Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88 24 Sosialurin Ítróttur Dysturin var ikki nógv meir enn byrjað­ur, so lá bólturin í B71-máli­ num, tá Róaldur Jakobsen við góðum samanspæli við Súna Ol­ sen og Høgna Eysturoy hevði lagt B36 á odda 1-0. Miðskeiðis í fyrra hálv­leiki økti Klæmint Matras við einum stútara, aftaná eitt væl tikið hornaspark hjá Súna Ol­sen. B36 sat væl og virðiliga á dysti­ num í fyrra hálvleiki, men dyst­ urin fekk eina brádliga vend við tveim­um brotsspørkum til B71. Bert fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá Ransin Djur­ huus, dómari metti, at Jonas Flindt Rasmussen hevði framt ov harð­ ligt verjuspæl í brotsteiginum. B36-arnir vóru ikki samdir, men brot­spark var, og Gudmund Niel­ sen sveik ikki frá 11 metrum. Tá 11 minuttir restaðu av vanligu leik­ tíð­ini dømdi Ransin Djurhuus aft­ ur brotsspark ímóti Jonas Flindt Rasmussen í B36-verjuni. Hesa­ferð var Tummas Hans Rubeksen sett­ u­r at skjóta, og hann sendi botn­ liðið í barónaseingina. Men stutt undan leikloki datt botnliðið úr baróna­songini, tá Mahmud Sulei­ man sendi eina framúr sending til ein blankafrían Jákup á Borg, sum ikki sveik álitið. Áðrenn hetta gjørd­ist veruleiki hevði Símun Rógvi Hansen í B71-málinum framt størstu bjargingina av mongum, tá hann hegnisliga vardi fyri einum brots­sparki hjá Lukasz Cieslewicz. Stóð nógv á Annar av venjarunum hjá B36, Mikkjal Thomassen viðgekk aftaná dystin, at tað stóð á gomlum nøgl­ um: - Tað stóð nógv á. Vit komu út í eina støðu, sum ein fyri alt í verðini roynir at undganga at koma í. Vit høvdu eina leiðslu, og høvdu fleiri málmøguleikar at økja um leiðsluna, og so knappliga stan­ da vit við einum javnleiki, tá fáir minuttir vóru eftir, so tað var av sonnum ein rutsjibani. Vit løgdu annars hart út, og vit spæla okkum til fleiri góðar málmøguleikar. So vit kunnu siga, at talan var um ein góðan fyrra hálvleik hjá okk­ um. B71 hevur kanska eina hálva vanda­støðu í fyrra hálvleiki, greið­ ir Mikkjal frá. Mangan verður tikið til í fótbólti, at 2-0 er tann vanda­ miklasta leiðslan, og hetta mátti B36 sanna: - Vit gera tvey brotsspørk. Eg síggi so bara tað seinna, sum var eitt klokkuklárt brotsspark. Vit skapa tó fleiri málmøguleikar, men Símun Rógvi í B71-málinum hevur fleiri góðar bjargingar. Hetta tyktist ikki at verða dagurin, har vit skuldu fáa bóltin inn, men í einum góðum álopi, har vit bróta ígjøgnum í vinstru síðu, fáa vit lagt bóltin inn til Jákup sum skorar, greiðir B36-venjarin frá, og hann dylur ikki, at talan var um eina stóra for­ loys­ing, tá Jákup á Borg skoraði til 3-2. - Vit kunnu bara fegnast um, at tað eydnaðist okkum at binda um posan tá. Vit hava ikki avgjørt so nógv­ar dystir til okkara fyrimun ímóti dystarenda. Tað hevur held­ ur verið øvugt, har vit bæði á Toftum og í Norðragøtu hava fingið dystirnar ímóti okkum. Tá hava mótstøðuliðini javnað ímóti dystar­ enda, men hesaferð, og seinast ímóti 07 Vestur megna vit at avgera dystirnar ímóti dystarenda. Ein er ógvuliga glaður fyri hesar sigr­ar­ nar, har ein heldur, at tingini ikki eydnast so væl, sum tey áttu, men at tað ber heim kortini. Ì dag haldi eg, at vit gera tingini trupul fyri okkum sjálvar, tá ein so kortini sleppur snikkaleysur frá dystinum við trimum stigum, so má ein bara fegn­ast um tað. Mikkjal Thomassen fegnast eisini um, at B36-hópurin fekk hálvtannað samdøgur á Sand­ oynni, sum hann metir var ein góð samanristing hjá hópinum, og hann er fegin um gestablídni, sum teimum var sýnt í tí nýggja depli­ num í Skálavík. Harmast um tað mista stigið B71-málverjin, Símun Rógvi Han­ sen, sum mong mettu verða tann besta spælaran á vøllinum kundi ikki brúka tað til so nógv, at lið hansara hevði staðið seg væl ímóti oddaliðnum. - Vit megna at venda 0-2 til 2-2, og so skora teir sigurs­ málið, tá nakrir fáir minuttir eru eftir, og tað kennist ógvuliga tungt hjá okkum. Símun Rógvi viðgongur, at B71 slettis ikki vóru klárir í fyrra hálv­leiki: - Í fyrra hálvleiki sita teir á øllum, og tað sá ikki gott út hjá okkum. Eg haldi reint út sagt, at vit skapa ikki so mikið sum ein mál­møguleika í fyrra hálvleiki. Vit fáa tó rættað uppá ymiskt til seinna hálv­leik, og tá gongur tað munandi betri. Vit javnað, og hava onkra roynd, sum vit kundu havt skorað uppá, men so koppar tað til teirra fyri­mun, staðfestir Símun Rógvi Hansen. Bjartari vónir Avrikið hjá B71 gevur tó Símuni Rógva Hansen vón um betri dagar hjá B71: - Tað eru nøkur ting í seinna hálv­leiki, sum vit kunnu brúka. B36 hevur nógvar málmøguleikar, men vit eru vandamiklir í okkara mótálopum. Símun Rógvi heldur, at teir nýggju mennirnir hjá B71, Gud­mund Nielsen, Poul Kjartan Dam, Bakary Bojang og Mikkjal Hentze stóðu seg væl ímóti B36 ígjár, slær Símun Rógvi Hansen fast. Hann gleðir seg eisini til, at Ras­mus Nielsen fer at styrkja enn meira um liðið. - Vit mugu royna at trúgva uppá tað. Tað verður tor­ført, men vit skulu bara koma í gongd og vinna nakrar dystir, men tað sær betri út, enn tað hev­ur gjørt áður, staðfestir Símun Rógvi Hansen. Leygardagin fær B71 møguleikan at hála inn á hini lið­ini í botnstríðnum, tá spælir B71 nevn­ liga ímóti KÍ í Klaksvík. B36 mundi fingið Sand í maskinaríið B36 legði út sum eitt ódnarveður í fyrra hálvleiki. Botnliðið gjørdi tó ein ordans vørr í seinna hálvleiki, men Jákup á Borg bjargaði B36 ímóti dystarenda B71-B36 2-3 (0-2) 0-1 Róaldur Jakobsen (4. min) 0-2 Klæmint Matras (22. min) 1-2 Gudmund Nielsen (51. min) 2-2 Tummas Hans Rubeksen (79. min) 2-3 Jákup á Borg (89. min) Dómari: Ransin N. Djurhuus B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Símun Joensen - Súni Olsen(Kenneth Jacobsen, 89), Atli Danielsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen(Ingi Højsted, 65) - Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz(Mahmud Suleiman, 71) Á bonkinum: Magnus Emil Poulsen og Heini í Skorini B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Poul Kjartan Dam – Gudmund Nielsen, Mikkjal Hentze, Bogi Hermansen, Bakary Bojang, Marcus Clementsen(Rúni Joensen, 85) – Tijani Á bonkinum: Gerhard Páll Lognberg, Jónsvein Thomsen og Rasmus F. Nielsen