mikudagur 3. august 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88
6
Sosialurin
Hava
goldið sítt
Sea Shepherd hevur nú goldið
»loysigjaldið« fyri at fáa skipið
Steve Irwin leyst frá bretsku
myndugleikunum í Hetlandi
Rólant Waag Dam
Skipið hevur verið afturhildið í havnini í Lerwich
í meira enn tvær vikur. Sea Shepherd varð álagt at
gjalda 520.000 pund í trygd fyri at fáa skipið leyst,
eftir at eitt felag á Malta hevði lagt endurgjaldskrav
móti skipinum, sum er á veg til Føroya at stríðast móti
grindadrápi.
Paul Watson váttar fyri Sosialinum, at trygdin nú er
goldin og at at skipið fer úr Lerwick í dag.
Felagið á
Malta hevur kravt 760.000 evrur frá Sea Shepherd, eftir
at Steve Irwin skaddi tunfiskaveiðu hjá einum skipi
hjá felagnum í eini atsókn í fjør.
Eftir øllum at døma
er Sea Shepherd felagsskapurin sloppin við at gjalda
eina minni upphædd enn hana, sum upprunaliga varð
kravd sum trygd.
Men Paul Watson er sambært BBC
Scotland vísur í, at tey fáa peningin aftur frá bretsku
myndugleikunum:
- Hetta er bara enn ein roynd at gera okkum ónáðir.
Vit hava lært at verja okkum móti slíkum gjøgnum
árini, segði Paul Watson.
Fara úr Het
landi í dag
Stewe Irwin hevur verið
afturhildin í Hetlandi seinastu
vikurnar. – Vit hava gjørt
okkara og fingið pengarnar
til vega, og tí stevnir Stewe
Irwin móti Føroyum í dag,
sigur Paul Watson
Rólant Waag Dam
Paul Watson er ikki staddur í Hetlandi, har skipið
»Steve Irwin« hevur verið afturhildið seinastu
vikurnar. Skipið loysir í dag, og tað verður uttan Paul
Watson umborð.
Shetland News skrivar, at hann er í Australia
á fyrilestrarferð, og at hann flýgur til Hetlands
fríggjadagin – og verður flogin út á »Steve Irwin« við
tyrlu. Aðrastaðni á hesum síðum greiðir Paul Watson
frá, just nær og hvussu hann kemur til Føroya.
Skipið hevur tyrlu og tyrlupall umborð.
Umborð
á »Steve Irwin« eru 40 umhvørvisaktivistar – og teir
skulu allir við til Føroyara, har skipið »skal hjálpa
Birgitte Bardot at steðga árliga grindadrápinum«.
– Nú er trygdin goldin og vit hava fingið loyvi
at loysa, sigur Paul Watson við Sosialin í dag.
Við
Shetland News hevur hann eisini sagt, at hann er
sera fegin um móttøkuna, sum mótmælisfólkini
hava fingið í Føroyum hesar seinastu vikurnar.
- Eingin hvalur er dripin, meðan Birgitte Bardot
hevur verið har. Vit gera stór framstig við at tosa við
fólkið. Eg haldi, at vit hava stóran stuðul til okkara
uppgávu í Føroyum. Vit kenna tað eisini stimbrandi,
at rættiliga nógv fólk í Føroyum ikki eru nøgd við
grindadrápið, segði hann sambært Shetland News.
Rólant Waag Dam
Paul Watson hevur ongantíð
sett fót sín á føroyska jørð.
Ivasamt er, um hann fer at
gera tað á hesum sinni, nú
hann kemur til Føroya leyg
ardagin.
- Eg flúgvi til Hetlands og
verði so flogin víðari umborð
á
Stewe
Irwin,
fortelur
Paul Watson úr telefonini í
Avstralia.
Paul Watson var fáorðað
ur, tá vit høvdu hann á máli,
men hann ger greitt, at hann
ikki óttast at koma henda
vegin.
- Eg eri ikki bangin fyri
at koma til Føroya. Eg havi
hoyrt, at eg eri eftirlýstur,
men eg dugi ikki at siga hví
og fyri hvat, sigur hann. Eftir
prátinum at døma er eyðsæð,
at Kaptein Watson, sum tey
kalla hann, ikki hevur lisið
væl uppá.
Oddamaðurin í Sea Shep
herd hevur nevniliga frítt at
fara, tá hann kemur henda
vegin, sum tað stendur at
lesa aðrastaðni á hesum síð
um.
- Men verði eg handtikin,
so ger tað einki. So verður
bara uppaftur meiri ljós
varpa á Sea Shepherd, og í
síðsta enda tænir tað okkara
endamáli.
Røkka longri við
Stewe Irwin
Tá Paul Watson, Stewe Irwin
og Brigitte Bardot eru savnað
í Føroyum, telur bátafylgið
hjá Sea Shepherd kring
oyggjar okkara tveir bátar.
Sambært Paul Watson er tað
ikki óneyðugt oysl at koma
henda vegin við tveimum
bátum.
- Við Stewe Irwin aftrat
Brigitte Bardot røkka vit
nógv longri. Okkara endamál
á túrinum er at bjarga hval
um. Við tveimum bátum er
lættari hjá okkum ferðast
kring oyggjarnar, finna grind
og fáa hana burtur aftur,
greiðir Paul Watson frá.
Torir ikki
at flúgva
til Føroya
Paul Watson kemur til Føroya leygardagin. Men hann
torir ikki at flúgva her til. – Eg flúgvi til Hetlands og
síðani víðari við tyrlu umborð á Stewe Irwin