Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88 Sosialurin Randi Jacobsen Hæ Gosi er navnið á einm íslend­skum kortspæli, og tað er eisini heitið á eini sjónvarpsrøð, sum verður at síggja í Íslandi og vænt­andi eisini í Føroyum í heyst. Røðin verður í tveimum pørtum, og mánadagin kom eitt stórt lið av sjón­varps­ fólkum úr Íslandi tl Føroya at gera upptøkur. Upptøkurnar í Føroyum verða um eina føroyska hár­ fríðkanar­kvinnu, sum hevur búð í Íslandi í áravís, men skilir seg frá manninum og fer aftur til Føroya. Maðurin kemur við pápa sínum til Føroya at finna kvinnuna. Søgan um familj­ una er, at pápin hevur verið giftur í 40 ár, kemur hann út úr skápinum sum sam­­kynd­ ur, tá ið konan er deyð. Tað er ikki so lætt hjá synu­num at góðtaka, at mamman, sum er deyð, verður skift út við ein mann. Meira vil Maria Ellingssen, sum er av føroyskari ætt og er leikstjóri, ikki siga enn um sjónvarsrøð sína. randi@sosialurin.fo Gera upptøkur í Føroyum Maria Ellingssen er komin úr Íslandi til Føroya at gera nakar upptøkur til eina ílsenska sjónvarpsrøð Randi Jacobsen Ógreiða er framvegis um, hvussu verður við útbygg­ ingini av flogvøllinum í Vág­ um, eftir at vrkið spreingi­ evni varð funnið har í sein­asta mánaði. Fyribils er alt enn ein spurningur um trygd og ábyrgd. Við útvarpið hjá Kring­ varpinum segði Steinálvur Petersen, stjóri í J & K Peter­ sen, at fyritøkan er kom­in í óføri, tí uppdagingin hevur við sær, at tilboð teirr als ikki kann halda. Tilboðið varð givið út frá skeivum fortreytum. Í dag hevur Steinálvur Petersen ikki hug at gera nakr­ ar viðmerkingar, tí fundir eru millum arbeiðsánaran, sm er Vága Floghavn, arbeiðs­ takar­an J & K Petersen og Arbeiðseftirlitið, og stað­fest­ ast skal, hvør hevur ábyrgd­ ina, og hvussu arbeiðast skal víðari. Aðrar keldur siga, at í gjár komu fram upplýsingar um, á hvussu stórum øki sprongt varð seinast í 70-árunum, tá ið flogvøllurin seinast varð útbygdur. Økið er næstan tvær ferðir so stórt, sum áður upplýst. Tær upplýsingarnar vóru til, men eru ikki lagdar fram fyrr enn nú. Ólukka kundi hent Síðan 7. juli er meira virkið spreingievni funnið, og ein kelda sigur, at tað er eitt undur, at ikki okkurt óhapp er hent. Keldur siga, at tað, sum er komið undan kavi, er ein vanlukka fyri arbeiðstakaran, sum ikki fær arbeitt víðari. Haraftat er tilboð teirra ikki í familju við støðuna, sum hon nú sær út. Hvussu slepst víðari, er enn ógreitt. Fundur er aftur í dag millum partarnar. Arbeiðseftirlitið hevur ein virkn­an leiklut í øllum, tí tað snýr seg um spreingievni. Spreingievni eru eisini dálk­ andi, og í kemur Um­hvørvis­ stovan óivað eisini upp í leikin. randi@sosialurin.fo Lívshættisligt øki við flogvøllin Ein serfrøðingur mælir til at steingja eitt stórt øki við flogvøllin, har flogvøllurin skuldi útbyggjast Føroyskir leikarar eru við í íslendsku  sjónvarpsrøðini. Her siggja vit Erling Eysturoy saman við leikstjóranum Mariu Ellingssen, sum eisini spælir við Mynd: Vera Pálsdóttir Speingievni er funnin á økinum, og málið er eisini spreingievni, tí ábyrgdin skal staðfestast, og økið tryggjast