mikudagur 3. august 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88
Sosialurin
Nú hevur Helena Dam
á Neystabø lagt sítt upp
skot um skipan av komm
ununum fyri tingið til
viðgerðar.
Tað merkir, at fleiri
kommunur eru givnar
upp fyri skutil og skula
tvingast
saman
við
øðrum – antin tær vilja
ella ikki.
Ein av hesum komm
unum er Tórshavnar
kommuna.
Hon
skal
sambært Helenu Dam
á Neystabø bara makka
rætt og finna seg í at
skula taka sær av Kvívík
og Vestmanna, um tær
vilja sleppa upp í Havnar
kommunu.
Havnar kommuna fær
sambært uppskotinum
ikki møguleikan at siga
sína hugsan um eina
slíka
samanlegging.
Hetta er líka ringt sum at
vera givin upp fyri skutil,
og tað er ein løgin støða,
at Vestmanna og Kvívík
kunna atkvøða seg upp
í
Havnar
kommunu,
meðan borgararnir her
bara skula standa sum
Kánus og taka ímóti.
Havnar
kommuna
hevur ikki verið smá
tøkin í samanleggingartil
gongdini. Higartil. hevur
høvuðsstaðurin kastað
saman við øllum hinum
kommununum,
sum
vóru í Suðurstreymi, og
eisini Kollafirði.
Hetta hevur gingið
hampiliga væl í hond,
men nú kanst tú ivast í,
um tað verður til gagns
fyri Tórshavnar komm
unu at taka meir upp
á seg. Eisini tí, at hon
verður lutfalsliga størri
partur av landinum.
Tað minsta má vera,
at borgararnir í Havnar
kommunu fáa møgu
leikan at avgera, hvør
gongdin skal verða. Ein
fólkaatkvøða er eitt sjálv
sagt krav, nú takast skal
saman um í kommunu
málunum.
Tórshavnar
Býráð
eigur at standa við lyftið
hjá
borgarstjóranum
um, at borgararnir í
Tórshavnar kommunu
á fólkaatkvøðu fáa høvi
at siga sína hugsan um
eina møguliga víðkan
av kommununi - uttan
mun til, hvat innlendis
málaráðið hevur lagt
fyri løgtingið.
Sakin er jú ikki avgjørd
enn. Grundarlagið undir
eini
atkvøðugreiðslu
má sjálvsagt vera ein
gjøllig
gjøgnumgongd
av, hvat tað er, Tórs
havnar
kommuna
er
ætlað at taka upp á seg,
og sakligar metingar av,
hvat skil er í at gera tað
– bæði nú og komandi.
Tað seinasta, vit hava
frætt norðan av oynni,
er, at báðar kommun
urnar hava munandi
afturgongd í skattainn
tøkunum.
Tórshavnar
Býráð eigur tí at gera
sær fullgreitt, hvat vit
møguliga skula undir.
Stendur
upp
og
niður hjá hesum komm
unum? Hvussu er fólka
samansetingin, eru tær
kommunalu
veiting
arnar
dagførdar,
er
nakað virksemi í bygdu
num ella skula borgar
arnir í núverandi Tórs
havnar kommunu bløða
fyri eina slíka víðkan?
Tað lovaða nærdemo
kratiið og tann fólksliga
tilgongdin virka ikki,
fyrrenn øll fáa sama
møguleika
at
hava
ávirkan.
Jógvan Arge
býráðslimur í Havn
fyri Tjóðveldi
Kommunur
givnar upp
fyri skutil
Løgtingið er farið til verka
aftur, og debattin um støð
una í Føroyum er farin í
gongd.
Løgmansrøðan á ólavsøku
lýsti eina ljósa tilveru, og tað
er sjálvandi positivt. Tað er
gott at síggja møguleikar
fram um forðingar. Loysnir
fram um trupulleikar.
Hinvegin, so má veruleikin
umrøðast, so sum hann er.
Tann nakni sannleikin er,
at her er ongin nevniverdur
búskaparvøkstur.
Stór
undirskot
eru
á
almenna budgettinum.
Fólkatalið hevur staðið í
stað í eini 10 ár.
Og vælferðin er undir
stórum trýsti.
Hetta er syndarliga støð
an, og vit mugu tora at nevna
hana við sínum rætta navni.
Føroyar eru í KREPPU!
Taka lán til vælferð
Fyribils merkir tann einstaki
føroyingurin ikki so nógv til
kreppuna, hóast standurin
er vánaligur nógvastaðni,
serliga hjá arbeiðsleysum.
Orsøkin er, at Føroyar
taka lán fyri at fíggja hallini
ár eftir ár. Soleiðis verður
pínan útsett.
Sakin er, at landsstýrið
lænir pengar til vælferðina
í Føroyum! Lænt verður til
skurðviðgerðina. Til songina
á røktarheiminum. Og til
eyka tímarnar til næmingin,
sum hevur tørvin!
At lána hálva milliard um
árið heldur ikki í longdini!
Tað vita øll.
Nú skal rokningin
gjaldast!
Hví mangla pengar í lands
kassanum? Hví má lands
stýrið á skrøddum knøum
út á marknaðin at fíggja
vælferðina í Føroyum?
Høvuðsorsøkin til hall
eftir hall á fíggjarlógini
er hitt illa gitna fullveldis
eksperimentið.
Nú sláa avleiðingarnar
av
fullveldispolitikkinum
ígjøgnum!
Nú er rokningin her!
Nú verður landið skuldar
bundið – og so skulu føroy
ingar gjalda!
Pengar út gjøgnum
vindeygað
Eksperimentið við føroyska
samfelagnum snúi seg um
at tveita pengar út gjøgnum
vindeygað.
Ríkisveitingin
–tann
tryggasta inntøkan – varð
skorin ógvusliga.
Og síðani – í bestu upp
gangstíðum – øktu fullveldis
politikarar útreiðslurnar.
Onki við at repa seglini
og laga útreiðslurnar eftir
skerdu inntøkunum. Nei - nú
vóru ráð til alt.
Dýrar yvirtøkur.
Nýggj aðalráð.
Ambassadur í hvørjum
metropoli.
Stjórar og embætisfólk í
nýggj størv.
Tey spældu fullveldi upp
á rokningina hjá øðrum!
Hetta vísir, at fullveldi
kostar føroyingum vælferð,
og í løtuni lána Føroyar til
sína vælferð!
Tey veiku harðast rakt
Tað djúpt órættvísa er, at tey,
sum skipaðu fullveldisdansin,
standa ikki fremst, nú rokn
ingin skal gjaldast.
Nei.
Tey veiku í samfelagnum
– tey, sum hava mest brúk
fyri tí sterka vælferðar
samfelagnum – fara at gjalda
rokningina.
Trupulleikin er, at skjótt
kemur tíðspunktið, har tað
ikki longur er møguligt at
lána uttanlands.
Tá skal veruliga betalast
við kassa 1!
Hvørji
vælferðarøkir
skulu tá niðurlagast? Hvørjar
vælferðartænastur skulu tá
skerast burtur?
Fullveldispolitikarar
hava onki svar. Tað hava teir
sjáldan.
Hjá teimum er nóg mikið
at lata seg í reyðhúgvu.
Stíga upp á ein stein á niðri
á Doktaragrund. Peika og
flenna at hinum. Fáa róp í.
Og syngja hart.
Ímeðan
mugu
onnur
taka upp eftir teimum og fáa
Føroyar á aftur rætta kós.
Onki hendir
Hvat er at gera?
Nógv átti longu at verið
gjørt. Serliga upplagdir eru
reformarnir, sum hvørki sam
gonga ella andstøða higartil
hava torað at nortið við.
Tað finnast gongdar leiðir
og mátar at økja inntøkurnar
uppá og at avmarka útreiðsl
urnar.
Uppskotini eru fleiri:
Skipa
fiskivinnuna
burðardygt.
Løgmaður skal enda
konfliktina við ES og
Noreg,
so
fiskiflotin
fær annað og meira enn
makrel at dúva uppá.
Útnytta ótømdar møgu
leikar í fjarfiskiskapi –
og fá fyrimunirnar heim
til føroyska vinnu.
Vinn Føroyum ein sess
innan fyri ES-garðin
– saman við Danmark.
Har er marknaðurin, og
har tjena vit pengarnar.
Fá meira fyri minni.
Klænka fyrisitingina.
Burtur við øllum dupult
funktiónum.
•
•
•
•
•
•
•
Sker aðalráð burtur og
legg onnur saman.
Burtur við uttanríkis
ráðnum, og legg mest
týðandi
økini
undir
løgmann.
Stong sendistovur og
brúka uttanríkistænast
una í Ríkinum. Hon er
har til tað sama.
Steðga øllum yvirtøkum.
Tær kosta pengar, sum
ikki eru til.
Legg kommunur saman
í nakrar fáar sterkar
kraftdeplar.
Færri og betri skúlar.
Eitt
sentralsjúkrahús
fyri øll.
Tiðna Blokkin og far í
samráðingar um at fáa
hann á aftur eitt rímiligt
støði
Og soleiðis frameftir.
Løgmaður hevur nevnt nógv
av hesum í valskeiðnum
– men her hendir onki!
Partapolitikk til viks
Løgtingsval
nærkast,
og
skal nakað munagott koma
burturúr, mugu øll parta
politisk mál leggjast til viks.
Rúm er bert fyri málum, sum
geva pengar í kassan!
Landsstýrið má nú koma
við uppskotum, sum stimbra
búskaparvøkstur,
fólka
vøkstur og skapar javnvág og
avlop á aftur fíggjarlógina!
Tá fáa vit møguleika
at sleppa úr støðuni, har
lánast skal til vælferðina í
landinum.
Saman um tikið er nógv
eftir at gera, men tíðin er
stutt.
Nú er seinasta útkall at
gera tað rætta fyri Føroya
land.
•
•
•
•
•
•
•
•
•
Edmund Joensen
Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Kreppan í Føroyum:
Lána til vælferð
Føroyar eru í kreppu og mugu lána pengar uttanlands
til at fíggja vælferðina. Nú er rokningin frá fullveldis-
landsstýrinum her, og tey veiku verða hart rakt