Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88 14 Sosialurin Miðvikan Á ferðunum, sum Smyril Line hevur skipað fyri til Íslands í slóðum fiskimanna, hava eisini verið nógvir menn, sum hava verið í Íslandi, eisini í “gomlum døgum”. Tann elsti luttakarin á tí seinasta túrinum var tann skjótt 90 ára gamli Napoleon Andreassen, úr Leirvík. Tað kann næstan sigast, at aldur sæst ikki á honum. Eisini minnist hann sera væl til, og hann dugdi væl at greiða frá sínum upplivingum í Íslandi. Hann er ikki ólíkur beiggja sínum, Andrias, sum gjørdist 101 ára gamal. Andrias greiddi frá sínum lívi í eini longri røð, sum byrjaði í FF- blaðnum, og tá ið tað helt uppat, í Miðvikuni í 2006/2007. Hetta var eitt framúr íkast til føroyska fiskimannasøgu. Í Tarti Fyrst skal verða greitt frá foreldru­ num hjá Pola.Samuel Mikael Andreasen, Mikkjal í Tarti, var av Hellu­­num, f. 25.februar 1874. Hann var sonur Andrass hjá Sjúrði við Gjógva­rá í Fuglafirði og Onnu Sofíu í Selvindi á Strondum. Av tí, at Mikkjal misti mammuna, tá hann var 8 ára gamal, kom hann til Oyndar­fjarðar til gummu sína, Onnu Mariu í Tarti, at búgva, og har vaks hann upp. Tilkomin var hann hús­kallur í Tarti, men hann róði eisini út og var til skips um summarið. Mikkjal giftist 11.november 1902 við Katrinu Anthoniussen úr Ansastovu í Oyndarfirði. Tey bygdu niðanfyri bónda­ húsi­ni í Tarti. Ikki vóru tey stór til allan barnaflokkin, tey fingu. Men har var loft, sum munaði væl afturat. Tað var køkur við grúgvu og bíleggarovni, sum gav hita til kamarið. Í einum útbygningi stóð vatnbyttan, og ein sleiv hekk uppi­yvir. Eins og aðra staðni var flagtekja, og tað lak altíð illa. Í ódnarveðri­num á heysti 1932 reiv tekjan, og húsfólkið fór oman til Poulinu og Kristian í Langagarði, meðan húsini vórðu umvæld. Tá fingu tey jarntekju, og hurðin varð flutt inn um. Ein útbygningur varð gjørdur til dur og spísikamar. Mikkjal var eisini i Íslandi Mikkjal var sjómaður, og tey fyrstu árini var hann til lands á Bakkafjørðinum í Íslandi. Í 1914, tá ið kríggið breyt út, komu teir heim orsaka av krígnum við ongum oyra í inntøku. Tá vóru sjey systkin, og tað yngsta var nýføtt. Tá var neyðarstandur í húsinum. Men eina náttina droymdi Mikkjal nógvan fisk. Hann fór upp og inn á Sand at grava eftir nebbasild til agn og so til útróðrar. Tað gjørdist rokfiskiskapur. Tann dagin avreiddi Mikkjal fyri 18 kr, og var hetta nógvur peningur. Synirnir máttu hjálpa til Har í húsinum, sum so nógva staðni, var tað so, at tá ið synirnir fóru til skips, royndu teir at bøta um umstøðurnar heima, har tey eldru ikki høvdu ráð til tey framstig, sum tann nýggja tíðin hevði við. Andrias keypti eisini mammu síni eina seymimaskinu. Fyrr hevði hon seymað alt í hond. Poli greiðir frá, at í 1924 hevði Andrias gjørt eitt so gott ár við “William Clowes”, at ráðini gjørdust til eitt slíkt stórt framstig sum at keypa komfýr. Áðrenn tað høvdu tey fýrstað. Hann og pápin keyptu eisini bátin "Ílint" fyri 200 krónur. Hetta kostaði komfýrurin eisini, so hetta vísir, hvat luksus ein komfýrur var. Men hann lætti nógv í húsar­ haldinum. Børnini hjá Mikkjal og Katrinu vóru: Hedvig, 1904-1934, giftist til Vágs við Tummas Johan Jacobsen 1906-1971. Hon doyði av havhestasjúkuni. Hans, 1904-1957, ógiftur. Andrias, f.1906, giftist við Malfrid av Eiði. Tey fingu fimm børn Maria, 1908-2004, giftist í Íslandi við Gesti Óskari Fribergsson, 1902- 1982. Tey fingu 5 døtur saman. Matilda, 1909-2000, giftist til Kunoyar við Poul Jens Dam, 1903- 1983. Tey fingu 10 børn. Johanna, 1911-2000, giftist við Martin Sofus Poulsen úr Svináum, 1907-1995. Tey fingu átta børn. Sigfred, 1913-2003, giftist við Margrethu Johansen í Klaksvík, 1920-1996. Tey fingu eingi børn. Olivia, 1915-2003, giftist til Kunoyar við Hans Jacob Jacobsen, 1915-1985. Tey fingu átta børn. Kala, 1917-2000, giftist við Niels Jacob Nielsen í Heiðunum, 1915- 2005. Tey fingu fýra børn. Lina, f. 1919, giftist til Miðvágs við Jóhannesi Ravnsfjall, 1918-1998. Tey fingu fimm børn. Napoleon, f. 1921, giftist til Leirvíkar við Jensy Christiansen, 1924-1996. Tey fingu trý børn. Arne, f. 1924, giftist við Elsebeth Malenu Høgnesen á Norðoyri, 1917- 2002. Tey fingu trý børn. Í dag er bert Poli eftir á lívi av systkjunum. Poli í Tarti: Verið inni á hvørjari vík í Íslandi Tey í Tarti í Oyndarfirði eru so framúr skilagóð og minnast væl. Ein av teimum er Poli, sum verður 90 ár fyrsta dagin. Vit hava verið á gátt hjá honum Oyndarfjørður um tað tíðina Poli varð føddur Poli framman fyri húsini í Tarti í Oyndarfirði