leiðslan hevur viðgjørt út
talilsini, hevur Levi Mørk
tikið seg aftur sum valevni
til løgtingið og meldað seg
úr flokkinum.
Sostatt er greitt, at hann
kann ikki stilla upp aftur fyri
Javnaðarflokkin til býráðs
valið næsta ár , tá hann hevur
meldað seg úr flokkinum.
Í ólavsøkurøðuni kunngjørdi løgmað
ur, at hann ikki longur heldur fast
við valdagin 19. januar. Hann segði,
at um tíðin í heyst fer at verða brúkt
til partapolitikk og persónligan løtu
vinning, so tekur hann avleiðingina
og skrivar út val.
Annars var løgmansrøðan ikki so
nógv øðrvísi enn løgmansrøður flest.
Men nøkur mál eru, sum fara at elva
til eitt heyst, sum verður merkt av
politiskum stríði. Meðan stjórnar
skipanaruppskotið tykist vera lagt
til viks, so er løgmaður greiður í máli
num um fiskidagarnar. Hann sigur, at
árligi bardagin um fiskidagarnar skal
halda uppat, at fiskastovnarnir skulu
gagnnýtast á ein burðardyggan hátt.
Hann leggur dent á síni sjónarmið við
at siga, at vit ikki kunna liva við eini
fiskidagaskipan, har politisk togtog
an er avgerandi fyri talið á fiskidøg
um heldur enn vísindalig tilmæli.
Hann sigur semju vera gjørda við
Tjóðveldi og Framsókn um at um
skipa fiskivinnuna, har endamálið er
at gera eina nýggja skipan, sum skal
koma í staðin fyri verandi skipan við
loyvisrættindum, ið ganga út í 2018.
Annað mál er kommunureformur
in – málið um nýggja kommunubygn
að. Hetta málið hevur verið skundað
ígjøgnum við stuttum hoyringsfreist
um í summar, og er nú lagt fram á
ting. Men málið hevur fingið sera
drúgva viðgerð, um vit hugsa um til
gongdina, sum byrjaði tíðliga í nítiár
unum. Tað tykir, sum løgmaður nú vil
skera ígjøgnum, so nýggjur kommun
ubygnaður verður klárur til komm
unuvalið næsta ár. Hetta er eisini ein
reformur, sum fær stóran týdning, og
sum full semja valla er um.
Av øðrum málum nevnir hann
eitt nú, at tey trý sjúkrahúsini skulu
leggjast undir eina leiðslu. Hetta
plagar ikki at fara friðarliga aftur
við borðinum -– tí bæði á Tvøroyri og
serliga í Klaksvík plaga tey at leggja
ring um sjúkrahúsið, sum bestemt
ikki skal stýrast úr Havn.
So er tað pensjónsreformurin, sum
eisini verður lagdur fram. Her tyktist
ikki valda semja – men í løglistanum
verður so víst til hesa semju, so løg
maður hevur helst mót uppá eisini at
fáa hendan reformin ígjøgnum.
Um tað ber til at fáa allar hesar
reformar ígjøgnum, tað fer bara tíð
in at vísa.
Men løgmaður hevur fingið sær
eitt gott alibi við at hótta við at
skriva út val. Hetta kann vera tí, at
hann leggur trýst á, men tað kann
eisini vera tí, at hann ikki trýr upp
á, at tað ber til at fáa hesar reform
ar ígjøgnum. So vit fáa uttan iva eitt
lívligt heyst.
Og skulu vit gita, so skrivar hann
út val í september ella oktober. So
verður nýggj samgonga skipað, sum
kann gera eina nýggja fíggjarlóg fyri
næsta ár. Og tann samgongan tykist
longu vera í pottinum – verandi sam
gonga saman við Tjóðveldinum og
Framsókn.
Løgmaður hevur fingið sær
alibi at skriva út val í heyst
55 milliónir og 679 túsund
krónur. Tað er lønin, sum
stjórarnir fáa í »25 teimum
stjóravinarligastu fyritøku
num í Føroyum«.
Nummar eitt er TF Hold
ing. Men somu menn eru
stjórar í Tryggingarfelag
num Føroyar sum er numm
ar 16. Teir fáa tilsamans
góðar sjey milliónir í løn.
Tølini eru úr dátabasa
num hjá www.vinnuvitan.
biz. Og sigast skal, at har
eru higartil innkomnir 611
roknskapir fyri 2011, so hes
in listin kann broytast, tá
allir eru innkomnir.
55,7 milliónir
til 31 stjórar
Løgtingsval í heyst
Heima
hjálp má
virka eftir
ætlan
Ingrid S. Henriksen
kjak á síðu 12
Læna
til vælferð
Edmund Joensen
kjak á síðu 13
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Góðtekur tað,
sum flokkurin
ikki góðtekur
1 TF Holding P/f
5.651.000 krónur (2 stjórar)
2 Fútaklettur P/f
5.501.000 krónur (1 stjóri)
3 BankNordik P/f
5.195.000 krónur (2 stjórar)
4 Norðoya Sparikassi
4.410.000 krónur (1 stjóri)
5 Havsbrún P/f
3.498.000 krónur (1 stjóri)
6 Mest P/f
2.486.000 krónur (1 stjóri)
7 Nema P/f í samanlegging 2.434.000 krónur (2 stjórar)
8 Magn P/f
2.304.000 krónur (1 stjóri)
9 Rich. B. Thomsen & Søn 2.031.000 krónur (1 stjóri)
10 Smyril-Line P/f
1.900.000 krónur (1 stjóri)
11 Atlantic Petroleum P/f 1.832.000 krónur (1 stjóri)
12 S.M.S. P/f
1.740.000 krónur (2 stjórar)
13 Effo P/f
1.732.000 krónur (1 stjóri)
14 Formula P/f
1.602.000 krónur (2 stjórar)
15 Palli hjá Mariannu P/f
1.429.000 krónur (1 stjóri)
16 Tryggingarf. Føroyar P/f 1.418.000 krónur (2 stjórar)
17 Telefonverkið P/f
1.393.000 krónur (1 stjóri)
18 Føroya Lívstrygging P/f 1.358.000 krónur (1 stjóri)
19 Tavan Sp/f
1.291.000 krónur (1 stjóri)
20 KJ Hydraulik P/f
1.251.000 krónur (1 stjóri)
21 Vónin P/f
1.085.000 krónur (1 stjóri)
22 Arbeiðsloysisskipanin
1.083.000 krónur (1 stjóri)
23 Betri Pensjón P/f
1.035.000 krónur (1 stjóri)
24 FT Samskifti P/f
1.012.000 krónur (1 stjóri)
25 Poul Hansen P/f
1.008.000 krónur (1 stjóri)