fríggjadagur 5. august 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
16
Sosialurin
Nøvn
TØKK
Kjak
Annita á Fríðriksmørk
Fyri tað fyrsta er tað vanligt,
at arbeiðsloysið er hægri um
veturin enn um summarið.
Og so vísa hagtølini frá 2008
og frameftir, at arbeiðsloysið
er støðugt hækkað seinastu
trý árini..
Í 2008 var tað 1,3 prosent,
- árið eftir var tað 3,9 pro
sent, - í juni í 2010 var tað
5,7 prosent - og í juni í ár
er tað 6,8 prosent.. tvs at
arbeiðsloysið er fimmfaldað
seinastu 3 árini.
Tað var tað talið, sum
løgmaður átti at viðgjørt og
komið við einum boði uppá,
hvussu man kom til lívs.
At
viðløgd
hagtøl
og
røða løgmans soleiðis eru
diamentralir mótsetningar,
prógvar, hvussu lætt løg
maður gongur um ta álvar
somu støðu, vit eru í.
Ein helt skemtiliga fyri
undir viðgerðini, at: um vit
nú søgdu, at hagtølini, vóru
nótarnir, sum røðan skuldi
skrivast eftir, og røðan var
sangurin, sum varð sungin.
So var sangurin positivur og
glaður, men trupulleikin var
bara, helt hann, at har var
ikki sungið eftir nótunum.
Ein annar politikari saman
bar hagtølini við bíbliutekstin
til Gudstænastuna á Ólav
søku,. Ein bíbliutekstur, sum
í sær sjálvum er ógvuliga
dapur, - eins og hagtølini
til røðu løgmans eru tað.
Og prestarnir, sum skulu
prædika til henda dapra
tekst vita ofta ikki heilt,
hvussu teir skulu sampakka
glaða Ólavsøkustemningin
við tekstin til dagin. Og tí
verður ofta prædika heldur
positivari enn bíbliuteksturin
leggur upp til.
Ì røðuni verður heldur
onki sagt um mentan, - sum
forrestin eisini varð tagd burt
ur í løgmansrøðuni í fjør.
Skuldin til útlandið, sum
vaksur skjótt, verður ikki
nevnd.
Og heldur onki verður sagt
um, at fólkatalið í Føroyum
er í minking, ella at øll økini
uttanfyri Suðurstreym og
Eysturoynna somuleiðis eru
í minking.
Alt hetta átti annars at
verið tað, sum løgmaður
gjørdi mest burturúr.
Men so er ikki.
Niðurstøðan
kann
tí
verða, at løgmaður veit ikki,
hvat hann skal brúka tíðina
til, sum eftir er av hesum
valskeiði.
Men her er nóg mikið
at tríva í. Vænti tó ikki, at
sitandi samgonga og leiðsla
er før fyri at fáa nakað úrslit
í hús. Tey fingu átta ár. Og
tað, sum tey ikki kláraðu
uppá 8 ár klára tey ikki nú í
endaspurtinum.
Tað, sum er komið av
skafti
er
hent
eftir,
at
Fólkaflokkurin fór úr sam
gonguni og Tjóðveldi gjørdi
semju við tað, sum er eftir
av samgonguni um ymisk
rættiliga prinsipiell mál.
Nú er tíðin komin til nýval,
so vit kunnu byrja frá byrjan
av einum valskeiði, og ikki
sum nú, har landsstýrisfólk
mest sum eru desperat at fáa
mál avgreidd áðrenn valið.
Tað líkist alt ov nógv
eini roynd at fáa ein varða
eftir seg, heldur enn at
geva málinum ta viðgerð
tað hevur uppiborið. Og tá
er drívmegin persónligur
vinningur, sum løgmaður í
løgmansrøðuni heldur eigur
at verða orsøk til nýval.
Dúgliga verður telvað við
einum vali. Men so mikið
eigur man at kunna rokna
út, at áðrenn næsti mánaður
er farin afturum, hevur
løgtingsval verið!
Sungið verður ikki
eftir nótunum
Løgmaður fegnast um, at talið av arbeiðsleysum er lækkað við 400
fólkum síðani februar. Hetta er nú ikki nakað, sum nakar kann
harmast um, men tíverri er hetta at manipulera við statistikkinum
Tá tey ósolidarisku fara at
tosa um solidaritet, tá ræður
um at vera vakin.
At tað skal vera ósoli
dariskt, tá landið byggir
tunlar, men solidariskt tá
privatir gera tað sama og
skúma fløtan, skulu helst
serligir høgrasnaraðir heilar
til at útgreina, um vanlig
fólk
skulu
kunnu
fata
logikkin.
At
somuleiðis
verður
grátið um høga skattin og
høgu vøruprísirnar er væl
skiljandi,
men
hvat
við
loysnum, so tey, ið longu
gjalda sítt, ikki eisini skulu
gjalda fyri tey mongu, ið
sleppa sær undan og sleppa
undan. Í einum samfelag, har
hin einstaki skal gjalda bæði
fyri seg og grannan, kann
byrðan gerast tung, men tá
ræður um at fáa grannan at
gjalda sítt og ikki at niðurlaga
vælferðarsamfelagið gjøgn
um skattalættar. Tí hvat
hjálpir tað, um fólk fáa fleiri
pengar í hondina, um tey
skulu gjalda hesar pengar
fyri meirútreiðslur í væl
ferðarsamanhangi? Er hetta
ikki, sum eg eisini áður havi
nevnt: ein Storm P-loysn?
Tær millum 100 og 200
mill.kr. í hoyra heima í
landskassanum
fyri
ikki
goldnan skatt og mvg kundi
fjálgað á røttum stað, men
svikini tykjast friðaði. Eg
haldi meg vita hví?
Og himmalhøgu vøru
prísirnir eru somuleiðis frið
aðir, og tað er helst av somu
orsøk. Møguliga tí tað hevði
kostað atkvøður frá teimum
ósolidarisku,
um
svikini
einaferð med alla vórðu
steðgaði, og tað kann lata seg
gera, um vilji er til tess. Men
tað er hann ikki.
Bert at niðurlaga væl
ferðarsamfelagið, fyri at tey
ríku kunnu gerast ríkari,
meðan tey fátæku gerast
fátækari eftir amerikonskum
ella tilsvarandi leisti er sjálv
andi guff fyri tey høgraradi
kalu saman við øllum øðrum
ósolidariskum
í
hesum
landi.
Men tey eiga ikki at fáa
eitt bein til jørðina, men har
afturímóti at verða hildin í
skák, alt meðan solidariska
v æ l f e r ð a r s a m f e l a g i ð
verður fasthildið og útbygt
eftir norðurlendskari fyri
mynd.
Hetta krevur av okkum
øllum, ið vilja nevndu kós,
at vit eru vakin og virkin á
vaktini, so falskir og tølandi
tónar ella sniðálop ongantíð
kunnu vinna á vælferðini
óansæð úr hvørjum heraðs
horni ágangurin fer at koma
frá.
Dagfinnur Danbjørg
Verið virkin og vakin á vaktini