fríggjadagur 5. august 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
12
Sosialurin
Tað er ein keðilig gongd í
løtuni, har vit síggja lógir
og kunngerðir, sum bert
hava til endamáls at økja
um formyndarí og umsiting
av vanliga føroyinginum.
Tað tykist sum um, at grund
tankin í okkara umsiting,
sum ger lógaruppskot er,
at vanligi føroyingurin ikki
dugir at hugsa sjálvur og at
eingin má gera nakað, uttan
at ein almennur kommiserur
skal
standa
uppiyvir
viðkomandi.
Óhóskandi
byggilógaruppskot
Eitt gott dømi um óhóskandi
yvirformyndarí er nýggja
byggilógin, sum liggur á
løgtingsborði í løtuni. Sum
Petur á Lava vísti á í lesara
brævi fyrr í vikuni, so er hetta
eitt uppskot, sum stórt sæð er
umsett úr danskari lóggávu,
og sum kemur at merkja økt
formyndarí, økta umsiting,
og økt stríð og kostnað fyri
vanliga føroyingin.
Tá man ger almennar regl
ar fyri bygging, so má grund
tankin verða at tryggja, at
einki verður gjørt sum er til
ampa fyri onnur – sum t.d.
at byggja klos uppí mark,
byggja 20 metur høg hús í
sethúsaøki ella leggja tungan
ídnaðaraktivitet
millum
sethús.
Tað eigur hinvegin ikki
at vera ein almenn uppgáva
at senda ein kommiser út at
hyggja eftir, hvussu Palliba
ætlar at innrætta seg innan
egnu fýra veggir. Um onkur
ætlar at byggja eina lon við
einum stórum rúmi at húsast
í, so hann ella hon um tað. Um
onkur ætlar at byggja eini
hús uttan køk ella sovirúm,
so hann ella hon um tað.
Fíggingarstovnar og trygging
skulu nokk siga frá, um teir
vilja seta krøv í samband við
lán ella trygging.
Eg vóni at tinglimir eru
so mikið at sær komnir, at
teir tveita uppskotið um
byggilóg aftur út í Tinganes
við boðum at at nýta tíðina
til tiltøk, sum eru til gagns
fyri borgaran heldur enn til
gagns fyri formyndarar av
ymsum slagi.
Rokning fyri
óumbiðið arbeiði
Fyriuttan at man við hasum
uppskotinum
um
nýggja
byggilóg
fær
óumbiðið
alment formyndarí, so er
tað harafturat so langt úti,
at man vil sleppa at útskriva
rokningar til Palliba fyri
sama óumbidna formyndarí.
Hetta hóast Palliba longu
betalir meir enn helvtina av
sinari inntøku í skatti.
Annaðhvørt hevur man
eina samhaldsfasta skipan
við einum relativt høgum
progressivum skatti, sum
eg sjálvur taki undir við,
ella hevur man almenn
brúkaragjøld. Annaðhvørt,
ikki bæði!
Formyndaraføroyar
drepa Hugskotsføroyar
Byggilógaruppskotið er ikki
tað einasta dømi um slíkt
yvirfomyndarí. Heilsfrøðiliga
Starvsstovan
og
aðrir
almennir myndugleikar tykj
ast vilja køva alt initiativ úti
í landinum.
Tað kann ikki vera mein
ingin, at man ikki skal
kunna selja eina pannu
kaku til ferðafólk, ella bjóða
onkrum út í ein stakk undir
forsvarligum viðurskiftum,
uttan
at
ein
almennur
kommiserur
skal
standa
klárur at køva initiativið við
óhóskandi og yvirdimension
eraðum – og sum oftast
danskt umsettum - krøvum.
Ferðavinnan verður drip
in í sínum barnaskóm av
almennu Føroyum. Somu
almennu
Føroyum
sum
gjøgnum seinastu 40 árini
hava roynt at ment eina
ferðavinnu í Føroyum. For
myndaraføroyar
tykist
tíverri sterkari í dag, enn
Hugskotsføroyar.
Eingin regulering kann
vera eitt tilvitað val
Føroyar er eitt lítið og gjøgn
umsiktugt
samfelag.
Vit
eru ikki limir í ES, og eru tí
í tí frálíku støðu, tá ið tað
ikki ræðir um útflutning
og
keyparakrøv,
at
vit
kunnu velja og vraka, tá
tað kemur til ES reglar. Tað
er eingin verðsins grund
til at ein kaffimunnur til
sølu á einari útoyggj ella
føroyskar fiskafrikadellur til
heimamarknaðin skulu vera
viðgjørdar, eftir krøvum sum
onkur embætismaður í Keyp
mannahavn ella Bruxelles
hevur funnið uppá.
Til tey, ið vara av almennu
Føroyum: Gevist við yvirfor
myndarínum. Gerið føroy
ska lóggávu, sum hóskar til
føroysk viðurskifti í tráð
við ynskini hjá føroyingum.
Ikki í tráð við ynskini hjá
donskum embætisverki ella
ES bureaukratum.
Vit eru eitt lítið samfelag,
og burdu tí kunnað skipað
eitt
av
hemsins
mest
effektivu og lætt umsitnu
vælferðarsamfeløgum.
Føroyska embætisverkið,
politikarar og ikki minst
miðlafólk mugu duga at
skilja, at grundin til at
man í summum førum ikki
hevur reglar og kunngerðir
á ávísum økjum í Føroyum,
er tí at man ikki metir tørv
verða á tí. Borgarin má hava
pláss til at hugsa sjálvur, og
tí kann eingin regulering á
summum økjum vera eitt
tilvitað politiskt val.
Kjak
Formyndaraføroyar
Thomas Arabo
Hanus Samró
Formaður í HUXA og
valevni hjá fólkaflokkinum
"Eg eri farin. Vit síggjast á
jólum", "Eg eri sloppin inn" og
"next stop - Copenhagen."
Ja, soleiðis er Facebook
veggirnir prýddir hjá ungum
í aldursbólkinum 19-22 ár.
Kunning
Fyrr í vikuni skipaðu Altjóða
Skrivstovan (ASK) og Megin
felag
Føroyskra
Studenta
(MFS) fyri pisudegi 2011, har
lesandi-to-be fingu kunning
um, hvat tey skulu gera, tá ið
tey fara uttanlands at lesa.
Taki fult undir við tiltakinum,
tí tað er til frama fyri tey, sum
hava tikið eina avgerð.
MFS kom harumframt út
við lestrarblaðnum "Pisan
2011" í vikuni, og er tað
hugaligur lesnaður, tí tað
mótprógvar allar fordóm
arnar um, at føroyingar bert
fara til Danmarkar at lesa.
Kunning
Sanniliga verður nógv gjørt
fyri lesandi, tí løgtingið
hevur ásannað, at útbúgv
ing er framtíðin, er fram
burðurin,
at
útbúgving
elvir til virðisøking. Í "Pis
uni 2011" fáa lesandi í Dan
mark nágreiniliga kunning
um,
hvørjar
treytir
eru,
undantøk, upphædd, áminn
ing, noktan og til síðst,
hvussu
leingi
Føroyafrá
drátturin/R-frádrátturin er
galdandi. Harafturat fáa tey
gjølla kunning um, hvussu
tey skulu bera seg at, tá
ið søkt verður eftir fullari
skattaskyldu í Føroyum.
"Tað er altíð eitt gott
hugskot at søkja um at koma
undir
fulla
skattaskyldu,
sjálvt um tú ikki ert vís í at
fáa arbeiði í Føroyum."
Sannilga er kunningin góð,
tí lesandi kunnu fáa umleið
101.000 skattafríar krónur
per skúlaár, um leiðbeiningin
verður fylgd.
Føroyar
Verður síðani hugt eftir
kunningini (egið research)
til lesandi í Føroyum, sær tað
heldur øðrvísi út:
Ein lesandi í Føroyum
kann søkja um at fáa botn
frádrátt
(30.000kr),
men
harafturímóti missir hann
10 prosent av studninginum
fyri hvørja 1.000 kr., hann
tjenar yvir 10.000 kr. um
mánaðin. Hetta er eitt sindur
løgið, tá ið hugsað verður um,
at miðalaldurin á Setrinum
sambært Studna er 28,6 ár.
Tað er tískil ikki óhugsandi,
at
lesandi
á
Setrinum
hava arbeiði við síðuna av
skúlagongdini, tí tey skulu
bæði halda hús og forsyrgja
børnum.
Í "Pisuni 2011" stendur,
at SU hevur eisini eina mót
rokningarskipan. Í so máta
eru viðurskiftini eins. Og tó.
Á heimasíðuni hjá TAKS
er ein leiðbeining til øll,
ið lesa uttanlands: "tá tú
t.d. kemur heim í summar
frítíðini at arbeiða, fært tú
ein botnfrádrátt uppá kr.
30.000".
Við øðrum orðum: ein les
andi í Føroyum og Danmark
kunnu arbeiða lið um lið í
summarferiuni, men næm
ingurin á Setrinum rindar
fullan skatt og næmingurin
í Danmark ongan skatt.
Tú kanst harafturat siga,
at ein lesandi í Danmark
kann tjena upp til 101.000
skattafríar
krónur
per
skúlaár, meðan lesandi í Før
oyum hava møguleikan at
tjena 30.000 kr., áðrenn mót
rokningarnar byrja.
Rós
Altjóða
Skrivstovan
og
Meginfelag Føroyskra Stu
denta hava rós uppiborið.
Tit hava betrað um umstøð
urnar hjá lesandi, og eg
vóni, at tit framyvir bøta um
viðurskiftini.
"Eg eri farin. Vit síggjast
á jólum" og "next stop -
Copenhagen" er ein natúrlig
frágongd í føroyska sam
felagnum. Og tað er nakað,
sum vit ikki skulu steðga.
Men vit skulu heldur ikki
kroysta tey av landinum, or
sakað av vánaligum fíggjar
viðurskiftum.
Eg fari tískil at heita
á Føroya Løgting um at
geva lesandi í Føroyum ein
"Føroyafrádrátt til lesandi í
Føroyum", sum er eins góður
og R-frádrátturin í Danmark.
Tit hava longu ásannað, at
útbúgving er framtíðin, er
framburðurin, at útbúgving
elvir til virðisøking.
Nú
manglar
bara
at
ásanna, at tað sama er gald
andi fyri lesandi í Føroyum.
»Føroyafrádrátt« til lesandi í Føroyum