fríggjadagur 5. august 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
8
Sosialurin
Country-legenda
vitjar í Miðlahúsinum
Í sambandi við Summarfestivalin í Klaksvík er gamli countrysangarin, Bobby Bare, komin at
vitja í Føroyum, og sjálvandi var hann eisini í Miðlahúsinum, har hann var gestur á Rás2
Leo Poulsen
Øll tey, ið eru so frægt uppi í
árunum, kenna Bobby Bare.
Og tey, ið eru ov ung, bera
kenslu á stóru slagararnar
hjá honum, so sum »Detroit«
og »500 miles away from
home«.
– Nå, er tað hann ið hevur
gjørt tað lagið?
Hósdagin hevði Rás2 sett
76 ára gomlu legenduni
stevnu, og tað var ein ferða
troyttur, men kortini væl
upplagdur Bobby Bare, ið
vitjaði Barbaru Holm í Rása
rúminum.
Hann greiddi stutt frá
tíðini sum countrysangari,
um at ferðast, eisini í Norð
urlondum, hvussu hann end
aði á Summarfestivalinum
2011. Og so greiddi hann eisini
frá, hvussu hann tvær ferðir
innan fyri trý ár hevði verið
úti fyri teirri vanlagnu, at eitt
træ datt á hús hansara undir
tveimum
stormum,
sum
herjaðu.
– Mær dámar sera væl at
vera á nýggjum støðum, tað
er bara trupulleikin við at
koma har, ið er eitt sindur
troyttandi, segði Bobby Bare
á Rás2.
Um sjálva konsertina segði
country-legendan, at tað verða
góðu gomlu slagararnir, ið
fólk fara at hoyra. Og tað fer
í hvussu er at gleða ein 85 ára
gamlan, sum sleppur við á
Summarfestivalin fyri fyrstu
ferð. Hann vann nevniliga
eitt atgongumerki í sms-
kappingini hjá Rás2.
Ella rættari. Sonurin hevði
sms’að inn og greitt frá um 85
ára gamla pápan, sum dámdi
Bobby Bare so ótrúliga væl,
og hetta var hildið vera so
góð grund, at hann vann eitt
atgongumerki til pápan.
Árni C fekk autograf
Ein, ið hevði frætt, at Bobby
Bare skuldi vitja Miðlahúsið,
var Árni C Joensen, ið er
trúgvur fjeppari.
– Eg var til konsert hjá
Bobby Bare í konsertsalinum
í Tivoli í 1963. Tað stuttliga
var, at í steðginum uppdagaði
eg, at meginparturin av ikki
fulla salinum vóru føroyingar,
sigur Árni C.
Hann sigur víðari, at hann
hevði eina gamla LP við, sum
hann fekk Bobby Bare at
skriva sín autograf á.
– Men tá eg fortaldi hon
um, at eg hevði verið til
konsert hjá honum og Jim
Reeves í Tivoli í 1963 rættaði
hann meg og segði, at tað var
í 1964, sigur Árni C.
Hann fekk høvi at tosa við
legenduna, men kortini ikki
undir fýra eygum.
– Hann tosaði við øll
rundan um seg í senn, men
nøkur orð fingu vit so hvør
við annan, sigur ein væl
nøgdur Árni C Joensen.
Vaks upp við honum
Hóast væl yngri en sangarin
sjálvur, so er Ann Christia
nsen, sum í mong ár hevur
starvast á Sosialinum, vaksin
upp tið Bobby Bare.
– Brøðurnir og vinirnir hjá
teimum dámdu væl Bobby
Bare, og keyptu páturnar hjá
honum, so eg hoyrdi hann
alla tíðina. Eisini spældi eg
og mínar vinkonur hansara
plátur, so tað er bara ein
sangari, sum eg altíð havi
lurtað eftir, sigur Ann Chris
tiansen.
Hon var tí avgjørd í, at um
tað á nakran hátt læt seg
gera, skuldi hon avmyndast
saman við Bobby Bare. Og
tað var sjálvandi gamaní.
Onkur annar sníkti seg
upp á myndina, sjálvt um
viðkomandi ikki kendi so
øgiliga
nógv
til
hendan
annars so kenda country
sangaran.
Álvur Haraldsen, mynda
maður á Sosialinum, hevði úr
at gera hendan hálva tíman,
Bobby Bare vitjaði í Miðla
húsinum, og hann hevur tik
ið myndirnar her á síðuni.
Árni C troppaði tíðliga upp í Miðlahúsinum fyri at fáa autografin hjá Bobby Bare á eina gamla LP – og tað var gamaní
Bobby Bare saman við starvsfólki í Miðlahúsinum. F.v: Guðrun Mortensen,
Bobby Bare, Ann Christiansen, Kári við Rættará og Pætur E. Jensen
Bobby Bare var gestur hjá Barbaru Holm í Rásarúminum