Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88 4 Sosialurin Verandi tunlar fíggja komandi Leo Poulsen Eftir at tað privata initia­ tivið í níggju ár hevur ar­beitt við ætlanini um at byggja in tunnil und­ir Kaldbaksfjørð og Tanga­ fjørð millum Streym­ oynna og vestara arm á Skálafjørðinum, máttu teir í gjár tveita hand­ klæðið í ringin. Tað var ógjørligt at fáa fígging. Hetta hevur í eina tíð ligið í luftini, og tí hevur landsstýrismaðurin í sam­ferðslumálum, John Johannesen – sum alla tíðina hevur verið ímóti privatu verkætlanini – í eina tíð arbeitt við mál­ in­um. Og hann hevur funnið eina loysn. Við at leggja verandi undirsjóvartunlar – Vága­ tunnilin og Norðoya­ tunn­ilin – saman, fæst eitt væl sterkari felag enn tey bæði hvør sær eru tilsamans. Tað verð­ ur tí lætt hjá hesum sterka felag at útvega fígg­ing til at byggja Skála­fjarðartunnilin, sigur John Johannesen. Landsstýrismaðurin hevði møguleikan at bjóða verkætlanina út í almennum útboði, men valdi ikki at troyta hend­ an møguleikan. Hann heldur kortini ikki, at ein flyting av ognarviðurskiftinum í verkætlanini fer at seinka Skálafjarðartunlinum. Skálafjarðartunnilin ikki sleptur upp á fjall Mynd: Álvur Haraldsen UNDIRSJÓVARTUNLAR Í gjár var so endaliga greitt, at Skálafjarðartunnilin verður ikki ein privat verkæltlan. Men ætlanin er ikki slept, nú skulu verandi undirsjóvartunlar leggj­ast saman í eitt felag, sum skal byggja fyrst Skála­fjarðar­tunnilin og síðani Sand­oyar­tunnilin Leo Poulsen Heta er eitt greitt brot á gjørd­ar avtalur. Tað sigur Gunvá við Keldu, nú John Johannesen hev­ur boðað frá, at verandi undirsjóvartunlar skulu verða fíggjarliga grundarlagið undir byggingini av fyrst og fremst Skálafjarðartunlinum, men seinni eisini Sand­oyar­ tunlinum. ­– Avtala varð gjørd um, at eftir 15 árum skuldi verða frítt at koyra gjøgnum tunnilin, og tað hevur eitt blómandi vinnulív í Norðoyggjum lagt sínar ætlanir eftir, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at verður farið inn í eitt annað konsept nu, so er talan um eitt greitt av­ talubrot við partar av land­ inum, sum tey als ikki kunnu góðtaka. – Eg haldi, at hetta er bein­leiðis at vanvirða stórar partar av Føroya fólki. Hartil avlagar tað kappingarførið hjá vinnulívinum í Norð­ oyggj­um, um gjørdar avtalur um fría farleið eftir 15 árum verður skrykt burtur, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur tó, at tað kundi ljóða rímiligt, at mið­ staðarøkið í størri mun skal verða við til at gjalda tunl­ ar­nar. – Nú er hetta uppskotið so mikið nýtt, og er íkomið eftir, at felagið, ið stóð aftan fyri Skálafjarðartunnilin hevur givið skarvin yvir. Men tú kanst ikki – heldur ikki reint moralskt –broyta eina av­ talu, sum landið hevur gjørt við partar av landinum, sigur Gunvá við Keldu. Hon heldur eisini, at Skála­fjarðartunnilin verður ein tunnil, sum fer at geva so mikið nógvar inntøkur, at tað átti at verið óneyðugt at drigið hinar tunlarnar inn í myndina. – Hvar vóru hesar rødd­ir­ nar, tá Vágatunnilin og Norð­ oyatunnilin komu? Spyr Gun­vá við Keldu. Hon heldur, at tað eru ringu tíðirnar, sum hava verið, eiga skuldina av, at stígur er komin í verkætlanina um ein Skála­fjarðartunnil. – Men eg heldi greitt, at hildið átti at verið fram við einari privatari loysn, serliga tá vit vita, hvussu hart spent­ir skattaborgararnir eru. So at áleggja teimum eina so stóra almenna skuld er burtur úr vón og viti, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík. Brot á gjørdar avtalur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, er alt annað enn fegin um, at ætlanin nú er at verandi tunlar skulu fíggja Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin Hetta er at bróta gjørdar avtalur