Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88 Sosialurin Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Tað vóru 16 ára millum Pola og Andrias. Hetta ger ein nokk so stóran mun á teirri tíð, sum teir upplivdu. Meðan Andrias sigldi fleiri ár við deyðsiglarum, so vóru hesir nærum farnir í søguna, tá ið Poli fór burtur. Til skips Hjá Pola var tað sum hjá øðrum dreingjum, og tað var at fara til skips. Ì 1936 keypti beiggin Andrias, “Guide Me”. Hann vildi royna nakað nýtt. Hetta var ein bátur nakað sum tann meira kenda “Coralia”. Hesir bátar tóku um 250 skippund. Tað gekk ikki væl í hond. Teir fóru á Suðurlandið og mistu mastrina. Tað mátti farast inn á Reykjavík, og so var tað árið farið undir Íslandi. Teir komu heim um summarið og fóru út á Føroya Banka við línu. Teir høvdu línutrog, settu við hond og drógu við hond, sum við upprunaligu línuveiðuni. Hetta hevur sjálvsagt verið bæði strævið og tungt. Poli hevur so gott minni, at hann kann greiða frá monnunum, sum vóru við. Árið eftir í 1937 fóru Poli og pápin við “Guide Me.” Hetta ár setti Andrias línuspæl í “Guide Me”. Hetta var eitt framúr framstig. Men tað gekk framvegis ikki. Tað vóru so ringar tíðir, so Andreas slapp sær av við bátin. Í 1938 var Poli við “Merkur”, sum var ein deksbátur hjá teimum á Gørðu­num í Vági. Reiðarin var Magn­ us Dahl, sum Poli dámdi sera væl. Poli var eisini við í 1939. Men í 1940 var hann ikki við føroy­skum skipi. Tað var verkfall á fiski­flota­num um ta tíðina, Føroyar vórðu hersettar av bretum, so Poli fór at royna okkurt annað, og tað var Ísland. Yvir á Skálar Poli greiðir framhaldandi frá: Í 1940 fór eg yvir á Skálar á Langanesi at rógva út við einum báti úr Kunoy. Við vóru eisini Símun Berthelsen av Strondum saman við kunoyingunum Bjarni Niclasen, Niels Fløtt og Hanus Frederiksen. Skálar var eitt kent útróðrarpláss hjá føroyingum, og er tað sunnan­ vert uttarlaga á Langanesi. Tí var her høgligt at rógva út, tí tað var so stutt út á grunnarnar. Á Skálar plagdi fyrr at koma postur til føroysku skipini. Tí komu nógv skip inn higar. Ein av teimum kendu føroying­ unum á Skálum var Sivard Højgaard av Húsum, sum var har í nógv ár. Hann var eisini hetta árið. Teir, sum vóru við honum hetta ár vóru Sigvald og Eliseus, tveir beiggjar av Syðradali. Ein bátur var úr Mikladali. Við honum vóru Jógvan í Beiti, Jákup Purkhús, versonur hansara, og Sivard Frederiksen úr Kunoy. Vit flaktu fiskin sjálvir, tað var nokk so strævið. Tað var slett ikki so galið at rógva út av Skálum. Tá vóru sjey hús í bygdini. Vit nýttu páhangsmotor. Tað hevði ikki borið til at drigið bátin uppá land annars, tí lendingin var so vánalig. Vit vóru ongantíð norðanfyri Langanes, so tað var ikki farið so langt. Tá vóru nógvar bygdir bæði norðanfyri og sunnanfyri á Langanesi. Nú býr neyvan fólk á nesinum. Á Skálum var eisini ein fast­ búgvandi føroyingur. Hetta var Marius Hansen úr Sørvági, sum eg eisini hitti. Kona hansara doyði, og hann flutti til Íslands og endaði á Skálum. Hann kom ongantíð aftur higar, hóast hann átti børn eftir í Føroyum. Hann giftist aftur í Íslandi og fekk eisini børn. Marius hevur fyrr verið umrøddur í Miðvikuni. Tað vóru eisini nógvir íslend­ ingar, sum róðu út á Skálum. Teir komu mest av Suðurlandinum, og fóru eins og føroyingar á Skálar at rógva út um summarið. (Tað kann verða nevnt her, at komandi túrin av hesum slagi við Norrønu hevur verið hugsað um at fara norður á Skálar.) Vit fóru yvir við Ekliptiku hjá Jákup Heinesen úr Klaksvík, sum veiddi sild undir Íslandi. Vit fóru eisini heim aftur við teimum. Teir høvdu fleiri aðrar bátsmanningar við. Eg minnist, at eg hevði koyggju bæði yvir og heim saman við Pollan á Dunga úr Klaksvík. Ja, nógv er broytt, tá bar til at vera tveir mans, sum skiftust um somu koyggju. Fyrsta túr Ekliptika gjørdi aftaná ársskiftið i 1941, kom hon ikki aftur. Jákup Heinesen skuldi als ikki við, men hann fór við sum dekkari. Árini 1941, 1942 og á várið 1943 róði eg út á Norðhavinum. Tað gav lítið av sær. Fiskurin var vanliga avreiddur í Fuglafirði til skip, sum sigldu niður við fiskinum. Tað var ikki so lítið til av fiski, men hetta við at rógva út á norðhavið við maskinbáti, tað var ofta ófantaligt. Annars vóru nógvir bátar sum róðu út. Aftur til Íslands Eg fór til Íslands í 1943 og kom hetta summarið at rógva út á Hafra­ nesi, sum er á sunnara arminum á Reyðarfjørðinum, stutt innan­ fyri Vattarnes. Her var bert ein bóndagarður. Tað vóru tveir bátar úr Oyndar­ firði á Hafranes umframt ein bátur úr Vík og ein úr Æðuvík. Oyndfirðingar vóru eg og Einar Joensen. Vit báðir vóru við hvør sínum oyndfjarðabáti. Tað varð róð bæði við snøri og línu. Vit búðu hjá bóndanum, men høvdu ein skúr niðri við sjóvar­mál­ an, har útróðrarmenninir kundu egna og hava sín reiðskap. Fiskurin varð avreiddur til føroysk skip, sum fóru til Bretlands at avreiða hann. Tað var Poli á Glyvrum, sum skipaði fyri hesum. Eg helt annars lítið um Vattarnes­ leiðina sum útróðrarpláss. Har var ofta toka og nógvur streymur, og tað var eisini óreint fram við landi. Men tað var eitt stórt upplivilsi á ferðini í Íslandi at kunna steðga á, har vit høvdu verið fyri 68 árum síðani. Tá ið vit góvust at rógva út lá Saltoyra hjá Ebbu Müller inni á Eskifjørðinum at keypa fisk at sigla niður við. Eg hevði ongan hug at fara heim, so eg bað teir á Saltoyra at sleppa at vera har umborð, meðan eg bíðaði eftir strandfaraskipinum Esja at fara til Reykjavíkar. Tað var gamaní. Alfred Egholm úr Havn var skipari, Driss í Jógvanstovu av Eiði var bestimaður, Ernst Petersen av Sandi var motorpassari. Við var eisini Hans Clementsen, ættaður av Sandi, sum giftist á Seyðisfirði. Sonur hansara er nú havnameistari á Seyðisfirði, og hann kenna nógvir føroyingar, sum koma til Seyðisfjarðar við Norrrønu. Esja sigldi frá havn til havn, so ferðin til Reykjavíkar tók nærum eina viku. Fór at sigla kring Íslands Í Reykjavík kom eg umborð á ein norskan kolfýrdan bát, sum var komin til Føroya við flóttafólki eftir týsku tøkuna av Noregi í 1940. Tað komu tríggir bátar hjá sama reiðarí og kallaðust teir Gaa Paa, Utvær og Eldoy. Eg kendi væl reiðaran, Ole Solbjørg. Hann var eisini í Íslandi og plagdi at koma umborð til okkara. Hann var ein rættiligur ævintýrari, sum eisini hevði verið gullgravari á fjarum londum. Tað er ein áhugaverd søga um, hvussu Solbjørg fekk Gaa Paa úr Noregi til Føroya fyrst undir krígnum. Hann kom til Føroya fyrst í mai við báti sínum Utvær. Men tað píndi hann, at tveir bátar hansara Eldøy og Gaa Paa vóru eftir í Noregi, og at teir kundu koma týskarum til nyttu. Solbjørg gjørdi av at fara til Noregs eftir bátunum. Hann kundi ikki fara við Utvær, so hann fór í staðin við tí opna skipsbátinum hjá Utvær. Eftir eina dramatiska ferð til Noregs fekk hann skjótt hendur á Eldøy. Hann fekk fylt skipið við teirri útgerð, hann átti, og teir settu kós móti Føroyum, men uttan Ole Solbjørg umborð. Hann var tikin av politinum fyri onkra reglu, hann ikki hevði fylgt. Men hann slapp út skjótt treytað av, at hann skuldi boða frá, hvar hann var. Tá fekk hann hendur á Gaa Paa, sum kom til Føroyar tveir dagar aftaná Eldøy. Nógvir av norsku bátunum fiskaðu út frá Føroyum. Men tað var trupult at fáa reiðskap og útgerð, og tí fór Solbjørg til Íslands við sínum skipum. Ole Solbjørg vildi ikki lata týskarar fáa gagn av sínum skipum. Hetta skaffaði Pola ein góðan kjans Skálar var eitt kent útróðrarpláss hjá føroyingum Mikkjal og Katrina, foreldrini hjá Pola Komandi partur Í komandi parti greiðir Poli millum annað frá siglingini úr havn í havn í Íslandi