hósdagur 5. februar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 24 - 5. februar 2004
Skoda hava nú víst
fyrstu myndina av
einum nýggjum
Octavia, sum kemur á
marknaðin seinni ár.
Bilurin verður
frumsýndur á altjóða
bilaframsýningini í
Geneve í mars.
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Seinni í ár kemur ein
nýggjur Skoda Octavia á
marknaðin. Bæði hvat de-
signi og teknologi viðvíkur
verður talan um ein sera
framkomnan bil.
Bilurin verður nakað
størri
enn
forgangarin,
aksilfrástøðan er eisini
størri, og viðførisrúmið er
vaksið frá 528 litum til 560.
Tríggir bensin og tveir
dieselmotorar
varða
á
skánni í fyrsta umfari.
Bensinmotorarnir verða:
1,6 MPI við 102 hk, 1,6
FSI við 115 hk, og 2,0 FSI
við 150 hk, dieselmotrarnir
verða: 1,9 TDI við 105 hk
og 2,0 TDI við 140 hk.
Nýggi Octavia verður
frumsýndur á altjóða bila-
framsýningini í Geneve í
mars, og danski importør-
urin roknar við, at bilurin
verður
á
Copenhagen
International Motor Show í
mai. Bilurin kemur á
danska og føroyska markn-
aðin seinni í ár.
Kelda: www.semler.dk
Nýggjur Skoda Octavia seinni í ár
Út við tí gamla og
inni við tí nýggja
tykist vera slagorðið
hjá koreansku
Daewoo bilverk-
smiðjuni. Fleiri nýggj
modell eru komin á
marknaðin seinastu
tíðina. Nú verður
Lanos avloystur av
einum heilt nýggjum
Lacetti
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fleiri nýggir Daewoo bilar
eru komnir á marknaðin
seinastu tíðina, fyrst komu
Kalos og Evanda, síðan
kom Nubira, og nú verður
Lanos avloystur av einum
heilt nýggjum Lacetti.
Við samstarvinum við
General Motors eru Dae-
woo rættuliga komnir fyri
seg aftur. Lacetti er teknað-
ur hjá italsku designfyri-
tøkuni Italdesign við evro-
peiskum designi.
Ólíkur øðrum Daewoo er
hetta fyrsti bilurin, sum
ikki hevur eyðkenda Dae-
woo kølaragittarið. Bilurin
er ein hatchback við fimm
hurðum, hann er 4,30 m
langur, viðførisrúmið er
275 litrar, og við baksetr-
inum lagt niður verður tað
heilar 1045 litrar.
Stórur partur av el-skip-
anini er gjørdur í samstarvi
við Bosch í Týsklandi.
Bilurin verður á danska
og føroyska marknaðinum í
apríl.
Lacetti avloysir Daewoo Lanos
Fyrsta myndin av nýggja
Skoda Oktavia, sum kemur
á marknaðin seinni í ár.
Bilurin verður nakað størri
enn forgangarin
Daewoo Lacetti. Bilurin er teknaður hjá italsku designfyritøkuni
Italdesign. Hetta er fyrsti Daewoo, sum ikki hevur tað kølaragittarið,
sum hevur eyðkent Daewoo í nógv ár
Lacetti er ein hatchback við fimm hurðum og evropeiskum designi
Nr. 24 • hósdagur • 5. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyar fáa bert ein
heimadyst í 2004.
Hetta verður tá Frak-
land kemur á vitja í
september mánaði
HM-
UNDANKAPPINGIN
Jákup Mørk
Týsdagin vóru umboð fyri
Fótbóltssambandið á fundi
í Dublin, har dystarskráin
fyri komandi HM-undan-
kappingina skuldi leggjast.
Føroysku umboðini á
ferðini vóru formaðurin í
landsliðsnevndini,Jens Erik
Magnussen, aðalskrivarin,
Ísak Mikladal og landsliðs-
venjarin, Henrik Larsen.
Sum skilst, so var talan
um ein rættiliga harðan
fund, har tað serliga vóru
stóru londini í bólkinum,
sum royndu at leggja dyst-
irnar soleiðis, sum tey helst
vildu hava teir.
Í hesum sambandi mundi
orðið hjá føroyska bólkin-
um ikki viga tað heilt stóra,
men tó munnu tey í FSF
iðra seg um, at tað ikki í
størri mun eydnaðist at
samskipa útidystirnar, so-
leiðis at ferðaútreiðslurnar
til hesar kundu haldast so
lágt sum gjørligt.
Ikki minst høvdu før-
oysku umboðini í hyggju at
fáa ferðirnar til Cypros og
Ísrael avgreiddar í einum,
og fram til einaferð langt út
á seinnapartin, var hetta
eisini tað, sum lá í kortun-
um, men at enda máttu
Føroyar tó boyggja seg fyri
øðrum ynskjum.
Tí varð úrslitið at enda, at
tað bert verður tað einu
ferðina, at Føroyar skulu á
dupultferð uttan fyri land-
oddarnar. Hetta verður í
oktober mánaði í ár, tá
landsliðið vitjar í bæði
París og Dublin, og júst
tann ferðin man uttan iva
vera ein, har hópur av før-
oyskum fótbóltsfjepparum
hava ætlanir um at fylgja
við. Ikki minst, tá talan
samstundis er um dystir,
sum raka inn í heystfrítíð-
ina hjá skúlunum.
Stórdystur í góðari tíð
Fyri heimligu áskoðararnar
er lítið at ivast í, at stóri
dysturin hesa undankapp-
ingina
verður
tann
á
heimavølli móti Fraklandi.
Hesin verður leiktur 8. sep-
tember, og man tað allar
helst far at verða Tórsvøll-
ur, sum tá verður nýttur
sum undirlag.
Og her má so sigast, at
føroyska sendinevndin hev-
ur havt hepnið við sær. Tað
ber neyvan til at ímynda
sær, at Føroyar sum so fara
at skala fronsku heims-
stjørnurnar, men tað er ein
sannroynd, at heimligu
leikararnir eru best fyri um
hetta mundi, samstundis
sum kappingarnar í eitt nú
Fraklandi, Onglandi, Italia
og Spania tá júst eru
byrjaðar, og at leikararnir tá
kanska ikki eru heilt á
toppinum.
Komandi ár verða so fýra
heimadystir
á
skránni.
Sveis í mai, Írland í juni,
Cypros í august og so
endiliga Ísrael í september
mánaði. Seinasti dysturin
verður útidysturin móti
Ísrael, sum Føroyar soleiðis
koma at hitta tvær ferðir
innan ein mánað. Men tað
verður so ikki fyrr enn
næsta ár. Í ár verður tað
fyrst og fremst Frakland,
sum fer at seta dags-
skránna, og hvør veit, um
tað
ikki
eru
verjandi
europameistararnir,
sum
fara at vitja á Tórsvølli í
september!
Dystirnir
04.09.04Sveis-Føroyar
08.09.04Føroyar-Frakland
09.10.04Cypros-Føroyar
13.10.04Írland-Føroyar
04.05.05Føroyar-Sveis
08.06.05Føroyar-Írland
17.08.05Føroyar-Cypros
03.09.05Frakland-Føroyar
07.09.05Føroyar-Ísrael
08.10.05Ísrael-Føroyar
Tað verða dómara-
pør úr Neistanum
og Kyndli, sum
skulu leiða báðar
finaludystirnir
leygardagin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hondbóltssambandið
boðaði
týsdagin
frá,
hvørjar dómarar tey hava
sett at døma tær báðar
steypafinalurnar leygar-
dagin.
Og ikki heilt óvæntað,
so verða tað tey bæði
føstu dómarapørini hjá
Neistanum og Kyndli,
sum nú hava fingið hesa
uppgávuna.
Neistamenninir
eru
Kristian Johansen og
Sámal Hansen, og teir
báðir fara at taka sær av
dømingini hjá kvinnun-
um.
Hjá
monnunum
verða tað so Hannis og
Uni Wardum, sum fara at
blása í floyturnar.
Sum nevnt, so var talan
ikki um nakað óvæntað
val. Fyrst og fremst tí júst
hesi bæði dómarapørini
seinnu árini hava verið
tey avgjørt stinnastu, og
hartil kemur so tað, at
hvørki Neistin ella Kynd-
il eiga umboð í steypa-
finalunum í ár, og at
sambandið við feløgini tí
ikki er nakar trupulleiki
hjá nøkrum av dómarun-
um.
Ætlanin var annars í
sambandi við steypa-
finaluni, at Frank Smith,
sum frammanundan hev-
ur samstarv við felagið
hjá hondbóltsdómarum,
skuldi koma upp sum
eygleiðari til finaludyst-
irnar.
Hetta verður tó av
ongum í hesum umfari, tí
Frank í løtuni hevur eina
sera tætt-pakkaða skrá,
og tí illa hevði stundir at
koma upp hetta viku-
skiftið. Ístaðin er ætlan-
in, at fyrrverandi topp-
dómarin skal koma upp
til Føroya seinni í vár,
har hann fer at nýta eitt
vikuskifti til skeið og
próvtøku fyri hondbólts-
dómarar.
Heilt sleptir upp á fjall
verða finaludómararnir
tó ikki. Eyðun Samuel-
sen hevur seinastu mán-
aðirnar virka sum eyg-
leiðari, og tann leiklutin
fer hann eisini at hava
leygardagin, og saman
við honum fer Hjalmar
Petersen at meta um
avrikini hjá svørtklæddu
monnunum.
Havnarmenn
døma
finalurnar
Franskar stjørnur
í september
Tað verða teir báðir Wardum-beiggjarnir, sum fara at
døma mansfinaluna, tá steypakappingin í hondbólti skal
avgerast leygardagin
Eftir stórdystin móti Týsklandi í fjør, verður tað í ár Frakland, sum kemur á vitjan. Hetta verður 8. september
C
M
Y
K
21
20