Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89 Sosialurin Randi Jacobsen Fyri einum mánaði síðan varð ein maður fyrst í tríatiárunum varðhalds­fongsl­ aður, skuldsettur fyri at hava sligið konu sína. Mikudagin var malið fyri í rættinum aftur. Maðurin hevði f ra m m a n u n d a n tveir harskaps­dóm­ ar, men tær ferðirnar var tað ikki móti konuni, hann hevði verið harðligur. Dómurin fyri harðskapin móti kon­ uni var tríggjar mán­ aða fogsuls­revs­­ing, men eftir um­­støð­ unum valdi dóm­arin at vera lagaligur. Tey bæði vóru far­in fra hvørjum øðrum, men royndu at koma saman aftur. Ein dag endaði tó gal­ið, og hann slerdi. Kvinnan og mað­ urin vóru bæði líka hørm um tilhurðin, og hon vildi fyri alt í verðini fáa viur­skift­ ini í rættlag aftur teirra mllum. Tí noktaði hon eisini at vitna, sum hon sum hjúnarfelagi hevði rætt til at gera. Tey høvdu trý børn. Við øllum hesum í huga avgjørd dóm­ arin, at tveir av teim­ um trimum mán­að­ unum skuldu vera treytaðir. Maðurin hevur sitið varðhalds­fongsl­ aður í ein mánað, so tá i rættarfundurin var av, var maðurin fríur maður. Fekk linan harð­skaps­ dóm Ein maður varð í Føroya rætti í gjár dømdur tríggjar mán­ aða fong­s­uls­­ revs­­ing fyri at hava slig­ið kon­ una, men tveir av mán­að­­­­­­unum vóru gjørdir treyt­aðir, tí maður og kona vóru samd um at liva víðari saman Randi Jacobsen Juli er tann mánaðurin, tá ið hópur av laksafiskarum plagar at standa við vøtnini og fiska síl. Men higartil í ár hava eingir laksafiskarar verið at sæð, og orsøkin er tann einfalda, at eingin laksur er at fáa. Hesum skilja laksafiskar­ arnir einki av. Sílaveiðifelagið setir 35.000-40.000 smolt út á hvørjum ári, og at kalla einki hevur verið at sæð aftur av laksinum í ár. Við Føroyar skuldi eisini verið laksur úr Íslandi og úr Noregi. Vantandi laksurin hevur við sær, at Sílaveiðifelagið ikki hevur selt nøkur fiskikort í ár. Tað er annars einasta inntøkan hjá felagnum. Ein laksafiskari hevur hoyrt frá monnum, sum fiska makrel, at teir hava fingið nógvan laks sum hjáveiðu. Laksur er uppisjóarfiskur eins og makrelurin. Fiskiveiðieftirlitið hevur hoyrt hetta frá onkrum laksafiskara, og Hav­stovan hevur eisini spurt Fiskiveiði­ eftirlitið, um hetta er so. Vakthavandi á Fiski­veiði­ eftirlitinum vísir pástandi­ num aftur. Tey hava spurt onkrar skiparar, sum bara hava sæð hendinga laks í hvørjum háli. Tað sama siga eygleiararnir, sum Fiski­ veiðieftirlitið hevur umborð á skipunum. Spurningurin um, hvar laksurin er farin, stendur tí framvegis opin. randi@sosialurin.fo Fáa ongan laks Sílaveiðifelagið sóknast eftir svarinum upp á spurningin, hví at kalla eingin laksur er komin upp í áirnar í ár Randi Jacobsen Nakrar ferðir er politiið komið fram á hassjplantasjur í Føroyum, og fólkini hava tá fingið dóm fyri hesa ólógligu framleiðsluna. Tað er ikki loyvt at inn­ flyta hassj, og heldur ikki er loyvt at planta tað. Men loyvt er at inn­flyta fræ av hamp- ella hass­j­ plant­uni, og eisini er loyvt at innflyta alla útgerð til at dyrka hampplantur. – Vit síggja javnan í tolli­ num, at fræ, handilstøð og øll útgerð annars til framleiðsl­ una kemur til landið, men vit fáa einki gjørt, sigur Kjartan D. Joensen, yvirtollari. Hann heldur tað vera beinleiðis tápuligt, at í kunn­gerð­ini um rúsandi evni er undantak, sum loyv­ir at inn­flyta fræ av hampplantuni. – Eg havi heitt bæði á rættar­nevndina í løgtinginum og á Heilsumálaráðið um at strika hatta undantakið í kunngerðini, men eg havi einki frætt aftur, sigur Kjartan D. Joensen. Hevði ikki verið loyvt at innflutt fræið, hevði ikki verið so lætt at fingið sær hassj­plantasju. Tá hevði verið neyðugt at smuggla, og tað gongur ikki altíð so væl. Løgdu hald á fræ Hóast loyvt er at innflyta cannabisfræ, sum tað eitur, steðgaði tollvaldið kortini í summar einum pakka við marihuanafræi í. Gjáramorgunin fór mað­ urin, sum bílagt fræið á netinum, at sóknast eftir pakkanum, og frá tollvaldi­ num fekk hann at vita, at hann fekk ikki pakkan, tí tollvaldið var sannført um, at hann ætlaði at planta. – Ta avgerðina tóku vit, tí tá ið vit ringdu til hansara at boða frá, tók ein vinmaður telefonina, og hann segði, at fræið skuldi plantast, sigur Kjartan D. Joensen. Maðurin, sum skuldi hava pakkan, er í øðini, tí hann visti, at hann hevði loyvi at bíleggja fræið, sum hann ikki ætlaði at planta, bara eiga. Hann er so mikið óður, og heldur tollvaldið vera farið út um sínar heimildir, at hann umhugsar at royna málið í rættinum. Hesin maðurin sigur eisini, at tolvaldið als ikki hevur tosað við vinmannin. Loyvt at innflyta tilfar til hassjframleiðslu Hevði forboð verið fyri at innflutt hampfræ, høvdu ikki verið so nógvar hass jplantasjur í landinum, sigur Kjartan D. Joensen, yvirtollari At kalla einki er at fáa á vøtnunum í ár Tað er loyvt at innflyta cannabisfræ, men ikki at planta tað