fríggjadagur 5. august 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
Sosialurin
heilt
annað
ljóð. Sjálvur sigur hann
við Sosialin, at hann nú er
ímóti
framferðarháttinum
hjá Sea Shepherd, eftir at
hann hevur funnið útav,
hvussu teir arbeiða. Hann
sigur ørindi síni í Føroyum
verða at gera eina lýsing av
føroysku síðuni av grinda
drápinum.
Hetta tykist tó verða ilt
at skilja, um ein hyggur eftir
vangamyndini hjá honum á
Facebook. Har finnast nýlig
ar myndir av Francois-Xavi
er Pelletier, saman við Paul
Watson og øðrum úr Sea
Shepherd. Ein av myndu
num er búmerkið hjá Sea
Shepherd við undirteksti
num »Vágur! Minnast tit
1987? Vit síggjast skjótt«. Á
øðrum myndum síggjast
hann, Paul Watson og
onnur smíða eina kistu,
har tey síðani leggja eitt
danskt flagg, eitt ES-
flagg og ein hval niður í
kistuna, og síðani bera
hana á akslunum við
føroyska
flagginum
omaná kistuni.
At ørindi hansara veruliga
eru broytt síðani tann 16.
juni, tá hesar myndirnar
seinast eru dagførdar, er tí
skil ilt at trúgva.
Eingin ávaring
Í vár ávaraðu almennu Før
oyar allar almennar stovnar
móti at samskifta við Pete
Bethune, sum tá var komin
til Føroya. Harumframt er
støðan hjá almennu Føroy
um, at einki samskifti verður
við Sea Shepherd felagsskap
in. Tað upplýsir Kate Sander
son, deildarstjóri í Uttanríkis
ráðnum. Harumframt hevur
Uttanríkisráðið eisini verið í
samband við sjónvarpsliðini
hjá Lizard Trading Company,
sum framleiðir sendingina
Whale Wars fyri Animal
Planet, og fingið váttan fyri
teirra ætlanum í Føroyum.
Kate Sanderson upplýsir
tó eisini, at Francois-Xavier
Pelletier ikki hevur verið í
samband við Uttanríkisráðið,
og at tey tískil einki vita um,
hvørjar ætlanirnar hjá hon
um eru í Føroyum, nú hann
vitjar aftur.
Tískil fyriliggur eingin
kunning um, hvussu føroy
ingar eiga at fyrihalda seg til
Francois-Xavier Pelletier, ei
heldur hvørjar ætlanir hann
hevur við vitjan sínari í Før
oyum.
rogvi@sosialurin.fo
*Greinin sæst á fronskum á: http://www.stop-the-grind.com/index.php?option=com_content&view=article&id=25&Itemid=15
Rólant Waag Dam og
Rógvi Nybo
- Eg ivist ikki í, at føroy
ingar einaferð fara at
steðga við at drepa grind.
Tað verður ikki tí at Sea
Shepherd
ella
nakar
annar felagsskapur sigur
tað, men tí at grindin
er
dálkað.
Tað
sigur
Francois-Xavier Pelletier,
sum nú aftur vitjar í Før
oyum.
Hann hevur áður sam
starvað við Sea Shep
herd, men sigur opið og
greitt, at tað ger hann
ikki longur. - Um tú virðir
djór, mást tú eisini virða
menniskju. Tað ger Sea
Shepherd ikki. Eg vil
hoyra
føroyska
fólkið,
fáa føroyska vitan um
grindadráp og varpa ljós
á føroysk viðurskifti. Sea
Shepherd vil ikki tosa.
Teir søkja bara konfronta
tiónina. Hygg bara eftir
navninum á sendingini.
Hon eitur “Whale Wars”.
Í sjálva heitinum verður
staðfest, at talan er um
kríggj og ikki djóravernd,
sigur Pelletier.
Mugu vera opin
Orsøkirnar til, at hann
aftur er í føroyum, sigur
hann, er at hann vil skilja,
hví
føroyingar
drepa
grind.
- Eg eri ikki fyri grinda
drápi. Men eg vil finna út
av, um tað er neyðugt. Er
tað ein fortreyt fyri at
yvirliva, so er tað eingin
trupulleiki. Men tað er tað
ikki. Tit hava ikki brúk
fyri grind fyri at yvirliva,
og føroyingar eta í dag
meira pitsa enn grind. Sea
Shepherd og eg hava hvør
sína ætlan. Eg vil kanna
og granska. Tey vilja bara
hava góðar myndir frá
grindadrápi,
staðfestir
Pelletier.
Sambært honum er
opinleiki einasti rætti veg
urin at ganga.
- Ynskja vit at verja
umhvørvið og djóralívið,
so mugu vit hava gjøg
numskygni. Sea Shepherd
lýgur í sínum søgum um
grind og grindadráp –
men tað gera tit eisini. Eitt
nú selja tit grind í handl
unum, hóast tit siga tað
øvugta, sigur Pelletier.
Hann heldur, at tað er
neyðugt at partarnir byrja
at lurta eftir hvørjum øðr
um.
- Viðhvørt siga aktivist
ar nøkur røtt ting, líkavæl
sum føroyingar siga nøk
ur røtt ting. Tí er tað um
ráandi at lurta eftir hvørj
um øðrum, vísa virðing og
deila vitan, sigur Pelletier.
rogvi@sosialurin.fo
rolant@sosialurin.fo
Eg vil skilja
grindadráp
grind Francois-Xavier Pelletier
sigur, at hann samstarvar ikki
við Sea Shepherd. – Eg eri ímóti
grindadrápi. Men eg ynski at
skilja tað, og vita, um tað er
neyðugt. Sea Shepherd vil ikki
tosa, men bara konfrontera.
Tí vendi eg teimum bakið