mikudagur 3. august 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88
18
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
Í morgin og komandi dagarnar
verður Summar Festivalurin hildin
í Klaksvík. Nógvir festivalgestir eru
longu komnir til býin, og roknað
verður við nógvum fólki afturat
komandi dagarnar.
– Áhugin fyri festivalinum í
ár er eins stórur, og hann var í
fjør, tá ið vit helst høvdu størstu
áhoyrarafjøld til nakra konsert í
Føroyum, sigur Erik Biskopstø, sum
er ein av fyriskiparunum av Summ
ar Festivalinum.
– Tað hevur ein kombinatión
av stórum útlendskum nøvnum,
góðum føroyskum bólkum og
hugnaligum festivalumhvørvi, sum
hevur gjørt Summar Festivalin so
væl umtóktan mill um føroyingar,
heldur hann.
Runda 60.000
Hetta er áttanda ferðin, at Summar
Festivalurin verður hildin, og í
ár fer samlaða talið á vitjandi á
festivalinum at runda 60.000 fólk.
Tað byrjaði við einum miðal
stórum festivali í 2004, har 3.500
fólk hugnaðu sær í fantastiskum
summarveðri. Síðani hevur festi
valurin vaksið seg stóran og
sterkan, og upp ímóti 10.000 fólk
hava verið á festivali. Samanlagt
hava umleið 55.000 vitjandi verið
á Summar Festivalinum hesi árini,
festivalurin hevur verið hildin. Og
aftur í ár verður roknað við full um
húsi til festivalin, og samstundis fer
talið á vitjandi væl upp um 60.000
fólk.
Føroyskt og útlendskt
Summar Festivalurin bjóðar bæði
kendar útlendskar tónleikabólkar
og føroysk nøvn.
Í ár koma eitt nú countrylegend
an Bobby Bare, poppstjørnan Ras
mus Seebach, rockbólkurin D-A-D
og X-Factor sangararnir Babou og
Basim úr útlandinum.
Og mill um føroysku nøvnini eru
Frændur, Anna Faroe, Páll Finnur
Páll , Hjarnar, Jens Marni, Hanus G.
Johansen, Kim Hansen, Divaz. Orka
og fleiri.
Summar
Festivalurin
hevur
ført seg fram sum tann hugnaligi
familjufestivalurin, og tað sæst
eisini aftur í skránni, sum bæði
bjóðar nýggjan og eldri tónleik
– tónleik til yngri og eldri fólk.
– Vit vilja verða tann fólksligi
festivalurin, sum bjóðar góðan og
kendan tónleik til fólk í øll um aldri,
sigur Erik Biskopstø.
Fólk flokkast í Klaksvík
Áhugin fyri at koma á Summar
Festivalin í ár sæst aftur á
nógvum økjum. So at siga all ir
campingvognar í Føroyum verða
í Klaksvík um vikuskiftið, og øll
campingplássini
eru
umbiðin.
Leitað hevur verið eftir fleiri pláss,
so eisini tey seinastu kunnu sleppa
við. Roknað verður við, at næstan
200 húsvognar verða í Klaksvík um
vikuskiftið.
Øll pláss á gistingarhúsum og
øll summarhús eru langt síðani
bíløgd, og bátaplássini fóru herfyri
at ganga undan.
Fólk tjalda eisini á Summar
Festivalinum, og økið, sum er sett
av til familjutjalding, er fult. Pláss
er framvegis eftir til ungdóms
tjaldingina.
Summar
Festivalurin
byrjar
hóskvøldið kl. 18.00, og síðani verður
tónleikur og undirhald í tríggjar
dagar. Seinasta framførslan verður
sunnunáttina kl. 03.00, tá ið Eyðun
& Terji fara at spæla.
FESTIVALUR Atgongumerkjasølan gongur sera væl, øll campingplássini eru bíløgd,
familjutjaldingin er útseld, bátaplássini ganga undan, og øll gistingarhús og summarhús
verða á tremur við fólki, tá ið Summar Festivalurin verður hildin um vikuskiftið
Vænta nógv fólk á
Summar Festival