mikudagur 3. august 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
KÍ er liðið omanfyri øll liðini í
kvinnufótbólti. Liðið hevur verið
einaráðandi síðani aldarskiftið.
Einasta kappingin har nakar hevur
megnað at knúgvað KÍ er í steypa
kappingini.
– Tað er altíð trýst á KÍ at vinna
í kvinnudeildini og tað er tað aftur í
ár, sigur Erik Nielsen, venjari hjá KÍ.
Men fyrireikingarnar hjá teim
um hava ikki verið optimalar. Nýtt
graslíki er lagt á vøllin í Klaksvík
og tað hevur tikið longri tíð enn
vænta.
– Vit hava vant á Fossanesi á ein
um sparkivølli í góðar tvær vikur.
Nú sleppa vit framat í Leirvík.
Bæði besta og næstbesta liðið
hjá monnunum hava vant har
frammanundan, sigur Erik Nielsen
um torføru umstøðurnar.
Liðið er sett
Erik Nielsen hevur longu sett liðið,
sum skal spæla steypafinaluna,
men tað kemur illa við at Suffía
Purkhús er burturstødd.
– Suffía er til nakað, ið eitur
“TeenStreet” í Týsklandi, so hon
verður ikki við. Eg havi arbeitt við
at loysa hendan trupulleikan og vit
hava funnið eina loysn, sigur Erik
Nielsen.
Tað verður unga Eyðvør Klaks
tein, ið skal manna álopið.
– Vit hava fleiri ungar leikarar
og millum tær er Eyðvør Klakstein.
Hon kemur at taka yvir plássið hjá
Suffíu Purkhús í álopinum. Tað
hava vit arbeitt við síðani eg fekk
at vita, at Suffía ikki fór at verða
tøk, sigur Erik Nielsen.
Hugsa ikki um
Champions League
KÍ skal týsdagin til Serbia at luttaka
í UEFA Women Champions League.
Tey hava tí úr at gera hjá KÍ kvinn
um. Men fyribils eru eyguni vend
móti steypafinaluni.
– Vit tosaðu fyrr í ár um hvat vit
skulu seta fokus á. Vit komu til tað
niðurstøðu, at vit taka steypakapp
ingina fyrst og so kunnu vit hugsa
um Champions League aftaná, sig
ur Erik Nielsen at enda.
KÍ og AB vóru í 2009 í steypa
finaluni. Tá vann AB 2-1. Í fjør vann
KÍ steypakappingina aftur, við at
vinna á Skála í finaluni.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Lagið er gott á Argjum og í gjár
vóru heili 21 leikarar til venjing,
tá AB legði seinastu hond á fyri
reikingarnar til steypafinaluna
hóskvøldið. AB eltir aftur í ár KÍ í
landskappingini, men í steypakapp
ingini verður alt avgjørt upp á 90
minuttir.
– Tað týdningarmesta er, at vit
trúgva upp á tað. Vit mugu ikki
ræðast KÍ um vit skulu hava nakran
møguleika fyri at vinna á teimum.
Tað er eisini týdningarmikið, at
vit stríðast allan dystin á tamb og
ikki missa trúnna upp á tað mitt
í dystinum. Tað hava vit verið út
fyri fyrr, sigur Mona Breckmann,
liðskipari hjá AB.
AB gjørdi tað í 2009
Í 2009 var steypafinalan millum
somu liðini. Tá vann AB 2-1, eftir
at hava verið á odda 1-0 í hálvleiki
num. Mona Breckmann skoraði
bæði málini í tí dystinum. Liðið er
nakað broytt síðani tá, men á Argj
um er tey klár at endurtaka søgu
liga finalusigurin.
– Tað merkist væl at steypafinal
an nærkast. Venjingin í kvøld(í gjár
blðm.) var sera góð og allar eru í
góðum lag og ikki minst spentar,
sigur Mona víðari.
Kapping um plássini
Meðan liðið hjá KÍ longu er sett, so
vita kvinnurnar á Argjum ikki hvør
sleppur við fyrr enn í kvøld. Tær
eru fleiri um boðið.
– Tað er kapping um plássini á
liðnum og tað er bara gott. Nú fyri
reika vit okkum allar upp á at vit skulu
spæla, men sjálvandi verða onkrar
vónbrotnar, sigur Mona.
Eins og hjá KÍ, so eru onkrir
smáskaðar, men ikki nakað álvarsligt.
– Vit hava onkrar smáskaðar,
men eg haldi at tá samanum kemur,
so verða allar klárar til hóskvøldið,
sigur Mona Breckmann at enda.
So er spurningurin um AB
megnar at endurtaka bragdið frá
2009?
trondur@sosialurin.fo
KÍ kvinnur gera klárt
í torførum umstøðum
Steypafinalan hjá kvinnum er í Klaksvík, so KÍ burdi havt ein fyrimun. Sannleikin er tó, at liðið enn ikki hevur
roynt nýggja vøllin, tí hann ikki er klárur. KÍ kvinnurnar hava tí verið í Leirvík og Fossanesi og fyrireika seg
Mugu ikki ræðast KÍ
Tað sigur AB liðskiparin, ið metir at tað mentala kemur at hava stóran týdning
fyri um AB kann vinna eina steypakapping móti KÍ aftur