mikudagur 3. august 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 3. august 2011 · Nr. 88
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Hóast hetta er fyrstu ferð í ár, at
HB er undir niðurflytingarstrikuni,
so kemur tað ikki so óvart á. Liðið
hevur ikki spælt væl og til tíðir er
tað eisini blivið út spælt av mót
støðuliðnum.
– Tað er ikki panikkur í HB. Vit
hava vita í eina tíð, at hetta kundi
henda. Tað hava verið fleiri javnir
dystir síðani eg kom til, men tíverri
eru teir koppaðir skeivan veg, sigur
Sigfríður Clementsen, venjari hjá
HB.
Holgar leggur 07
Vestur á odda
Dysturin var bara fýra minuttir
gamal, tá Holgar Durhuus legði
07 Vestur á odda. 07 Vestur fór í
mótálop og tað endaði við, at Holgar
Durhuus kom at standa einsamall
ur við HB málverjanum. Hann var
tryggur og legði heimaliðið á odda.
– Vit gera eina verjuvillu tiðliga í
dystinum og tað kostar dýrt. Aftaná
tað, so er bestemma 07 Vestur eitt
sindur hvussu dysturin verður
myndaður. Teir hava nakrar góðar
útlendskar leikarar, ið eru góðir í
umstillingsspælainum.
Hinvegin
so skapa vit nakrar møguleikar
og tað manglar bara tað síðast so
fer bólturin inn, sigur Sigfríður
Clementsen um fyrra hálvleik.
Í seinna hálvleiki heldur 07
Vestur fast og vinnur seg úr botni
num. HB hevur á áttinda sinni tapt
í ársins landskapping.
– Í seinna hálvleiki flyta vit
fólkið fram og tað gevur sjálvandi
07 Vestur møguleika at spæla upp
á mótáolp. Tí koma bæði liðini til
møguleikar í seinna hálvleiki. Hevði
onkur av okkara fari í málið, so tað
kanska loyst upp fyri nógvum,
sigur Sigfríður Clementsen.
Mugu standa saman
HB er í svárari kreppu og lítið skil
er á leikarum, ið koma og fara
frá felagnum. Í gjár vóru tveir
blaðungir menn í verjuni, meðan
ein av lyklaleikarunum frá í fjør,
Doddi, var sendur heim miðskeiðis í
fyrr hálvu og ongin er komin í stað
in. Venjarin er skiftur, men gongdin
er tað sama.
– Um vit halda at vit yvirliva ikki
tí vit eita HB, so klára vit tað ikk. Vit
mugu skilja álvarin beinanvegin og
standa saman sum felag. Eg haldi,
at vit vístu ein góðan vilja í gjár og
talan er aftur um ein tættan dyst.
Men vit mugu taka útgangsstøði í
støðuni sum hon er. Og hon er, at
vit liggja til niðurflyting og eru í
harðari kapping við fimm onnur lið,
sigur Sigfríður Clementsen.
HB hevur í ár brúkt 27 leikarar og
tveir venjarar. Millum annað hava
tríggir málmenn staðið í mál. Tað
tykist sum felagið ikki hevur nakra
plan fyri hvussu trupulleikarnir
skulu loysast. Verjan er tann triðj
ringasta í landinum. HB hevur bara
skotið 21 mál, meðan grannarnir
hava skotið 35 mál í teimum fyrstu
15 umførinum. HB hevur fýra
landsliðsleikarar, tað er ein fyri
hvønn vunnan dyst í ár.
Jóhan Nielsen prógvar
seg enn eina ferð
Við sigrinum í gjár kom 07 Vestur
upp á fimta pláss. Tað er bæði ein
lýsing av góðu gongdini undir Jóhan
Nielsen og hvussu tøtt kappingin
er. 07 Vestur lá undan dystinum
undir niðurflytingarstrikuni.
07 Vestur spældi eisini væl í
Gundadali móti B36 á ólavsøku.
Lítið røkist fyri at 07 Vestur flytur
niður í ár, men tað skal bara eitt
umfar til at venda botinum á
høvdiðið.
trondur@sosialurin.fo
07 Vestur – HB 1-0 (1-0)
1-0 Holgar Durhuus, 4
Dómari: Eiler Rasmussen
07 Vestur: Kristian Joensen - Torstein Mýlingstind, Kingsley Amunike, Tehe Aristide, Rógvi E.
Nielsen(Jóhan Petur á Stongum, 66) - Holgar Durhuus, Jovan Panic, Eli Nielsen, Joseph Bassene, Badara
- Clayton
Á bonkinum: Eli Poulsen, Jens Erik Rasmussen, Jákup S. Olsen og Hans Arni Ellefsen
Venjari: Jóhan Nielsen
HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen, Hendrik Rubeksen - Hanus
Thorleifsson(Jógvan Skeel Nolsøe, 75), Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, Hallur Hannson(Bogi R.
Petersen, 71), Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum(Jón Krosslá Poulsen, 78)
Á bonkinum: Heðin Stenberg og Ólavur í Ólavstovu
Venjari: Sigfríður Clementsen
HB í svárari kreppu
Havnar Bóltfelag hevur ongantíð verið í næstbestu deildini við sínum besta liði. Aftaná 15 umfør liggur HB
undir niðurflytingarstrikuni. Jóhan Nielsen prógvar enn eina ferð, at hann er ein tann besti venjarin vit eiga