Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88 12 Sosialurin Kjak Ingrid S. Henriksen valevni hjá Javnaðarflokkinum Ætlanin við skipanini við heimahjálp, ið varð bygd upp í 1970 árunum, skuldi borga fyri at eldri og óhjálpin skuldu hava møguleika at verða verandi í egnum heimi longst møguligt. Hjálp skuldi veitast til bæði persónliga røkt og til reingerð v.m. í heiminum. Henda ætlan var og er framvegis í samsvari við tey ynski, sum fólk flest hava, tá umræður bústaðar­um­støður, tá fólk eldast og heilsan fer at bila. Flestu fólk, ið nærk­ast pensjónsárum, siga, at tey ynskja at kunna búleik­ast í egnum heimi longst møgu­ ligt ella ynskja at flyta í alternativan eldra­bústað, tá kreftirnar ganga undan, tey gerast sjúk og ov tungt gerst at búleik­ast í egnum sethúsum. Allar­flestu fólk ynskja bert at flyta á ellis- ella røktarheim, tá/um tað ikki er møguligt longur at klára seg í egnum heimi. Heimahjálpin ein viðfáningur Heimahjálpin er seinastu mongu árini vorðin útholað og er nú vorðin til ein viðfán­ ing, sum als ikki livir upp til endamálið við skipanini – nevniliga, at fólk skuldu klára seg í egnum heimi longst møguligt við hjálp og stuðli frá heimahjálparskipanini. Hevur gingið afturá við heimahjálpini Í seinasta blað hjá Landsfelag Pensjónista “Sólsetur” varð víst á, at heimahjálpin tey fyrstu nógvu árini virkaði væl. Men at seinastu 10-15 árini hevur gingið afturá við heimahjálpini. Víst verður á, at so at siga hvørt ár, tá tað líður út á árið, verður boðað frá, at nú verða ikki fleiri tikin inn í skipanina, ella nú verður skorið niður uppá veitingar, fólk fáa færri tímar um vikuna og at tíðin til tann einstaka verður stytt. Grundgevingin fyri hesi gongd sigst hvørja ferð at vera hin sama: at peninga­ játtanin til skipanina ikki røkkur. Heimahjálpin eigur at verða munandi styrkt Í febr. 2010 var orðaskifti um heimahjálpina í løgtinginum. Undir orðaskiftinum nevndu løgtingslimir, at eldri og óhjálpin ikki fáa ta hjálp frá heimahjálpini, sum tey hava fyri neyðini. Víst varð á, at eldri og óhjálpin aloftast bert fáa hjálp til persónliga røkt, men verður hjálp til reingerð í heiminum aloftast skorin burtur, tí játtaði peningurin til heimahjálp bert røkkur til persónliga røkt og ikki eisini til reingerð v.m. í heiminum. Tingmaður úr Sjálvstýris­ flokkinum segði, at tað at eldri og óhjálpin fáa ov lítla heimahjálp ger, at trýstið á ellis- og røktarheimini verður ov stórt. Undir við­ gerð­ini varð nevnt, at hvørt røktarheimspláss kostar uml. 1.200 kr. um dagin og at kostnað­urin á demens­ heimum er uml. 1.500 kr. um dagin. Víst varð á, at heima­ hjálpin átti at verið styrkt fyri at spara pening til kostnaðar­ tung røktarheimspláss. Rósa Samuelsen, lands­ stýris­kvinna í almanna­ mál­um, legði dent á, at fólk eiga at búgva heima hjá sær sjálvum so longi sum gjørligt. Hon vísti á, at trýstið á heimahjálparaskipanina er stórt í mun til játtinina og at heimahjálpin er treytað av játtanini til økið. Hon gjørdi vart við, at tá á stendur við peningi til skipanina, verður reingerðin skerd, so fólk kunnu fáa hjálp til neyðuga persónliga røkt. - Lands­stýris­ kvinnan segði, at seinastu mongu árini hevur rein­ gerðin altíð verið skerd í mun til játtanina til heimahjálp. Alternativið til nøkt­andi heimahjálp eru kostnaðar­ tung ellis- og røktarheim At reingerð til eldri og óhjálpin, sum búgva í egnum heimi, verður spard burtur, tí landskassin skal spara, er sparitiltak, ið ikki er skilagott. Hetta bæði tí, at fólk ynskja at búgva í egnum heimi longst møguligt við nøktandi heimahjálp frá tí almenna og tí at alterna­ tivið til heimahjálp, ið ikki er nøktandi, er, at eldri og óhjálpin kenna seg noydd/ trýst at flyta inn á kostnaðar­ tung ellis- og røktarheim. Upplýst verður, at hvørt einstakt pláss á ellis- og røktarheimum kostar uml. 1.200 til 1.500 kr. um dagin. Meðan kostnaðurin hinvegin fyri hvønn heimahjálpstíma í miðal er uml. 121 kr. um tíman. Hesi tøl vísa, at vit kunnu fáa uml. 10 til 12 tímar í heimahjálp um dagin fyri hvørt ellis- og røktar­ heims­pláss. Eygsýnt er, at vit kunnu nýta peningin til eldrarøkt á nógv skynsamari hátt enn gjørt verður í løtuni. Tískil er skilagott og neyðugt, sum skjótast at styrkja heimahjálpina. Heimahjálp til eldri og óhjalpin má tryggjast í Eldralóg Eldri og óhjálpin mugu ikki framhaldandi haldast fast í støðu, har valið stendur millum “longst møguligt í egnum skitti” ella pláss á ellis- ella røktarheimi. Lóg­gev­­andi myndug­leikin – løgtingið og landsstýrið – mugu fáa Heimahjálpina í rætta legu, ið tryggjar, at eldri og óhjálp­in fáa hjálp til persón­­liga røkt umframt til rein­gerð v.m. í heimi­num - so heima­hjálpin aftur verður almenn sosial skipan, sum tryggjar, at eldri og óhjálpin kunnu búgva í egnum heimi longst møguligt. Heimahjálpin má virka eftir ætlan Avvarðandi hjá eldri og óhjálpnum, fakfólk innan eldraøkið og Landsfelag Pensjónista hava seinastu árini javnan víst á, at skipanin við heimahjálp ikki virkar eftir ætlan Føroysku familjurnar hava millum heimsins hægstu skattatrýst og liva í dýrasta landi í Evropa og samstundis hava vit ovurstórt hall á fíggjar­lógini. Her má broyting koma í. Løgmansrøðan á Òlav­ søku í ár var í nógvar mátar lík undan­farnu. Hon skal jú lýsa tað sum er gjør, og so ikki minst, seta út í korti hvussu frameftir skal húsast. Røðan lýsir væl tað, sum er gjørt í ABC-samgonguni. Lýsir og rósar øllum teimum málum vit loystu, so leingi Sambands- og Javnaðar­ flokk­urin vildu samstarva við Fólkaflokkin. Verri er, tá løgmaður roynir at greiða frá, hvat fram­eftir skal henda. Við lýsingarorðum verða ynskir lýst, men lítið og einki um hvussu hesi skulu náast. Í røðuni eru ynskir, sum røðan sjálv mótsigur. Td. skal tað loysa seg at arbeiða, men løg­maður boðar frá stórum skatta­ hækk­ing­um. Heilsu­trygdar­ gjaldið skal leggjast omaná lønar­skattin, pensiónskipan skal hækka skattin og hækka skattainngjaldið til samhaldsfasta og í triðja lagi skal kringvarpsgjaldið leggjast á skattin. Hetta eru fleiri prosent í skattahækking. Segði løgmaður, loysa seg at arbeiða?   Eisini verður fráboða, at almenni greiðin skal efektiviser­ast og minkast, men einki hvussu. Heldur er í røðuni ein røð av ynskjum um at økja um almenna sektorin.   Tó hevur løgmaður tvey ítøkilig mál. Annað er at tvinga kommunur saman uttan nakra sum helst fólksliga tilgongd og hitt er at halda fram við kollvelting av fiskivinnuni, við færri og munandi ótryggari rættindum og at landsstýrið enn ikki hevur tikið støðu til hvussu nógvar nýggjar skattir og gjøld skulu leggjast á fiskivinnuna. Okkara samtíð er merkt av at heimurin hevur verið í eini fíggjarkreppu. Alla­­­staðni í heiminum eru broytingartíðir og tað stórar broytingar­­tíðir.  Eftir øllum at døma allastaðni uttan í Føroyum. Við fáum undan­tøkum leggur Løg­ mans­røðan upp til still­ støðu her hjá okkum. Á kinesiskum merkir kreppa tvey orð, nevniliga vandi og møguleikar. Gera vit einki, er vandi á ferð. Vit mugu brúka møguleikarnar og hegni at fremja broytingar. Tað eigur at standa øllum greitt, at neyðugt er við broytingum, um vit skulu varðveita vælferðina. Føroy­ sku familjurnar hava millum heimsins hægstu skattatrýst og líva í dýrasta landi í Evropa og samstundis hava vit ovurstórt hall á fíggjarlógini. Her má broyting koma í. Framtíðin er borgarlig. Jú fyrr vit øll síggja tað, skjótari verður á mál. Tað verður ikki lætt, men tað er neyðugt. Størri partur av samfelagnum má verða privatur.  Størri partur av samfelagnum má verða skapandi. Samfelagið má vaksa seg úr naggatørnini og fyri alt í verðini ikki skatta okkum javnvág. Er ein vøkstur, tú velur at skræða upp vit rót, so er tað fyri at fáa vøksturin burtur. Almenna húsarhaldið, Privatu húsar­­haldini og vinnu­ligu húsarhaldini, mugu gerast meira haldførð. Jørgen Niclasen Framtíðin er borgarlig