Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89 14 Sosialurin Kjak Vit mugu ikki lata fremm­ andhatur fáa fastatøkur á okkum, sigur løgmaður í løgmansrøðu síni. Tað er gott og hóskandi at nevna hetta í røðuni eftir ræðuleikarnar í Noregi hin 22. juli. Hetta eigur at minna okkum á, at tol­semi hev­ur víst seg at verða vøru­­merkið hjá myndug­ leikunum i teimum lond­­um, sum í heims­ høpi klára seg best fólka­ ræðis­­­­liga, vinnuliga og á vælferða­r­­øki­num. Til saman­­ber­­ingar er mangl­ andi tol­semi domi­nerandi í teim­um londum, sum líða av kvinnukúgan, homo­fobi, analfabetismu og eina­ræði. Hesi virði mugu ongantíð sleppa at verða domi­nerandi á okkara leiðum. Eitt fólk við góðum traditiónum, sið­venjum og heimligum virð­um í rygginum og við virð­ing fyri sær sjálvum hevur eisini styrki at bjóða fjøl­broytni vælkomnum. Styrkin í tolsemi­n­um er fyrst og fremst virð­ing­ in fyri med­menni­skjum. Harafturat eigur tol­semi at siggjast sum partur av teimum for­treyt­um, sum skulu til, til tess at menna okkum figgjar­liga, vinnu­ liga, og mentanarliga. Annita á Fríðriksmørk Tolsemi eigur at kúga fremm­ anda­hatur Landsstýrið brúkti tríggjar milliónir uppá at fyrireika eina avtalu við privat felag um at byggja og reka Skála­ fjarða­tunnil­in. Uttan at tryggja sær, at felagið yvir­ høv­ur var ført fyri at lyfta upp­gávuna. Landsstýrismaðurin í sam­ ferðslumálum er nú vendur aftur til almennan leist, sum líkist nógv honum, eg sum landsstýriskvinna á vári 2008 legði fyri CHE-samgonguna. Í fjør fekk P/F Skála­ fjarða­­tunnilin lógarfestan einkarætt at byggja og reka Skálafjarðatunnilin. Tann, sum ómakar sær at lesa álitið í tingmáli 161/2009 (samtykt í mai 2010) sær skjótt, at tað var ógvuliga ivasamt, hvørt privata felagið fór at megna at gjøgnumføra uppgávuna. Sum áður víst á, varð hesin tunnil privatiseraður við bindi fyri eyguni. Eingin útbjóðing varð gjørd, eingin styrkismeting av privata partafelagnum, eingin vissa fyri at fígging var tøk, og ongin visti, hvørjir eigararnir, sum fingu einkarættin, fóru at vera. Tí longu undir nevndarviðgerðini gjørdist greitt, at annar av eigarunum, EIK-grunnurin, neyvan fór at seta eina einastu krónu í verkætlanina, og tí máttu nýggir eigarar inn. Hóast allar óvissurnar, valdi landsstýrið kortini at nýta minst tríggjar milliónir til ráðgeving at fyri­ reika sáttmálan við privata felagið. Greitt hevur hinvegin alla tíðina verið, at eitt alment tunnilspartafelag kundi fáa munandi bíligari fígging, og at tunnils­verkætlanin lá bæði trygg­ari og betri í almennum hondum. Almenni leisturin At byggja tunlar er stóríløga. Skálafjarðatunnilin kostar um milliardina. Men, við ár­ lig­um inntøkum væl oman­ fyri 100 milliónir, er inntøku­ grund­arlagið so gott, at hetta er ein forsvarlig íløga, sum hevur øll útlit at bera seg væl. Okkara ætlan var at knýta Sandoyartunnilin og Skálafjarðatunnilin saman til eina verkætlan. Írokn­að brúkaragjøld, kundi hendan risastóra útbygging av infra­ kervinum verið gjøgnum­førd við at landið nýtti í mesta lagið 500 milliónir krónur til samans yvir 10 ár. Ella minni, um meira varð lagt yvir á brúkaragjøld. Tað hevði verið sonn vinn- vinn-støða. Tí tey, sum skulu nýta Skálafjarðatunnilin, høvdu ikki goldið eina krónu meira, enn eftir privatu ætlanini. Landið hevði ikki latið frá sær ræðis­rættin yvir einum so sentral­um parti av okkara samferðslu­ kervi, og tað kundi tá væl verjast, at gjørdur varð undir­ sjóvartunnil til øki, har fast vega­samband longu er. Júst tí at eitt yvirskot varð nýtt til útbygging av samferðslu­ kervi­num til gangs fyri allar Før­oyar. Og privata felagið hevði sloppið burturúr ætlan­ ini við skinninum á nøsini. Hetta var og er eftir míni bestu sannføring framvegis besta boðið uppá, hvussu Sandoyartunnilin nakrantíð kann gerast veruleiki.   Eitt tunnilsfelag Landsstýrismaðurin leggur nú uppskot fram um at lata inntøkurnar frá Vága- og Norðoyartunlunum vera við til at fíggja tunlarnar. Tað er greitt, at eitt felag við fleiri inntøkugevandi tunl­um er munandi sterkari, og tí varð hesin møguleiki eisini viðgjørdur í 2008. Men, sjálv­ andi er tað ikki rættvíst at leingja gjaldstíðina og lata – í flestu førum norðoyingar og vágafólk – einsumøll gjalda hinar undirsjóvartunlarnar. Tí varð mítt tilmæli til CHE-samgonguna at vit funnu eina samhaldsfasta skipan, har øll eru við til at gjalda tann partin av Sandoyartunlinum, sum ikki kundi fíggjast av brúkara­ gjøldum (Skála­fjarða­­tunnilin er 100% sjálvsfíggjandi). Her eru fleiri møguleikar, sum víst á í løgtingsmáli 187/2010 frá Tjóðveldi í vár, um at seta faknevnd at gera eitt uppskot til fígg­ing av framhaldandi útbygging og viðlíkahaldi av samferðslu­ kervinum. Landsstýris­mað­ urin skjýtur upp at hækka afturberingina til tey, sum fáa ferðaendurgjald. Men, tað finnast fleiri aðrir møgu­leikar. Eitt nú at gera felagsgjalds­skipan fyri tunlar og fergur. Ella at marka ávísan part av skrásetingar- , vekt- og umhvørvisgjøldum til útbyggingar, soleiðis, at ein rímilig javnvág verður ímillum, at brúkarin betalur fyri at nýta ávísan partis av samferðslukervinum, og so felagsfígging, har vit øll eru við til at gjalda. Ljós aftur í tunnilsmálinum Bjørt Samuelsen Dagfinnur Danbjørg Undrist yvir hvønn veg pílurin vendir í grinda­ málinum. At útlendingar sikta eftir okkum, tí vit drepa grind, kann ikki góð­ tak­ast uttan víðari, tí grindin er og hevur verið partur av okkara tilfeingi alt tað, vit vita um. At kyksilvur­spurn­ ingurin er har og má takast í álvara, er einki at yvast í. Av somu orsøk eru tað ikki vit, men hav­ dálk­ingarkeldurnar, ið eiga fokusið og ákoyring­ arnar - serliga frá okkum, sum í stóran mun liva av havsins tilfeingi. Og fokus og ákoyr­ ingarnar á havdálk­ ararnar eigur at byrja  í dag heldur enn í morgin, eisini tí, at mong - við skili fyri havdálking - siga nú bart út, at heldur dálkingin áfram - sum nú - so vil um 50 ár einki livandi finnast í Heimsins høvum. Tá er ov seint at gráta. Føroyingar kunnu kanska vera við til at venda pílinum rætta vegin í stundini, so møgu­ leiki kanska verður at sleppa undan av­sporað­ um ágangi og dóma­dags­ dálking. Tað hevði gagnað okkum bæði nú og í framtíðini. Dómadags­ dálking Levi Mørk leyp á bláman við hugsanum sínum um "lortamuslimar"! Var tað umhugsað? Eg havi varnast henda javnaðarmannin og lisið skriving hansara, men havi ivast um innihaldið í mongdini av orðum hansara. Spurn­ingurin gjørdist tí: "Hevur hesin persónur so nógv hjartamál, ið ongin annar er varur við, alla er hann ein einari"? Tá eg sá viðmerking hans­ ara um syndarligu støðuna í Noregi, so var mín fyrsta hugsan, at hesin persónur ikki hevði fastatøkur á tungu/ella penni sínum. Fylgjan kom eisini fram eftir umbering hansara:"Eg angri" Hvat? Nú stendur eftir trupul­ leikin hjá Javnaðar­flokki­ num:!! Maðurin fekk nógvar atkvøður til seinasta býráðs­ val í Havn umboðandi Javnaðar­flokkin.?? Men flokkurin kann ikki seta sína ideologi í vága fyri sovorðna hugsan, "så, hvad gør vi nu"? Í tíðindunum í kvøld skilja vit, at leiðslan ber í bøtuflaka, fyri at tryggja sær hesar atkvøður! Men hvussu nógv skal meni til at ofra sjónligt? Mong eru higartil vald við lyftum um grønar skógir, men mínar royndir eru, at oftað verða lyfti givin, men hesi eiga ikki at vera størri, enn tú kanst halda! Tí minst til :"Úrslitini av lyftum tínum verða fíggjað av teimum, ið hava valt lyfti tíni"!! Eyðun Mohr Viderø Er hetta yvirspæld maktgreði?