mikudagur 3. august 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Sosialurin hevur sett sær
fyri teir næstu blaðdagarnar
at varpa ljós á sonevnda strá
mannavirksemi í føroyskum
vinnulívi.
Ein orsøk er, at røddir
eru frammi um, at hetta
virksemi nú er so mikið
umfatandi,
at
tað
kann
fara at koma vanligum før
oyskum vinnuvirksemi og
samfelagnum øllum aftur
um brekkur. Serliga verður
hugsað um vinnuvirksemi,
sum fevnir um rávøru úr
føroyskum sjógvi og úr økj
um, har Føroyar hava fiski
rættindi aftur fyri býtisfisk
úr føroyskum sjógvi.
Tað er alment kent, at ein
fittur partur av heimligum
føroyskum vinnulívi á sjógvi
og landi í dag verður fíggj
aður við útlendskum pen
ingi.
Eingin ger íløgur í Før
oyum, tí tey eru so góð við
føroyingar, men tí, at hesar
íløgur væntast at geva avlop
og íkast til, at fíggjandi fe
løgini kunnu styrkja sítt
grundarlag og gerast enn
størri og sterkari.
Ymiskt man vera, hvat
liggur eftir í Føroyum, tá
útlendsk
fíggjarorka
ella
arbeiðsmegi verður brúkt
í vinnuvirksemi í Føroyum
ella við skipum, sum antin
virka í føroyskum sjógvi ella
sigla upp á føroyskar havnir.
Hetta veldst sjálvandi alt um,
hvat virksemi talan er um.
Ein »ventilur«
Taka vit farmaskipið Silver
Fjord,
sum
seinnu
árini
hevur siglt við fiski úr Før
oyum og niður á skotska
marknaðin, er manningin
útlendsk. Kortini má metast,
at ein slík farleið og ein slík
ur útflutningsmøguleiki í
prinsippinum er við til at
halda uppi prísinum á før
oyskum fiski, sum seldu
verður
á
Fiskamarknaði
Føroya. Um hesin »ventilur«
ikki var, samstundis sum
fáir keyparar eru í Føroyum
av eitt nú hýsu, høvdu fiska
prísirnir helst ligið væl lægri,
enn teir gera. Sama er við
øðrum fiskasløgum, sum eru
áhugaverd á útlendska mark
naðinum.
Manningin við Silver Fjord
er útlendsk, men farleiðin er
kortini við til at gera, at før
oysk fiskiskipavinna fær
meiri í ”posan”, og soleiðis
liggja eisini fleiri skattakrón
ur eftir í Føroyum, umframt
tað skrivstovu-og pakkivirk
semi, sum her verður skapt.
Fiskatilfeingi
Flyta vit okkum til útlendska
áhugan fyri føroyskum fiska
tilfeingi, er støðan helst eitt
sindur øðrvísi. Her er tað
serliga virkið Faroe Pelagic í
Kollafirði, sum hálendingar
eiga, ið er sera sjónligt. Sama
er við teimum stóru mót
tøkuskipunum, sum liggja
Strámanna
virksemi – av tí
góða ella ónda
Útlendski áhugin fyri føroyskum fiskatilfeingi er stórur. Uppi á landi er tað serliga virkið Faroe Pelagic
í Kollafirði, sum hálendingar eiga, ið er sera sjónligt. Sama er við teimum stóru móttøkuskipunum, sum
liggja á feltinum og keypa makrel, sum ongantíð kemur upp á land – og enn minni kemur til virkingar í
Føroyum. Tað eru tey, sum halda, at tað strámannavirksemi, sum fer fram í Føroyum í dag, fer at gera enda
á okkum. Hetta er tó ikki eitt einfalt mál, men ein støða, sum ivaleyst hevur nógvar ymiskar tættir
Eitt av uppisjóvarskipunum
hjá gøtumonnum landar til
móttøkuskip á opnum havi
Mynd: Varðin
Skulu vit sum sam
felag sláa okkum til
tols við, at ikki ein nógv
størri partur av tí veld
uga tilfeingi, sum uppi
sjóvarfiskurin er, ikki
kemur til virkingar í Før
oyum