Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88 20 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Brian Kerr var óvanliga fáorðaður, tá Miðlahúsið tosaði við hann eftir lutakastið. Spurdur hvat hann helt um at verða komin í bólk við sínum lands­monnum, segði írin, at hann hevði ikki stundir at hugsa so langt fram, og nógv kundi henda til tað tíð. Fyribils hugsaði hann bara um upp­gávuna móti Norðurírlandi í næst­um. Sáttmálin hjá Brian Kerr gongur út tá hendan undankappingin kem­ ur at enda. Føroyar hevur tríggj­ar dystir eftir. Tó er líkt til, at Brian Kerr verður landsliðsvenjari eisini kom­andi HM undankapping. – Eg eri samanlagt nøgdur við arbeiði hjá Brian Kerr. Hann hev­ur fing­ið nøkur góð úrslit. Eisini hevur sam­starvið verandi hjálpar­venjar­ an hevur rigga væl, sigur Chris­tian Andreasen, FSF forseti. Skuldi verða meir enn bara ein venjari Tá FSF í 2009 leitaði eftir einum nýggj­um landsliðsvenjara, løgdu teir eina við, at ein nýggjur lands­ lið­s­venjari skuldi verða meira enn bara ein landsliðsvenjari. Hann skuldi eisini leggja feløgunum og ung­dóms­landsliðnum lag á. Tann part­ur­in hevur tó ikki eydnast eins væl. – Tað eru altíð nøkur ting, sum kunnu gerast betri. Vit mugu ásanna, at samstarvið millum feløg­ini, ungdómslandsliðini og lands­liðs­venjaran ikki hevur verið nóg gott. Tað er ikki ein kritikkur av Brian Kerr, men heldur ein trupul­ leiki, ið liggur hjá okkum øllum. Vit mugu øll læra okkum at samstarva bet­ur, sigur forsetin í FSF. – Landsliðsvenjarin eigur at verða ein partur av einum toymi, eitt nú saman við ung­dóms­lands­ liðsvenjarunum og tekn­iska stjóranum, sum innan FSF skal stinga út í kortið, hvøjar mál­set­n­ ing­ar FSF skal hava á ítróttarliga øki­num. Hann skal vera við til at leggja okkara yvirordnaðu strategi. Eisini eigur samstarvið mill­um landsliðsvenjaran og feløg­ini at betrast munandi, tí FSF hevur sjálvsagt sum yvir­ ordnað­an málsetning at betra um umstøðurnar hjá øllum fót­bólti­ num í Føroyum, , sigur Christian Andreasen víðari. Fyrireika samráðingar Bæði A-landsliðið og U-21 landsliðið skulu í næstum til Norðurírlands at spæla landsdystir. Eftir hendan eru bara teir tveir dystir eftir í hesi undan­kappingini. – Vit fyrireika okkum í løtuni til konkret­ar samráðingar við Brian Kerr. Samráðingarnar byrjar eftir lands­dystin í Norðurírlandi, sigur Christian Andreasen víðari. Væl nøgdur við lutakastið Føroyar kom í bólk C saman við Týsklandi, Svøríki, Írlandi, Eystur­ ríki og Kasakstan til HM 2014 undan­kappingina. FSF forsetin er væl nøgdur við lutakastið. – Lutakastið er sum heild gott fyri okkum. Einasta landið í kom eitt sindur illa við er Kasakstan. Nú komu vit í tað støðu, at vit fingu eitt lið úr niðasta styrkisbólki í okkara bólk, men Kasakstan er eitt av sterkastu londinum í lægsta styrkis­bólkinum. Tað er eisini langt at ferðast til Kasakstan, men tað er møguleiki fyri stigi í heima­dystinum, sigur Christian Andreasen. Flestu fótbóltsáhugaðir føroy­ ing­ar fylgja væl við í enskum fót­ bólti. Men enn hava vit ongantíð spælt móti teimum í einum lands­ dysti. Tá vit nú ikki fingu Ongland, so er Týskland tað besta landið vit kundu fáa í okkara bólk um hugsa verð­ur um tað fíggjarliga. – Tað eru tvey lond, ið geva hægstu inntøkumøguleikar. Tað eru Týsk­land og Ongland. Hóast flestu før­oy­ingar helst høvdu vilja fingið Ong­land, so er Týskland avgjørt eitt gott land at fáa í okkara bólk, sigur Christian Andreasen. FSF hevur fasta avtalu um sjón­ varps­rættindi við Kentaro. Tað merk­ir, at inntøkurnar ikki svinga eins nógv og tær kundu. Hetta veitir eisini trygd um vit skuldu kom­ið í ein minni áhugaverdan bólk. – Vit hava valt at hava ein fasta avtalu við Kentaro, so eitt lutakast ikki er avgerandi fyri hvussu okkara inntøkur eru. Men við at fáa Týsk­land í okkara bólk er allíkavæl ein­ møgu­leiki fyri at fáa nøkur eyka oyru, sigur Christian Andreasen at enda. Sostatt er tað sannlíkt, at Brian Kerr framhaldandi verður føroysk­ ur landsliðsvenjari, tá vit í kom­andi HM undankapping skulu dyst­ ast móti millum annað hansara landsmonnum, Írlandi. FSF og Brian Kerr samráðast Sáttmálin millum Fótbóltssambandið og landsliðsvenjaran gongur út eftir hesa undankappingina. FSF forsetin er væl nøgdur við avrikini hjá Brian Kerr. Hann sigur tó, at samstarvið millum landsliðsvenjaran og ungdómslandsliðini eigur at betrast í einum komandi tíðarskeið