fríggjadagur 5. august 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
Sosialurin
Tíðindaskriv frá
Fróðskaparsetri
Føroya
Ráðstevnan
um
fleirmæli í Norður
londum, ”Minst fýra
mál til øll: Málpolit
iskar avbjóðingar í
framtíðini,
verður
22.
–
24.
august
2011 í Norðurlanda
húsinum.
Tilmelding
til
ráðstevnuna
fer
fram á heimasíðuni
w w w. s o c d e v. f o /
malpolitikk. Freistin
at boða frá luttøku
og at flyta ráðstevnu
gjaldið er mikudagin
10. august.
Til ráðstevnuna
koma serfrøðingar úr
øllum Norðurlondum
og Evropa til Føroya
at halda fyri lestrar
og kjakast um mál
politikk og fleirmæli
í Norðurlondum.
Høvuðsendamálini
við ráðstevnuni eru:
At skapa eitt tvør
vísindaligt
forum
við at seta saman
serfrøðingar
og
aktørar frá ymiskum
vísindagr einum, sum
eitt nú samfelags mál
vísindi,
samfelags
frøði, søgu frøði, mál
frøði, bókmentafrøði,
stjórnmálafrøði
og
løgfrøði.
At
samanbera
norðurlendsku roynd
irnar á økinum.
At
draga
fram
og varpa ljós á mál
politisku royndirnar
og serligu avbjóðing
arnar í sjálvstýrandi
økjunum.
At draga fram og
varpa ljós á málrætt
indini hjá tilflytarum.
Ráðstevnan end
ar við pallborðskjaki,
har øll eru vælkomin
við
spurningum.
Við pallborðið eru
høvuðstalarar
frá
ráðstevnuni
um
framt
umboð
úr
Føroyum, Grønlandi
og Sámalandi.
Ráðstevnan
er
opin fyri øllum, ið
hava áhuga í mál
politiskum spurn ing
um og at luttaka í
kjakinum.
Sí nærr i lýsing
og tak skrá niður
á
www.socdev.fo/
malpolitikk
Fjórði partur
Í 3. Kap. lesa vit, at eftir at
lamin maður er reistur upp
við hond Pæturs, streymaði
fólkið saman, og Pætur fer at
tala aftur. Vit skulu legg ja til
merkis, at hann talar til sínar
egnu landsmenn, jødarnar.
Hann talar ógvuliga beint
fram og legg ur ikki fingr arnar
ímillum, sum vit plaga at
siga. Hann minnir teir á,
at teir drópu Harr an Jesus
Kristus,
men
samstundis
boðar hann, at júst til teirr a
vendir Gud sær við boði um
at venda við. Hann talar
um, at Himmalin skal hýsa
Kristusi, inntil tær tíðir tá
ið alt verður endurr eist, og
kemur soleiðis her aftur inn
á endatíðina. Hann vísir á at
Móses og allir profetarnir
vísa á, at Gud skuldi senda
Frelsarin
Harr an
Jesus
Kristus.
4. kap. Byrjar soleiðis:
Meðan teir nú talaðu til
fólkið, komu prestarnir og
høvuðsmaðurin fyri templi
num og Saddukeararnir á
teir. Teir vóru illir um, at
teir lærdu fólkið og í Jesusi
kunngjørdu uppreisnina frá
hinum deyðu. Tí løgdu teir
nú hond á teir og settu teir
fastar inntil dagin eftir; tí tað
var longu kvøld.
Legg til merkis hvørjir
teir eru, sum royna at steðga
teimum, tað eru hinir átrún
arligu leiðararnir, prestarnir
saman við teimum vantrúgv
andi Saddukearunum. Saddu
keararnir trúðu nevniliga
ikki uppá uppreisnina. Men
mong av teimum, sum høvdu
hoyrt orðið, komu til trúgv,
og talið vaks nú til 5000.
Tað hava verið fleiri, tí bert
menninir vóru taldir. Dagin
eftir verða teir so stillaðir
fyri høvuðsprestarnar Annas
og Kaifas og aðrar. Hesir
høgu harr ar tykjast vera
heilt forherðaðir. Teir høvdu
krossfest Jesus og aftaná at
hava fingið Pilatus at seta
sterka vakt um gr øvina hjá
Jesusi, og Jesus hóast hetta
hvarv úr gr øvini og var onga
staðni at finna, breiddu hesir
høvuðsprestar lygnina út, um
at lærisveinarnir høvdu tikið
Jesus úr gr øvini, meðan teir
rómversku
herðmennirnir
svóvu, hugsa tær til, og teir
fingu vist mong at trúgva
hesum. Nú eru teir aftur her,
og teir standa støðugt Gudi
ímóti. Men Pætur fær her
eitt gott høvi til at vitna fyri
teimum. Tað er í hesi stuttu
taluni, at Pætur m.a. sigur
hetta, sum er so vælkent:
Og frelsa er ikki í nøkrum
øðrum; heldur ikki er nakað
annað navn undir himli,
givið millum menniskju, sum
vit skulu verða frelst við."
Kap.4,12.
Teir tordu tó ikki at seta
teir fastar, men hóttu teir og
sleptu teimum síðani leysum.
Ápostlarnir
fóru
síðani
til síni egnu, har varð ein
bønarstund, og tað stendur,
at staðið skalv, og teir hildu
fram at tala orð Guds við
dirvi.
Síðani lesa vit seinast
í hesum kapitlinum um,
hvussu tey trúgvandi hildu
saman og høvdu alt í felagi.
Tey seldu ognir, og tað varð
býtt út til ein og hvønn, sum
honum tørvaði.
Framhald
Hugleiðingar úr Ápostlasøguni
Richard Danielsen
Stóra avbjóðingin er fáa tikið
neyðugu stigini, ið skulu flyta
landið úr gomlum skipanum
inn í eina burðardygg a fram
tíð, bæði hvat viðvíkur fólka
gr undarlagi, náttúru tilfeingi
og hugsanarhátti. Lat okkum
sjálvi avgerða hvussu okkara
samfelag skal sígg ja út í
framtíðini, hvørji virðir skulu
verða galdandi og hvussu
liviligt her skal verða.
Eitt burðardygt
vælferðarsamfelag
Tað er neyðugt at hugsa
burðardygt. Ikki bert tá ið tað
kemur til vinnu, men innan
øll økir í samfelagnum.
Ein framtíðar búskapar
politikkur má verða burðar
dygg ur. Vit kunnu ikki fram
haldandi vænta vøkstur í
okkara búskapi, uttan so at
vinnan er burðardygg . Tí
eiga vit at legg ja alla orku í
at menna okkum sum ein
matvøru framleiðandi
tjóð
og legg ja eina ítøkiliga ætlan
fyri hvussu vit náa málinum,
at fáa størr i virðisøking
burturúr okkara tilfeingi.
Burðardygt
fólkagrundarlag
At trygg ja eitt burðardygt
fólkagr undarlag merkir at
gera tað liviligt hjá øllum
borg arum - frá vøgg u til gr øv.
Tí eiga vit at seta pensións
nýskipanina í verk, so okkara
fólk fær ein trygg an aldur
dóm. Vit skulu framhaldandi
trygg ja øllum ungum mið
náms- ella yrkisútbúgving.
Vit eiga at fáa skipað ein
arbeiðsmarknaðardepil,
ið
kann trygg ja øllum ófaklærd
um tilboð um útbúgv ing, um
skúling og førleikamenning.
Tað skal gerast møguligt
hjá ungum fólki ið koma
heim eftir lokna útbúgving,
støkum uppihaldarum og
barnafamiljum at seta búgv
fyri ein rímuligan kostnað.
Tí verður uppskot lagt fram í
næstum at heimila Húsaláns
gr unninum at fígg ja og
standa fyri tílíkari bygg ing.
Burðardygg økir
Endamálið við at legg ja
kommununar saman er at
skapa betri møguleikar hjá
økjununum í landinum at
mennast í javnvág. Fyri at
styrkja økini kring landið
enn meira, eigur langtíðar
løguætlanin, sum er partur
av semjuni um fígg jar- og bú
skaparpolitisk átøk millum
samgonguna og Tjóðveldi, at
verða løgd fram og samtykt
á Løgtingi.
Burðardyggan
hugsunnarhátt
At hava ein burðardygg an
hugsunnarhátt vil siga at
tora at taka avgerðir, tá ið
tørvurin at taka avgerðir
eru átroðkandi, og ikki nýta
ein nærkandi valdag sum
umbering fyri onki at gera.
Mín vón er, at henda hugsan
kemur at merka tað, ið eftir
er av hesum valskeiðnum.
Eyðgunn Samuelsen
tingkbólkaforkvinna
Stórar avbjóðingar fyri framman
Vit liva í eini broytingartíð. Altjóðagerð og stórar rembingar í fíggjarheiminum
eru partar av okkara gerandisdegi. Men tað er upp til okkum, um vit lata
broytingarnar stýra okkum ella vit stýra broytingunum sjálvi
Ráðstevna
um fleir
mæli og
málpolitikk
í Norður
londum