hósdagur 5. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 5. februar 2004
23
22
Nr. 24 - 5. februar 2004
– Hóast tað hevur
gingið sera væl við
venjingini higartil, so
kann eg ikki lata
verða við at ivast í,
um eg fari at koma
veruliga fyri meg aft-
ur sum fótbóltsspæl-
ari, sigur Jón Rói
Jacobsen. Fyri fimm
mánaðum síðani fekk
hann álvarsaman
skaða í knæið, og nú
stríðast hann fyri at
koma á føtur aftur
sum fótbóltsspælari.
Hann vónar at vera
aftur á vøllinum um
tríggjar mánaðir
FÓTBÓLTSLÍV
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Brøndby:
Tað er fyrst í september
mánaði 2003. Á einum av
venjingarvøllunum
hjá
danska superligafelagnum
Brøndby er venjingin við at
verða góðar 20 minuttir
gomul.
Tað er besta liðið í fel-
agnum, sum er í gongd við
upphitingina. Teir spæla
tveir móti tveimum – tveir
leypa á og tveir verja.
Bólturin støkkur frá ein-
um av álopsspælarunum,
og so skal annar av verju-
spælarunum sparka bóltin
burtur – einfalt og uttan
hóvasták.
Men okkurt gongur galið.
Í tí hann skal venda sær
og sparka bóltin, stendur
høgra beinið fast í vøllin-
um, og hann dreygar inn
yvir beinið.
Tað sigur klikk og ein
snarljós av pínu fer send-
andi ígjøgnum kroppin hjá
honum.
Føroyski landsliðsspæl-
arin Jón Rói Jacobsen fellur
saman við eini ótolandi
pínu í knænum.
Okkurt er spinnandi galið.
Einsamallur á súkklu
Tað regnar. Tað er fyrst í
februar mánaði 2004, og
mjørkin hongur tungur yvir
danska høvuðsstaðin. Í
lýggja
vetrarveðrinum
valdar mest sum tøgn á
Brøndby Stadion.
Eingir spælarar renna á
venjingarvøllunum. Eingin
larmur er í kantinuni, og
frammanfyri sjónvarpinum
situr ein einsamallur leiðari
í felagnum og zappar.
Við síðuna av kantinuni
er eini nógv brúkt høli á
Brøndby Stadion. Tað er
rúmligt í hølunum, og alla-
staðni fram við veggjunum
standa maskinur og vektir
av ymsum slagi.
Tað er her, at spælararnir í
besta felagnum í Danmark í
løtuni hava styrkisvenjingar.
Teir kunnu renna á renni-
bondum, súkkla á maskin-
um ella pumpa eitt sindur av
styrki í kroppin við teimum
mongu vektunum.
Ein einsamallur maður
situr á súkkluni við sveitta-
broti.
Nú eru fimm mánaðir
farnir, síðani hann fall um til
eina venjing og ringdi seg
saman av pínu í knænum.
Strandaður og stúrin
20 ára gamli fótbólsspælar-
in Jón Rói Jacobsen stríðst
nú fyri sínum fótbóltslívi í
Danmark.
Strandaður í einum rúmi
á Brøndby Stadion, meðan
liðfelagarnir hava sett kós
suður í Europa, til heitari
veðurlag í Spania at venja –
fyrst teir í Brøndby og
seinni eisini teir á føroyska
landsliðnum.
Jón Rói sleppur ongan
veg. Hann er bundin til
maskinurnar á Brøndby
Stadion og til fysioterapina
í grannalagnum. Skal hann
gera sær nakrar tankar um
at endurvinna sína støðu
sum ein av bestu føroysku
fótbóltsspælarunum nú á
døgum, skal hørð og miðvís
venjing til.
– Tað er strævið at skula
sita
eftir
her,
meðan
Brøndby og landsliðið fara
suður eftir at venja. Men eg
havi ein álvarsaman skaða,
og eg má gera alt tað, sum
er neyðugt, fyri at koma
fyri meg aftur. Tí nyttar tað
ikki at ganga súrur, men
heldur at síggja positivt upp
á tað á onkran hátt.
Jón Rói sleit fremra
krossbandið í høgra knæið
fyri fimm mánaðum síðani,
og tey, sum kenna til slíkar
skaðar, vita, at tað tekur
drúgva og pínufulla venjing
og viðgerð fyri at koma fyri
seg aftur.
– Hóast tað hevur gingið
sera væl við venjingini hig-
artil, og eg havi gjørt stór
framstig, so kann eg ikki
lata verða við at ivast í, um
eg fari at koma veruliga
fyri meg aftur sum fótbólts-
spælari, sigur Jón Rói
Jacobsen.
Framtíðin er óviss
Stríðið fyri fótbóltskarrier-
uni er strævið, men Jón Rói
ger alt, hann er mentur, fyri
at koma á føtur aftur.
Hann er 20 ára gamal,
men hevur longu í fleiri ár
verið profilur í føroyskum
fótbólti. Fyrst í heimligu
kappingin sum eitt tað
størsta talentið hjá HB
nakrantíð, og seinni eisini
sum álitsmaður á A-lands-
liðnum, har hann mannaði
annað plássið í føroysku
miðverjuni, tá ið stóru
stjørnurnar í Europa royndu
at leypa á og gera mál.
Hann er blaðungur sum
fótbóltsspælari, men hevur
longu í fleiri ár spælt sum
teir mest garvaðu. Ein eyð-
sýnt talent, sum kann koma
langt í fótbóltsspælinum.
Um hann bara kemur fyri
seg aftur.
– Man veit ongantíð, hvat
kann henda, men eg vóni
tað besta, og eg geri alt fyri
at koma at spæla fótbólt
aftur. Eg varð skurðvið-
gjørdur av einum sera
dugnaligum lækna, og hann
sigur, at tað gongur væl við
knænum hjá mær, sigur Jón
Rói.
Trupult at sláa
ígjøgnum
Í 2002 fekk danska stór-
felagið Brøndby eyguni
upp fyri føroyska spælaran-
um, og teir leigaðu hann frá
HB í eitt ár.
Jón Rói fekk lítla spæli-
tíð á besta liðnum, men
hann vandi við teimum og
spældi annars á 2. liði í
felagnum.
– Brøndby er eitt stórt og
professionelt felag, og tað
er trupult hjá einum ungum
spælara at sláa ígjøgnum
her. Eg trúði tó upp á tað,
og beint áðrenn, eg fekk
skaðan, hevði tað gingið
væl hjá mær. Eg hevði
skorað fimm mál í átta
dystum sum verjuspælari.
Sáttmálin millum Jón
Róa og Brøndby gekk út á
nýggjárinum, og partarnir
ætla sær ikki at gera nýggj-
an sáttmála. Brøndby hevur
tó tikið sær av Jón Róa, nú
hann roynir at koma fyri
seg aftur, og hann verður
verandi í felagnum, til hann
er frískur aftur.
Hetta er ein sømilig við-
ferð í eini fótbóltsverð, sum
stundum verður ákærd fyri
at verða kynisk og bara
snúgva seg um pengar.
Aðrir spælarar stuðla
honum
Jón Rói venur einaferð um
dagin á Brøndby Stadion,
og hann fær eisini viðgerð
frá fysioterapeuti hvønn
dag.
– Í løtuni súkkli eg nógv,
og eg havi alla tíðina vant
við vektum. Eg vóni, at eg
kann fara at renna aftur
innanfyri ein mánað, og tað
gleði eg meg til.
Knæið hjá Jón Róa er
ikki enn komið fyri seg
aftur, og stóra stríðið er at
styrkja um musklarnar í
beininum og at fáa knæið
liðiligt og fimt aftur.
– Venjingin kann verða
ótrúliga pínuful, tí tað er
neyðugt at boyggja knæið
meira, enn eg í grundini fái
í løtuni. Tað er krevjandi,
og eg vóni ikki, at eg nakr-
antíð í lívinum komi út fyri
hesum aftur, sigur Jón Rói.
Hóast ein feril av iva alla-
tíðina sníkir seg upp í tank-
arnar um framtíðina, so
heldur Jón Rói, at venjingin
gongur væl, og hann heldur
seg gera framstig.
– Tað eru fleiri spælarar
her í felagnum, sum fyrr
hava slitið krossbandið, og
teir eru allir komnir fyri seg
aftur. Tað er hugaligt at fáa
stuðul frá teimum, og teir
eru sera hjálpsamir móti
mær, sigur Jón Rói.
Spælarar sum Morten
Wieghorst og Auri Skar-
balius hava verið ígjøgnum
uppvenjing
eftir
slitin
krossbond, og teir geva Jón
Róa góð ráð.
Leitar eftir felag
Gongur tað, sum Jón Rói
ætlar, so kann hann fara at
spæla bólt aftur um tveir og
ein hálvan mánað og verða
førur fyri at spæla dyst um
tríggjar mánaðir.
– Men tað loysir seg ikki
at gera ov nógv av. Venj-
ingin má taka tað tíð, sum
hon krevur, og um tað so
merkir, at eg má bíða ein
mánað longri, enn eg ætli
nú, so geri eg tað.
Málið hjá honum er at
koma fullkomiliga fyri seg
aftur sum fótbóltsspælari,
og hann miðjar eftir at
vinna plássið aftur á før-
oyska landsliðnum.
– Eg komi tó ikki at halda
fram í Brøndby. Eg ætli
mær at finna mær eitt nýtt
felag, og vónandi verður
tað her í Danmark.
Sjálvsálitið fingið
smeit
Jón Rói byr í Ishøj, og har
trívast hann, daman og
barnið hjá teimum sera væl,
og um tað kann lata seg
gera, ætla tey at verða
búgvandi har.
– Í løtuni veit eg ikki,
hvar eg komi at spæla, men
eg vóni, at tað kemur upp á
pláss innanfyri ein mánað
ella so. Tað, sum er mest
umráðandi fyri meg, er, at
eg sleppi at spæla dystir
aftur á høgum stigi, so eg
kann fáa gongd í fótbóls-
spælið aftur og byggja
sjálvsálitið uppaftur.
Og júst sjálvsálitið er
nakað, sum kann fáa ein
smeit, tá ið tað ikki ber til at
spæla seg á besta liðið í
einum felag og omaná tað
heila fáa ein álvarsaman
skaða.
– Brøndby er eitt rætti-
liga professionelt felag, og
tað verður ikki tosað so nóg
við teg, fyri tað um tú ikki
sleppur á liðið. Tí mást tú í
grundini
verða
sterkur
mentalt og taka tær av tær
sjálvum.
– Men tað er trupult at
sleppa undan, at slíkt gong-
ur út yvir sjálvsálitið, og tí
vil eg í gongd við at spæla
dystir, so skjótt sum eg
komi fyri meg aftur, sigur
Jón Rói.
Venjingin fyri hendan
dagin er liðug, og Jón Rói
fer at leggja seg undir kønu
hondina hjá einum fysio-
terapeuti.
Tað er ein tilvildarligur
týsdagur í februar, og hann
fer av Brøndby Stadion.
Í morgin er mikudagur,
og tá er hann aftur á súkkl-
uni.
Einsamallur, men av-
gjørdur um, at hann skal
koma fyri seg aftur.
Jón Rói vil á fótbóltsføtur aftur
– Man veit ongantíð, hvat kann henda, men eg vóni tað besta,
og eg geri alt fyri at koma at spæla fótbólt aftur. Eg varð
skurðviðgjørdur av einum sera dugnaligum lækna, og hann
sigur, at tað gongur væl við knænum hjá mær, sigur Jón Rói
Jacobsen, langtíðarskaddur føroyskur landsliðsspælari
Mynd: Eyðun Klakstein
Í løtuni súkklar Jón Rói nógv, men hann vónar, at hann kann fara at renna aftur innanfyri ein
mánað, og tað gleðir hann seg til. Hann er í løtuni strandaður í einum rúmi á Brøndby
Stadion, meðan liðfelagarnir í Brøndby og á landsliðnum fara suður í heitari lond at venja
Mynd: Eyðun Klakstein
C
M
Y
K
22