fríggjadagur 5. august 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tjóðveldi hevur saman við
tí, ið eftir er av sitandi sam
gongu, gjørt avtalur um,
hvussu
fiskivinnan
skal
skipast og rekast. Tjóðveldi
hevur eisini verið við til at
gjørt semjurnar um leistin,
sum makrelveiðan í ár er
skipað eftir. Flokkurin hev
ur soleiðis verið við til at
sett út í kortið, at øll skip –
undantikið tey traditionellu
nótaskipini – skulu fiska av
felagskvotu, har tað ræður
um at fiska sum mest upp á
stytstu tíð. Hetta er tað, sum
stórir partar av føroyskari
fiskiskipavinnu hava rópt
»olympiskan
makrelfiski
skap«. Tjóðveldi hevur eisini
verið við til at gjørt avtaluna
um, at 20.000 tons av makreli
skulu seljast á uppboði.
Úrslitið av hesum semjum
er, at neyðugt er við stórari
móttøkuorku um makrelurin,
sum skipini fáa, skal koma
til sættist líka so skjótt, sum
hann verður veiddur.
Úti á fiskifeltunum liggja
tí stór móttøkuskip, sum
keypa makrel – og uppi á
landi í Kollafirði hava vit
Faroe Pelagic, ið keypir tað,
sum tey kunnu fáa fatur á og
fáa til høldar.
Tá tey fyrstu 7.000 tonsini
av 20.000 tonsum av makreli
vórðu seld á uppboði hin 26.
juli, streyk ein umboðsmaður
fyri útlendsk áhugamál í
Føroyum avstað við megin
partinum av hesi nøgdini.
Tjóðveldi vaknað
Men nú er líkt til, at Tjóð
veldi, sum hevur verið við til
at gjørt allar hesar semjur, er
vaknað við kaldan dreym og
sær, at her fara ting fram, sum
neyvan eru til fyrimunar fyri
føroyska vinnu og føroysk
áhugamál.
Eftir
at
Kaj
Leo
Johannesen
hevði
hildið
sína røðu á ólavsøku, segði
formaðurin
í
Tjóðveldi,
Høgni Hoydal, at strámanna
virksemi í makrelvinnuni
í Føroyum eigur at verða
steðgað.
Hann vísti á, at í makrel
málinum er komið fram,
hvussu sterkar strámanna
kreftirnar í Føroyum í veru
leikanum eru.
– Vit hava vitað leingi, at
slíkt virksemi fer fram, men
nú er tað vorðið líka sum
meiri opið, legði hann aftrat.
Høgni Hoydal vísti eisini
á, at virksemi, sum vit síggja
í dag, kann elva til kapp
ingarójavna, sum hann tók
til, og her hugsaði hann iva
leyst um, at stór útlendsk
móttøkuskip nú eru virkin í
føroyskum sjógvi við sínari
arbeiðsmegi.
Formaðurin í Tjóðveldi
segði, at strámannavirksemi
er í øllum liðum í makrel
vinnuni.
– Hetta fara vit í tjóðveldi
ikki at góðtaka. Neyðugt er, at
føroyskt vinnulív fær javnar
kappingartreytir, soleiðis at
tað verður møguligt at reka
vinnu í Føroyum, segði Høgni
Hoydal.
Krevur sín mann
Síðan Sosialurin hevði grein
ina »Strámannavirksemi – av
tí góða ella ónda« í blaðnum
mikudagin, hava fleiri fólk
í føroyskum vinnulívi vent
sær til undirritaða og hava
takkað fyri hesa greinina,
sum tey halda vísti á ymiskar
vansar og spurningar, sum
eru rættiliga viðkomandi,
nú eitt so stórt tilfeingi, sum
makrelurin er, fyribils er tøkt
í føroyskum sjógvi.
Undirritaði hevur eisini
fingið spurningin frá fólki,
sum eru partur av føroyskum
strámannavirksemi um, hvør
definitiónin av einum strá
manni er.
Svarið, sum eg havi givið
í eini handavend, er, at orðið
»strámaður nýtist ikki at
vera negativt, tó at orðið
viðhvørt
verður
snarað
tann vegin. Tó skilji eg, at
strámaður er ein, ið eitt nú
útvegar útlendingum fyri
munir í egnum landi, sum
viðkomandi annars hevði
havt ilt við at fingið...«
Eingin áhugi
Saman við hesum svari til
menn, sum hava tilknýti til
strámannavirksemi, havi eg
eisini bjóðað viðkomandi at
greiða okkara lesarum frá
teirra virksemi, eins og teir
hava fingið høvi at greiða
frá, hvønn týdning teir meta,
at hetta virksemi hevur fyri
føroyskt vinnulív og fyri Før
oyar sum samfelag.
Enn er tó einki svar komið,
men vinna, politikarar og
lesarar annars eru vælkomin
við kvalifiseraðum boðum
upp á fyrimunir og vansar
við hesum virksemi.
At tað er skipanin og
tann leistur, sum politiski
myndugleikin leggur, ið førir
til hetta virksemi, er lítið at
ivast í, og soleiðis er eisini við
tí økta strámannavirksemi
innan makrelvinnuna, sum
vit síggja í dag, og sum Høgni
Hoydal, formaður í Tjóðveldi,
nú sigur, at flokkurin ikki fer
at góðtaka.
vilmund@sosialurin.fo
Strámenn skulu steðgast
– Strámenn eru í øllum liðum í makrelvirkseminum, og talið av strámonnum økist. Hetta eigur at verða
steðgað, heldur formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, sum eftir øllum at døma er vaknaður við kaldan dreym
– Hetta fara vit í tjóðveldi ikki at góðtaka. Neyðugt er, at føroyskt vinnulív fær javnar kappingartreytir, soleiðis at tað verður møguligt at reka vinnu í
Føroyum, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum sjálvur hevur verið við til at skapa leistin, sum makrelurin í dag verður veiddur eftir
Síðan Sosialurin
hevði greinina »Strá
mannavirksemi – av
tí góða ella ónda« í
blaðnum, hava fleiri fólk
í føroyskum vinnulívi
vent sær til blaðið og
hava takkað fyri, at vit
hava sett hol á hetta mál