fríggjadagur 5. august 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
Sosialurin
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
T
ey flestu munnu hava hoyrt
Vága Heina nevndan, hóast
tað ikki er so nógv, fólk vita um
hann. Men í gamla kirkjugarði í
Havn eigur hann ein tann mest
merkisverda gravsteinin við einum
úthøgdum báti og bíbliuorð, sum
skal vísa til hansara virki sum
útróðrarmaður. Hetta sigur, at hans
ara eftirkomarar hava viljað sett
honum eitt virðiligt eftirmæli.
Heini var føddur í 1851 í Sanda
vági. Tann 31. august 1879 giftist
hann í Havnar kirkju við Onnu
Fredrikku Carlsen úr Havn f. 1876.
Tey eru grivin í grøvini hjá pápa
hennara Karl.
Teirra børn vóru:
Maren Sofía (1880-1965). Hon
fekk saman við Kristin í Geil sonin
Herluf Andreas (1902-1979).
Tann 3. oktober 1907 giftist
Marin Sofía í Havnar Kirkju við
Óla Arge (1864-1945). Hann var pápi
Buss-Óla og var kendur sum framúr
grótmaður. Eisini var hann klokkari
í kirkjuni frá 1887. Tey hava verið
umrødd í hesi røð.
Susanna Sybilla f. 1880. Doyði
tveir mánaðir gomul.
Karl Fredrik (1882-1940), handils
maður. Giftist við Siggu Elisabeth
Olsen (1878-1931) úr Miðvági.
Julianna Súsanna f. 1885.
Johanna (1887-1979) giftist við
Jens Petur Gerhard August Telling
(1885-1957), sum var dani.
Johan Sofus (Shell) f. 1889,
giftist við Maren Christina Maria
Justinussen f. 1887. Hon var dóttir
Heina á Trøðni, sum var umrøddur
í seinast parti. Tískil vóru báðir
abbarnir hjá teirra børnum kallaðir
Heini.
Minningarorð í
Dimmalætting um Heina
Sum kunngjørt í seinasta blað
er ein av teimum gomlu havnar
monnunum Heine Johansen (Vága
Heini) deyður fríggjadagin í hinari
vikuni.
Heine Johansen var kendur
sum ein av okkara ítastu og mest
nærlagdu útróðrarmonnum, og
hann hevur farið mangan ringan.
Hjá teimum gomlu havnarmonn
unum var útróðurin høvuðsvinnu
vegurin. Samstundis vóru teir
flestu av teimum ídnir og dugandi
jarðarbrúkarar. Teir hava mangan
sjaggað harðan andróður undir
viðurskiftum, har tað var ivasamt,
um teir bóru boðini heim, og var
útróðurin tá nakað heilt annað
enn nú, hvar motorur er so at siga
í hvørjum báti.
Heini hevur verið sjúkur og lam
in tey seinastu árini, men hann ragg
aði tó uppi við tveimum stavum, og
ein kundi javnan síggja hann sita
niðri við neystini og skoða útyvir
havið, hvar hann hevur farið so
mangan ringan, men óivað eisini
havt manga góða og hugnaliga løtu.
Mangt eitt minni frá teirri tíðini
man hava runnið fram fyri hann,
meðan aldurnar spakuliga komu
dandandi inn eftir Eystaruvág
og eins og bóru boð frá tí stóra
havi, sum hann ikki var mentur at
søkja.
Hann hevði lisið nógv og dugdi
væl at greiða frá teimum ymisku
viðurskiftunum bæði her og í
útheiminum, eins og hann altíð bar
sína meining um tey ymisku mál
fram greitt og treystliga. Heini var
nú 80 ára gamal og eftir ein langan
og ofta strævnan arbeiðsdag er
hann farin inn til ta stóru hvíldina.
Hann hevur óivað leingi følt á sær,
at hansara lívskvøld var nær og eins
og sæð kvøldarroðan skína.
Friður verið yvir minni hansara.
Útróðrarmenn í Havn
Í samband við útróður í Havn
hevur Mourentius Viðstein eina
stuttliga lýsing, sum eisini umfatar
Vága Heina. Hann skrivaði millum
annað um útróðrarmenninar:
“Nei, teir svóvu ikki á morgni,
tí teir nýttu hvørji líkindi at koma
sær á flot, hesir dúgligu menn við
Eystaruvág. Tá ið tær fyrstu neysta
dyrnar flutu upp ein útróðrar
morgun, ríktu hurðarnar á leikind
unum við hvørjar einastu neystadyr
líka úr Kopargøtu og yvir í Trøð, har
tey uttastu neystini stóðu.
Teir komu allir um somu tíð:
Trappumenninir Pedda, Dánjal og
Niklas og gamli Jákup við Stein,
sum var á báti við teimum, og har
komu Petur Hans í Funningsstovu,
Heini á Trøðni og Vága Heini og
nógvar aðrir. Teir gjørdu skjótt
av, løgdu frá landi og hildu út
um Skansatanga, summir løgdu
niðan í fjørðin, meðan aðrir hildu
suðureftir. Var byrurin til vildar,
so høvdu teir seglið á, men var tað
lagaligt, so róðu teir. Og teir róðu
fyri lívinum, tí tað galt um at vera
skjótir á fiskileið.”
Var eisini losjulimur
Heini var limur í losjuni í Havn í
hvussu er frá 1904. Tá var hann við
á eini útferð 2. hvítusunnudag. So
tilkomin hann var tá, mann hann
helst frammanundan hava verið
limur í Havnar Avhaldsfelag. Seinni
sama ár var hann við á samkomu,
sum tók avskeð við danan Henrik
sen, sum var fyrsti leiðari fyri
losjuni. Eftir at Henriksen hevði
takkað fyri seg, var Heini ein av
teimum, sum takkaðu honum fyri
tíðina í Føroyum.
Heini var eisini við í arbeiðinum
at fáa rúsdrekkalógina broytta í
1907. Eftir at fráhaldsrørslan hevði
vunnið fólkaatkvøðuna, kom ivi
upp, hvørt hon for at verða tikin í
álvara.
Tí varð avrátt, at skipast skuldi
fyri eini undirskriftsinnsavning um
alt landið, so fólk við síni undirskrift
kundu vísa, at lógaruppskotið var
fólksins vilji í rúsdrekkamálinum.
Heini fekk so til uppgávu at
fara vestur í Vágarnar, men tíverri
var losjan í Sørvági stongd og fáir
goodtemplarar vóru eftir í oynni.
Men hóast hetta fekk Heini savnað
450 undirskriftir í Vágum. Hetta var
roknað fyri at vera gott.
Synir hjá Johan hjá Vága Heina
vóru eisini virknir í losjuni. Ein
teirra var Harry S. Johansen. Teir
høvdu gott til at bregða, tí hin abbi
teirra, Heini á Trøðni, var eisini
virkin fráhaldsmaður.
Harry gjørdist í 1943 formaður
í ungmannadeildini. Sagt verður
í losjusøguni hjá Erling Isholm, at
hetta setti veruliga gongd á ung
mannadeildina. Fleiri og fleiri
savnaðust til fundirnar, sum vóru
leygarkvøld. Tað kom eisini hópur
av nýggjum limum.
Árið eftir varð samtykt at geva
út blaðið Glaðustrok, har Harry var
blaðstjóri og tók sær av umsitingini.
Hetta var eitt stórt stig at taka
í krígstíð. Aftaná ein steðg kom
blaðið aftur út 1948 og framvegis
var Harry við.
Harry var eisini seinni við til
millum annað at spæla sjónleik til
frama fyri losjuarbeiðið.
Heine Johansen:
Av teimum góðu
útróðrarmonnunum í Havn
Tað plagar at verða tikið til, at teir mest kendu havnarmenninir
vóru bygdarmenn. Vága Heini var ein av teimum
Anna og Heini á gullbrúdleypsdegnum í 1929
Bátar á Eystaruvág turka seglini. Hetta var umhvørvið hjá Heina
Harry S Johansen, abbasonur Heina, var ein tann
fremsti í losjuarbeiðinum í Havn í mong ár
HERRE FRELS OS VI FORGAAR.
MAT 8,25
HEINE JOHANSEN
VÁGA HEINI
F. 26. MAJ 1851
D. 17. JULI 1931
ANNA FR. JOHANSEN
F. KARLSEN
F. 18. JUNI 1847
D. 16. MARTS 1933
KARL FR. PETERSEN
F. 16. AUGUST1819
D. 9. MAJ 1875
HVIL I FRED
Í komandi parti um tvær vikur
verður greitt frá Karl F, soni
Vága Heina, og hansara