mikudagur 3. august 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88
22
Sosialurin
Ítróttur
Jóannes Hansen
Tað var tætt og spennandi í fína
summarveðrinum í Runavík, og
sum tað leið ímóti dystarenda,
stóðu víkingarnir uttan fyri girð
ingina friðarligir og sum á nálum.
Tað var væl skiljandi. Eftir nett ein
tíma og hornasparksinnlegg úr
høgru hevði miðverjin og liðfor
maðurin, Atli Gregersen, sum var
blankur við handara stólpan, við
høvdinum stýrt bóltin inn undir
samankomingina aftanfyri annars
óføra Andras Gango.
Púra uppløgdu málmøguleik
arnir vóru ikki so nógvir. Spælið
skifti millum báðar brotsteigarnar.
Tað knípti eitt sindur at varðveita
bóltin, og tað vóru ov nógvar skeiv
ar sendingar. Hóast NSÍ var undir
mannað, tí miðverjin Jens Joensen
hevði tiltuskað sær fullkomuliga
óneyðugt beinleiðis reytt kort, so
lúrdi møguleikin síðsta korterið, at
NSÍ skuldi javna.
Fyri Víking var munurin millum
sigur og trý stig og javnleik og eitt
stig í fyrra førinum framvegis at
vera einasti avbjóðarin til B36 í
stríðnum um FM heitið, og í seinna
førinum í gásareygum bara at
savna seg um silvurmerkjaplássið.
Tá ið Rúni Gaardbo, sum hevði
gott tak á grannauppgerðini, bríksl
aði fyri síðstu ferð, lætnaði tað hjá
víkingunum á og kring vøllin, og
tað var lætt at skilja, at teir stór
fegnaðust.
Tað er altíð torført hjá teimum
hinumegin Gøtueið at vitja við
Løkin, og stigaposin man kennast
at tyngjast eyka nógv, tá ið trý stig
verða vunnin í Runavík.
Gott tak á verjupartinum
Í útgangsstøðuni ráddi tað hjá
Víkingi um at halda tørn í verju
partinum. Tað eydnaðist, og tað
komst partvís av góðu organi
seringini. Avtalurnar í verjuparti
num eru nógvar og eyðsýndar.
Vongverjarnir eru álopshugaðir,
men bara annar sleppur fram í
senn. Hjartvard Hansen í høgru og
Hanus Jacobsen í vinstru bjóðaðu
seg til í álopsspælinum, og teir
bakkaðu væl upp fyri miðverjarnar.
Á miðvøllinum var Evrard Ble
framúr eyðsýndur. Hann stríddist
væl og nógv í verjukenda partinum,
og hann var sera skilagóður í av
spælinum og í at flyta seg og bjóða
seg fram.
Tað var ikki so ofta, at Víkingur
spældi seg til upplagdar málmøgu
leikar. Ikki so sjáldan gekk tað ov
seint fyri seg at flyta liðið fram á
vøllin, tá ið bólturin var vunnin,
og tað bar aftur við sær, at Finnur
Justinussen, sum ofta rann seg
í rangstøðu, var ov einsamallur í
brotsteiginum hjá mótstøðumonn
unum.
Leita eftir málinum
Hin parturin av søguni er, at NSÍ
tykist hava mist flogið, tá ið tað
snýr seg um at skjóta mál. Christian
Høgni Jacobsen og Klæmint A.
Olsen eru framvegis ovarlaga á
máltindinum, men seinastu ferðir
nar hava teir drigið svart.
Sunnudagin 19. juni vann NSÍ
6-4 í Sørvági. Ta ferðina skoraði
Christian Høgni tvey mál og Klæ
mint eitt mál. Síðani tá hava teir
gulu spælt tríggjar ferðir í lands
kappingin. Tað hevur bara eydnast
at skjóta eitt mál – í 1-1 uppgerðini á
heimavølli ímóti B71, tá ið Christian
Høgni skoraði sjey minuttir undan
síðsta bríkslinum. Síðani hevur
NSÍ spælt málleysan javnleik á
Ólavsøku, og nú taptu teir 1-0 ímóti
Víkingi.
Bæði ímóti HB og ímóti Víkingi
hevði einki forgjørt verið, um úr
tøkan varð størri, enn hon bleiv,
men marginalirnir eru ikki við. At
tað mest sum hvørja ferð hevur
verið neyðugt at gera broytingar,
tí spælarar ikki eru tøkir, hevur
ikki økt um tryggleikan – hvørki í
verjupartinum ella í uppbyggjandi
partinum.
Jústinus R. Hansen var eyðsýnd
ur á sentrala miðvøllinum, meðan
Mamuka hesa ferð var blindur
ferðamaður sammett við á Ólav
søku, tá ið hann leikti framúr væl
og var støðug hóttan í vinstra borði.
Sum tað leið fram ímóti endanum,
royndi Pauli Poulsen at spenna
álopsbogan, eitt nú við at senda
Heðin á Lakjuni, sum hesa ferð í
útgangsstøðu var vinstri vongverji,
longri fram á vøllin, men tað segði
tað sama.
Eftir landsliðssteðgin skal NSÍ
til Fuglafirðar, meðan Víkingur fær
vitjan av illa sperdu meistarunum
í HB.
Víkingur
koyrir á
Tepri sigurin við Løkin ber við sær, at teir í Eystur kommunu leggja trýst á B36 í kappingini um
oddasessin, meðan NSÍ eftir 180 minuttir uttan mál hevur mist tvey tey ovastu plássini úr eygsjón
NSÍ-Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Atli Gregersen 60.
Dómari: Rúni Gaardbo
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Fredriksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Jens Joensen, Heðin á Lakjuni - Debes
Danielsen (Árni Frederiksberg, 61.), Fritleif í Lambanum (Ari Ó. Ellingsgaard, 73.), Jústinus R. Hansen,
Mamuka Toronjadze (Jann Martin Mortensen, 66.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
Gult kort: Jens Joensen
Reytt kort: Jens Joensen (beinleiðis reytt) 79.
Víkingur: Geza Turi - Hjartvard Hansen (Bárður Hansen, 83.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus
Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Niclas Niclassen, Sam Jacobsen, Evrard Ble (Páll A. Klettskarð, 90.), Símin
Hansen (Andreas Lava Olsen, 78.)- Finnur Justinussen
Gult kort: Evrard Ble, Atli Gregersen, Hjartvard Hansen