mikudagur 3. august 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88
Sosialurin
á feltinum og keypa makrel,
sum ongantíð kemur upp á
land – og enn minni til virk
ingar í Føroyum.
Tað er ein velduga stór
nøgd av fiski, sum verður
innfryst á Faroe Pelagic og
fer óvirkað av landinum.
Eftir liggja tó í fyrsta lagi
nøkur havna-og vørugjøld til
kommununa, landingarlønir
til føroysk verkafólk og lønir
til tað pakki-og frystivirk
semi, sum er á virkinum.
Faroe Pelagic keypir nógv
an gulllaks og onnur uppi
sjóvarfiskasløg og serliga nú,
síðan Føroyar fóru at áseta
sær eginkvotu av makreli, tí
semja ikki er millum stranda
londini um býtið, verður
nógvur makrelur landaður í
Kollafirði.
Men tað er ikki bara í
Kollafirði, at makrelur verður
landaður. Úti á fiskifeltinum
liggja eisini stór móttøkuskip,
sum
keypa
makrel.
At
kapping er í millum virkið á
landi og móttøkuskip á hav
inum, er so eisini ein ávís
trygd fyri, at prísir ikki verða
avtalaðir, sum aftur hevði
gingið út yvir prísirnar til
skip og manningar.
Gott ella ringt
Tann spurningur, sum Palle
ba og Marsanna seta sær í
dag, er, hvør endin verður
á øllum hesum – og skulu
vit sum samfelag bara sláa
okkum til tols við, at ikki ein
nógv størri partur av hes
um velduga tilfeingi, sum
uppisjóvarfiskurin er, ikki
kemur til virkingar í Føroy
um?
Í nógv ár hava Føroyar
hava fiskavirkir kring um
í landinum, sum serliga ar
beiddu botnfisk undan Før
oyum. Hetta gav útjaðaranum
eina vón um lív og framtíð.
Umframt dugnaligar kvinn
ur við flakaknívinum, var
vanligt, at eitt nú uppilagstir
fiskimenn kundu fáa nøkur
góð ár á hesum virkjum.
Eisini var vanligt, at skúla
ungdómur tók eina hond í
eftir skúlatíð – ella í summ
arfrítíðini. Í dag eru hesi
vanligu fiskavirkini nógv
færri í tali, og grundarlag
er neyvan fyri nógv fleiri
enn teimum verandi, um tey
framhaldandi skulu byggja
sína tilveru á botnfisk undan
Føroyum.
Stór tøk
Tað er sjálvandi ikki bara
sum at siga tað at leggja
lunnar undir meirivirking av
uppisjóvarfiski. Hetta krevur
bæði tíð, hugflog, pening og
eitt fólkagrundarlag.
Líkt er tó til, at fáur í løtuni
sær teir veldugu møguleikar,
ið áttu at ligið í nýggjum
framleiðsluvirksemi á landi.
Tað hevur verið uppá tal,
at okkurt av verandi fiska
virkjum fór at gera onkrar
royndir við makreli, men
eftir hvat skilst, eru hesar
ongan veg komnar enn. Hetta
er eisini bara annað árið á
rað, at Føroyar hava tillutað
sær eginkvotu sum merkir,
at samlaða ráfiskatilfeingið
undan Føroyum er økt so
ógvusliga, sum talan í veru
leikanum er um.
Fekst líkinda prísur fyri
makreltilfeingi,
sum
nú
er atkomiligt í føroyskum
sjógvi, hevði hetta havt eitt
nógv størri virði enn allur
botnfiskurin
undan
Før
oyum.
Tá ábreiðslur í sínari
tíð regnaðu niður yvir tey,
sum dittaðu sær at senda
óvirkaðan botnfisk av land
inum, er tann ráfiskanøgd,
sum talan tá var um, lítil og
løtt í mun til alt tað makrel-,
silda- og gulllaksatilfeingi,
sum í dag fer óvirkað av
landinum.
Sjónligt virksemi
Tá fyrsta uppboðssølan av
7.000 tonsum av makeli fór
fram hin 26. juli, keypti ein
lítil útróðarbátur tey 6.500
tonsini fyri einar 10-11 millj
ónir krónur. Einki øvut orð
um hetta, tí sølan fór fram
undir eini skipan, sum Fiski
málaráðið hevur mælt til.
Maðurin, sum eigur bátin,
hevur felagið Fjord Fishing
aftan fyri seg og umboðar
annars stóra móttøkuskipið,
Layfayette. Tað kann ikki vera
trupult at ímynda sær, at her
er talan um strámannavirk
semi, sum vil nakað – uttan í
hesum sambandi at siga eitt
negativt orð um tað.
Strámannavirksemi í Før
oyum er ein veruleiki, og nú
vit hava nomið við ein part
av hesum virksemi, hava vit
ikki nevnt onnur feløg, ið
reka skip og annað vinnulív
í Føroyum, sum hava týðandi
útlendsk áhugamál aftanfyri
seg.
Varpa ljós
Sosialurin fer ikki á hesum
stað at taka støðu til hetta
virksemi, men vit ætla okk
um í nøkrum bløðum at
varpa ljós á hetta, eins og
vit fara at tosa við ymiskar
partar um hetta virksemi
sum er ein veruleiki.
vilmund@sosialurin.fo
At kapping er millum Faroe Pelagic í Kollafirði og móttøkuskipini úti á feltinum er ivaleyst bara gott fyri fiskaprísin
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað er alment kent, at ein fittur partur av heimligum føroyskum vinnulívi á sjógvi og landi í dag verður fíggjaður
við útlendskum peningi. Her er stóra móttøkuskipið Layfaiette inni á Skálafjørðinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fekst
líkinda
prísur fyri
makrel
tilfeingi,
sum nú er
atkomiligt í
føroyskum
sjógvi,
hevði hetta
havt eitt
nógv størri
virði enn
allur botn
fiskurin
undan
Føroyum