fríggjadagur 5. august 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
Sosialurin
Leo Poulsen
Tosið millum manna nú er,
at lundastovnurin er á veg
at koma fyri seg. Nógv meiri
av lunda er at síggja inn móti
landi, enn tað hevur verið
í mong ár, og hetta hevur
fingið eitt nú nólsoyingar at
seta gomlu fleygaskipanina í
verk aftur.
Har hevur tað gjøgnum
tíðirnar verið skipað soleiðis
fyri, at oyggin hevur verið
býtt upp í tvey við 24 merkr
um í hvørjari helvt. Urðin
hevur altíð havt 12 fleyga
sessir, og vertíðin hevur verið
býtt út á 32 veiðidagar.
Hetta
merkir,
at
ein
mørk eigur 16 fleygadagar í
vertíðini. Og tað er hendan
skipan, ið nú er tikin upp
aftur, eftir at hon hevur ligið
still í meiri enn trý ár.
Men Jens-Kjeld Jensen
heldur kortini ikki, at stovn
urin er væl fyri.
Nei, tað er hann ikki.
Eingin pisa er komin undan
seinastu sjey árini, og í ár
hevur lundin als ikki vorpið.
Tað gjøri hann heldur ikki
seinasta ár. Tað sigur seg
sjálvt, at tá lundin ikki hevur
vorpið seinastu sjey árini og
út av seinastu 40 árunum
hava verið fleiri vánalig
heldur enn góð, so sær ikki
gott út hjá lundanum, sigur
Jens-Kjeld Jensen.
Og siltið tykist vera tað
sama um alt landið.
– Ja, tað sær út til at gera
tað sama, um tú tekur Sumba,
Mykines um Viðareiði til
Nólsoyar. Skilið er tað sama
allastaðni, sigur Jens-Kjeld
Jensen.
Orsøkin til stóru niður
gongdina í lundastovninum
finna vit í føðini – ella rættari
sagt vantandi føðini.
– Nebbasildin hevur mangl
að. Hvør orsøkin til tað er, veit
eg ikki, men tað hevur ikki
verið nakað plantuplankton,
so tað er helst høvuðs
orsøkin í fyrsta umfari. Men
føðimangul er orsøkin, sigur
Jens-Kjeld Jensen.
Kemur ikki at landi
Nólsoyingar hava mett, at
so mikið av fugli hevur verið
undir landi, at teir hava tikið
fleygingina upp aftur. Tað
ivast fuglafrøðingurin í, er
ein skilagóð avgerð.
- Nei, tað haldi eg ikki.
Hinvegin vil ein friðing
av lundanum ikki bjarga
lundastovninum á nakran
hátt, als ikki. Tað er bara tað,
at koma nú nøkur góð ár, og
lundarnir eru fleygaðir og
liggja í frystiboksini, so vita
vit, at so verpa teir ikki fleiri
egg, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Nakað av fulgi doyr um
vetrarnar, tí teir hava ikki
fingið nóg mikið av føði um
summarið. Hetta er talan
um gamlan fugl, og tá eingin
ungfuglur er til, tann, sum
vanliga verður fleygaður, so
verður tað bert gamal fuglur,
sum verður fleygaður, sigur
Jens-Kjeld Jensen.
Nólsoyingar hava sum
nevnt mett, at meiri fuglur er
inni við land í ár enn undan
farin ár, men tað merkir ikki,
at fuglastovnurin er við at
kma fyri seg.
- Lundin hevur verið til
alla tíðina, men hann kemur
bara ikki inn til holurnar,
tí eingin føði er at finna
inni við land. Nakrar dagar
kemur lundin kortini inn at
landi, og tað ger hann eisini
her í Nólsoy. Tað er vanligt at
lundin ger tað, tá hann kemur
til landið, og so aftur nú hesa
árstíðina kemur hann inn
at landi at rudda holurnar
og leggja nýtt gras í reiðrið,
sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann sigur, at hetta jú eru
gamlir lundar, eini 10 ár ella
so.
– Tað eru teir lundarnir,
ið verða fleygaðir, og teir
skuldu jú helst vorpið í
nøkur ár aftrat, sigur Jens-
Kjld Jensen.
Rakar fleiri stovnar
Tað tykist tí eingi onnur
ráð at vera til at taka, enn
at geva tol og bíða, til føðin
aftur verður at finna inni við
land.
– Ja, og so má aftur bíðast
í tvey til trý ár meira, til tað,
ið tá kemur undan, aftur
sjálvt fer at verpa. Fyrsta árið
kemur lundin ikki aftur, so
tað er ikki fyrr enn frá øðrum
ári, at hann finnur sær holu,
sigur Jens-Kjeld Jensen.
Tað merkir so, at tað fer
at ganga ein tíð, áðrenn
vit aftur koma til ta tíðina,
vit
kendu
undan
stóru
niðurgangstíðunum.
– Heilt vist. Vanliga verður
sagt, at tað doyggja tvey
prosent av stovninum hvørt
ár, og eg eri púra vísur í, at
tað doygja fleiri enn so av
føroyska
lundastovninum.
Millum síðsta ár, tá vit funnu
fleiri deyðar, gamlar lundar,
so um talið skal vera fimm
prosent ella nakað annað,
vita vit als ikki, sigur Jens-
Kjeld Jensen.
So lundastovnurin hevur
tað ikki gott.
– Men tað er tað sama við
ternum og ritum, og lomvigin,
í hvussu er á Sandoynni,
hevur tað heldur ikki so
gott. Ternan til dømis hevur
heldur ikki vorpið í ár, so
tað er sama skilið allastaðni,
sigur Jens-Kjeld Jensen.
leo@sosialurin.fo
Friðing bjargar ikki lundanum
Onkrar ábendingar eru um, at lundastovnurin kanska er á veg upp aftur. Tað hoyrist frá
monnum, at tað er væl meiri lundi inni undir landi nú, enn tað hevur verið tey mongu
seinastu árini. Men lundastovnurin er ikki væl fyri, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur
Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur
í Nólsoy, metir, at lundastovnurin
er ógvuliga illa fyri, og sjálvt
tá vit aftur fáa ár við nógvari
føði, mugu vit bíða tvey til
trý ár eftir fleygingafugli