Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88 16 Sosialurin HETTA MÁ U SKRÁ FYRI SUMMARFESTIVAÁ Hósdagur 4. august Klokkan Stóri pallur Flags Føroya Tele pallurin 19.00 .................................................... Barnatiltak 19.30 Steypafi nala, kvinnur: KÍ-AB 20.00 .................................................... Karaoke 21.00 .....................Dickie Lee (USA) 21.15 .................................................... Herborg & Co 22.00 .................................................... Brandur Enni 22.45 .....................Deiggj 00.00 .................................................... Stanley Samuelsen 00.15 .....................Steypavinnarar heiðraðir 00.30 .....................Páll Finnur Páll 01.00 .................................................... Debess Blues Station Leygardagin 6. august Klokkan Stóri pallur Flags Føroya Tele pal 13.00 Trøllarok og karneval við Trølla Pætur húsið 14.30 Basim & Babou (DK) 15.30 ............................................................ Rógvi Jakobsen 15.45 ......................... Kular Røtur 16.30 4 17.30 ......................... Xperiment 17.45 ............................................................ Dánial & Bjarki 18.30 Anna Faroe 19.45 ............................................................ Leadberry 20.00 ......................... T.O.S. 21.00 Bobby Bare (USA) (G. Thomas hitar upp) 22.30 ......................... Divaz 22.45 ............................................................ Kim Hansen 23.30 Rasmus Seebach (DK) 01.00 ......................... Grandma’s Basement 01.30 ............................................................ Lív & The Zoo 02.00 Hjarnar 03.00 ......................... Eyðun & Terji Føroya Tele pal sið . Rógvi Jakobsen Rógvi Jakobsen . Dánial & Bjarki . Leadberry . Kim Hansen . Lív & The Zoo TIVALØKIÐ Páll Finnur Páll Føroya suverent best umtókti bólkur, skal aftur í ár syngja og spæla á festivalinum í Klaksvík. Bólkurin hevur spælt fleiri minniligar konsertir á Summarfestivalinum áður, og á G! í ár vístu Páll Finnur Páll, at teir eru í stórformi. Summarfestivalurin er ein syngi-við-festivalur, men tað er ein stór uppgáva at fáa lív í allan Vágsbø fyrsta kvøldið á festivalinum. Men er tað nakar bólkur í Føroyum, sum megnar hetta, er tað Páll Finnur Páll. Bólkurin er við at leggja seinastu hond á næstu fløguna, sum áhoyrararnir ivaleyst fara at fáa ein forsmakk upp á hóskvøldið. Hjarnar Alla nátt! Hjarnar hevur fingið besta tíðspunktið at spæla á øllum festivalinum – leygarkvøldið klokkan 02.00. Klaksvíksbólkurin hevur virkað leingi, og meðan yngra ættarliðið helst kennir best við lagnum Alla nátt, so standa løg sum Breaking My Heart, So Excited og Into The Night, líka klárt í minninum. Rockbólkurin var framfýsin fyri 25 árum síðani, vóru nýskapandi og fullir av orku. Við Karl Martin Samuelsen á odda og ómetaliga dugnaligu tónleikarunum aftrat sær, fara Hjarnar vónandi at fáa Vágsbø at rokka alla náttina. Barnatiltøkini Summarfestivalurin er familjufestivalurin. Hvørt ár verður nógv gjørt burtur úr at fáa undirhald til alla familjuna, og heldur ikki í ár eru børnini við sviðusoð. Av tónleiki koma Basim & Babou úr X-Factor at undirhalda, umframt Kular Røtur og onnur. Men aftrat hesum eru mong onnur tilboð. Trølla Pætur og hansara harkalið eru eftirhondini meiri sjálvsøgd enn Dynamitt á Summarfestivalinum. Gyklarar, klovnar, andlitsmáling, eldblásarar og onnur fara somuleiðis at seta sín dám á festivalin hjá børnunum, sum gleða seg til henda partin, eins væl og tey vaksnu gleða seg til mongu tónleikatilboðini. Hanus G. Johansen Løtan við Hanusi hevur hvørt einasta ár verið serstøk, og verður tað ivaleyst aftur í ár nú hann fer at framføra á Stóra Pallinum á Vágsbøi. Ofta hevur Hanus framført á alt ov lítlum palli á festivalinum, har hundraðvís av fólki – um ikki túsundvís – hava sungið so hart, at Hanus ikki hevur hoyrt seg sjálvan og hevur verið noyddur at biðja fólk dempa seg. Á Stóra Pallinum er hetta eingin trupulleiki, so fólk kunna – og fara at – syngja beint frá hjartanum, tá fólkakæri klaksvíkingurin framførir á heimavølli. Hevur tú upplivað Hanus á Summarfestivalinu, so veitst tú, hvussu góðar konsertirnar hava verið. Hevur tú ikki, so hevur tú mist eina rúgvu, sum tú tó kanst uppliva aftur í ár. Lagt til rættis: Rólant Waag Dam Summarfestivalurin byrja Festivalurin har øll syngja í hásæti. Festivalurin er f børn og vaksin. Á hesum vit ljós á nakrar av teimu tú kanst fáa á Summarfe