Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89 6 Sosialurin Rógvi Nybo Í hesum døgum eru hópin av filmsliðum í Føroyum í sam­band við vitjanina av um­hvørvisverndar­felags­ skapum sum Sea Shepherd. Mill­um tey kendur eru sjálv­ andi filmsliðini hjá Ani­mal Planet, sum eru um­borð á Brigitte Bardot og Steve Irwin. Onnur filmslið ganga her á landi, sum siga seg vilja lýsa søguna um grinda­drápið frá einum føroyskum sjón­ar­ horni. Men ein ófrætta­kend­ ur fransmaður gongur eisini mill­um okkum, ið føroyingar eiga at ansa sær serliga væl eftir at samstarva við. Her er søgan um Francois-Xavier Pelle­tier, ið einaferð áður hev­ur snýtt føroyingar væl og virðiliga. 1987 Árið er 1987, og komin til land­ið er ein fransmaður, nevnd­ur Francois-Xavier Pelle­tier. Hann sigur seg verða etnolog, ið vil gera eina dokumentarsending um hvussu føroyingar liva sam­an við náttúruni, her­ und­ir eisini um grindadráp. Hann hevur samband við myndug­leikar í Føroyum, her­und­ir eisini tað, ið kallað­ ist Ferðamannastovan, , sum sein­ni gjørdist partur av Ferða­ráð Føroya, ið játtar at veita honum stuðul. Fram­ ma­n­undan hevur hann á sendistovuni hjá Dansk Turist­bureau í París fingið játt­að nógvan pening – sigst væl omanfyri tær 100.000 krón­ur­nar – til at gera send­ ing­ina, ið skal lýsa Før­oy­ar.­ Í Føroyum er Francois- Xavier í samband við nógv fólk. Hann verður lýstur sum blíður og fyrikomandi mað­ur, og honum verður víst vælvild og gestablídni. Í august mánaði eru hann, og ein fylgisveinur hansara, stadd­ir í Suðuroy. Í Suðuroy hevur Francois- Xavier fingið í lag av­talu við sýslu­mann og grinda­for­ menn um hvussu teir skuldu bera seg at, tá grindadrápið varð filmað – um nøkur grind kom og varð hildin til. Meðan bíð­að verður eftir grind, eru teir runt ymsastaðni kring oyn­na og filma, eitt nú tá teir eru í bjørgunum og síga við suðuroyingum. Men tann 19. august eru grindaboð, og grind­in skal haldast til í Vági. Randi Meitil var av Ferða­ manna­miðstøðini sett sum tulk­ur hjá fransmonnunum, og var við teimum allastaðni, har teir fóru. Hon minnist so­ leiðis tað, ið fór fram hen­da dagin, tá sjón kom fyri søgn, hvørji ørindini hjá frans­mon­ nu­num veruliga vóru. - Vit húsaðust í Hvalba, og tá vit fingu grindaboð, slup­pu vit við einum før­ oy­skum báti úr Hvalba, sum fór í grind. Men tá vit skuldu fara, var fylgi­svein­ ur­in hjá Francois-Xavier brád­liga vekk. Men ikki varð bíðað, og vit fóru í bát­ in og sigldu til Vágs. Tá vit koma til Vágs, beint áðrenn grind­in verður hildin til, kem­ur fylgisveinurin brád­ liga stimandi í einum skjótt­ gang­andi gummibáti, ið hann hevur verið vestanfyri Suður­oyn­na eftir, og legg­ur bátin at okkara. Nú brád­ liga loypir Francois-Xavi­ er umborð á hin bátin við allari filmsútgerðini. So fara teir stimandi mitt inn í rokan, blanda seg upp í dráp­ið, og byrja at filma sjálvt drápið. Hetta var beint øllum móti tí, ið av­tal­að var við sýslumannin, grinda­ for­mann­in og grindamenn, greið­ir Randi Meitil frá. Filmurin Eftirspælið eftir hendingina í Vági munnu suðuroyingar minn­ast best. Sjálvur greiðir Francois-Xavier frá*, at óðir før­oy­ingar royndu at søkkja bátin, hann var í, øll dekkini á bili hansara vóru karvað upp, filmsupptøkurnar vóru tikn­ar frá honum og hann varð settur í geglið, líka til kona hansara og danskir myndug­leikar fingu hann úr kníp­u­ni og øll útgerðin varð lat­in leyst aftur. Og at hetta var eftir at hann hevði sitið í sjey vikur í varðhaldi. Árið eftir kemur filmurin hjá honum um Føroyar út. Film­ur­in kann valla kallast ein saklig lýsing av hvussu før­oyska fólkið livir av og sam­an við náttúruni, so sum hann segði seg ætla at gera. Heit­ið á filminum talar fyri seg – Les isles Féroces – Tær øgi­ligu oyggjarnar. Sea Shepherd Síðani hendingina í Føroyum í 1987 hevur Francois-Xavier Pelle­tier arbeitt tætt saman við Sea Shepherd. Eitt nú var hann við umborð á skipinum Golfo Azurro, sum er eitt skip hjá Sea Shepherd, og sum var við Føroyar í fjør. Sjálvur var hann við til at kava eftir hvala­rovum út fyri Skæling. Í grein, hann hevur skrivað um hetta, skrivar hann so­ leiðis: »Tá eg sá skammiligu hvala-hópgrøvina á 24 metra dýpi, gjørdist eg avgjørdari enn nakrantíð áður at steðga barbarisku massakruni, sum er óneyðug og fylt við haturi, sum er ein skammblettur fyri Evropa og mannaættina«. 2011 Nú í summar er Francois- Xavi­er Pelletier aftur í Før­oy­um. Men nú hevur pípan brád­liga fingið eitt Ófrættakendur frans­ maður vitjar aftur grind Í 1987 stakk hann – við føroyskum og donskum stuðli – føroyingar í ryggin og nú roynir hann tað umaftur. Fransmaðurin Francois-Xavier Pelletier kallar seg objektivan etnolog, dokumentarist og journalist, og sigur seg vilja lýsa grindadráp frá føroyskari síðu. Júst sum í 1987