mikudagur 3. august 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88
Sosialurin
Leo Poulsen
Fyrrverandi
landsstýris
kvinnan harmast um, at tað
privata mátti sleppa endan
um.
– Hetta hevði verið tann
besta leiðin at ganga, nú fíggj
arligu umstøðurnar eru, sum
tær eru, og tú hevði sloppið
undan at darva landskassan
við at taka lán, sigur Annika
Olsen.
Hinvegin heldur hon, at
tað eru aðrir møguleikar
enn tann, John Johannesen
vísir á.
Tað er møguleiki at bjóða
konsessiónina út at gera og
reka sjálvan tunnilin. – Sam
stundis er tað av stórum
týdningi, at John Johanne
sen hugsar seg væl um og
ikki fer út at taka lán upp á
eina heila milliard, og leggur
uppaftur fleiri byrðar á
skattaborgaran, sigur Annika
Olsen.
Hon heldur tað hava
stóran týdning, at ein breið
politisk semja fæst um hesa
verkætlanina, sum ber á
mál.
– Ætlanin hjá John Jo
hannesen at leggja tunlar
nar saman í eitt felag kann
í fyrstu atløgu tykjast skila
gott, men har skulu vit
minnast til, at tað eru gjørd
ar politiskar avtalur og givin
politisk lytir, bæði til vága
fólk og norðoyingar um, at tá
hesir tunlarnir eru útgoldnir,
skal tað verða ókeypis at
koyra gjøgnum teir, sigur
Annika Olsen.
Hon heitir tí á John Jo
hannesen um at kalla allar
flokkar saman at viðgera
hesa verkætlanina neyvari,
og fáa eina breiða politiska
semju um málið.
– Tað, sum hevur eyðkent
málið seinastu árini, er, at
verkætlanin
hevur
skift
millum privat og alment, líka
ofta, sum politiska skipanin
hevur skift samgongu. Og
tað er ógvuliga óheppi, tá vit
tosa um størstu verkætlan í
Føroya søgu til eina milliard
krónur, sigur Annika Olsen.
Hon heldur tað hava stór
an týdning, ikki at verða ov
bráðræsin við at melda út, at
vit nú skulu hava eitt sam
haldsfast undirsjóvar sam
ferðslukervi.
– Eg skal tí heita inniliga
á landsstýrismannin um at
tryggja sær, at baklandið er í
lagi, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at tað skal
eingin ivi vera um, at í henn
ara verð er tað av stórum
týdningi, at vit fáa ein Skála
fjarðartunnil, tí tað er ein
neyðug og samfelagsgagnlig
íløga.
– Eg vil bara hava, at
tað verður gjørt á rættan
hátt, sigur Annika Olsen,
fyrrverandi
landsstýris
kvinna í samferðslumálum.
Leo Poulsen
Nú er ljós fyri framman.
Gerhard
Lognberg,
ið
meiri enn nakar annar hev
ur verið ímyndin at einum
Sandoyartunli, fegnast um
úttalilsini hjá John Johanne
sen um, at allir undirsjóvar
tunlar skulu leggjast í eitt
felag.
Eg havi vitað um hesa
ætlanina í eina tíð, og fyri
mær eru hetta ógvuliga
positiv tíðindi. Soleiðis sum
eg síggi tað, er hetta einasti
máti at fáa framt ætlanina
um Sandoyartunnilin í verki,
sigur Gerhard Lognberg.
Hann heldur, at tað sakt
ans ber til at byggja Skála
fjarðartunnilin og Sandoy
artunnilin mest sum í senn.
Nú er hetta so mikið nýtt,
at eingin endalig støða er
tikin enn, men tað skuldi
saktans borið til at bygt báð
ar tunlarnar í senn, sigur løg
tingsmaðurin.
Hann vísir á, hvussu tað
ávirkaði fólk positivt, tá tosið
um ein Sandoyartunnil tók
seg upp fyri nøkrum árum
síðani, men at alt dovnaði
niður aftur so hvørt sum tíði
leið, og einki hendi.
Tí er hetta ógvuliga hugalig
tíðindi fyri sandoyarfólk, og
hetta fær uttan iva fólk at
umhugsa at koma heim aftur
til Sandoynna, sigur Gerhard
Lognberg.
Hann vísir eisini á ótilandi
støðuna við Teistanum.
Tað er í heilum, at Teistin
liggur fyri eitt brek ella
annað, og tað er í stóran mun
við til at reka fólk av oynni.
Tað er ógjørligt at leggja
nakrar ætlanir, tí tú kanst
ongantíð kenna teg tryggan
í, at flutningur fæst til ella av
oynni, sigur Gerhard Logn
berg.
Men nú hómar hann so
ljós fyri framman.
Einasti møguleiki
Gerhard Lognberg fengnast stórliga um fráboðanina hjá John Johannesen
um, at allir undirsjóvartunlarnir skulu laggjast saman í eitt felag. -
Hetta er einasti mátin at tryggja Sandoyartunnilin, sigur hann
Tað privata ein
møguleika aftrat
Annika Olsen, ið hevur umsitið samferðslumál í hálvttriðja ár í landsstýrinum, ivast stórliga í, um tað
er rætt at leggja allar undirsjóvartunlar í eitt felag. Tað privata átti at fingið ein møguleika afttrat
TØKK
Hetta er ógvuliga positivt og einasti
mátin at fáa ein Sandoyartunnil
Skálafjarðartunnilin er ein neyðug og samfelagsgagnlig
íløga. Hon skal bert gerast á rættan hátt