fríggjadagur 5. august 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
34
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Tað tók bara 27 sekund, so var
einasta málið í steypafinaluni hjá
kvinnunum longu komið og alt av
gjørt. Eitt sindur snópisligt, kann
kanska sigast, tí hetta málið fekk
tann týdning, at KÍ bara skuldi
halda fast restina av dystinum –
tilsamans 94 minuttir og 33 sekund
– fyri at vinna á AB.
Argjakvinnur góvu bóltin upp og
løgdu til brots beinanvegin. Bólturin
varð spældur fram í KÍ-brotsteigin,
har Malena Josephsen hjá KÍ mátti
toyggja seg fyri at skalla bóltin av
vandaleið. Og so gekk tað annars
øgiliga skjótt hinvegin.
KÍ-kvinnurnar sleptu ikki bólt
inum aftur, fyrr enn hann lá í AB-
málinum, tí hetta einfalda og góða
álopið hjá KÍ endaði við, at Eyðvør
Klakstein sendi bóltin út í høgru
síðu, har Rannvá Andreasen kom
rennandi og síðani legði innfyri, har
bæði AB-verja og -málverji hugsaðu
mest um fremru stong, samstundis
sum Maria K. Thomsen slapp at
standa leys við aftaru stong, har
bólturin eisini kom. Hon sveik ikki
álitið, men skoraði trygt!
So einfalt kundi tað gerast, og
lítið man vera at ivast í, at henda
kvinnufinalan skrivaði seg í søg
una, tí hon varð avgjørd við einum
so skjótum og einsamøllum máli.
Tað verður ikki fyri so øgiliga gott
spæl, at vit fara at minnast hana,
men snøgt sagt fyri hesa løgnu
detaljuna, sum hesi fyrstu 27 sek
undini í veruleikanum vóru.
Hetta var ein sjokkbyrjan, sum
tað í veruleikanum tók AB minst
ein hálvleik at koma yvir. Fyrstu trý
korterini hekk einki saman hjá AB,
sum ongantíð kom ordiliga í nánd
av KÍ-málinum og heldur ikki fekk
nóg nógvar deyðbóltsstøður til at
kunna hótta tann vegin, nú einki
annað riggaði.
Allar stríddust
Felags fyri báðar partar var, at
spildurnýggja undirlagið skuldu
spælararnir venja seg við, men sum
leið út á dystinum sóu bæði KÍ- og
AB-kvinnurnar út til at vera komnar
á lagið. Og tær umstøðurnar vóru
so líka fyri báðar partar.
KÍ hevði hinvegin munin og fult
tamarhald á øllum, sum hendi í
fyrra hálvleiki. Í veruleikanum var
KÍ einar tvær ella tríggjar ferðir
nær við at fáa eitt mál aftrat, sum
helst fullkomuliga hevði punkterað
hesa finaluna. Men av tí at fyrst
og fremst Simona Heinesen í AB-
málinum gjørdi, at hetta seinna KÍ-
málið ongantíð kom, slapp spenn
ingurin upp á ein máta at halda sær
allan vegin.
Beinleiðis góðum og flótandi
spæli kundi nú hvørgin parturin
reypa sær av eftir fyrra hálvleik,
men tað batnaði munandi í seinna
hálvleiki, ið var nógv stuttligari at
hyggja at. Sum heild lógu báðar
verjurnar nokk so aftarlaga, so tí
gjørdist ikki tað stóra rásarúmið
hjá framherjunum, og tað merkti
so aftur, at kjansirnir ikki blivu so
nógvir í dystinum.
Eitt annað eyðkenni fyri seinna
hálvleik var, at tað kom meira til
sjóndar, hvussu nógv tað hevur at
spæla og vinna eina finalu. Dyst
urin fekk nógv meira nerv og lív, og
ikki minst sást hetta í harða stríð
num um at vinna miðvøllin, har
taklingarnar vóru nógvar og harð
ar, so tað sang eftirí.
Bæði KÍ- og AB-kvinnur ofraðu
seg fyri sakina, og spælararnir
løgdu so nógva orku í, at krampar
longu sóust, áðrenn ein tími var
farin av dystinum. Kanska tað var
ein avleiðing av vøllinum, men so
sanniliga eisini av, at eingin vildi
liggja undir og geva seg yvir uttan
svørðslag.
27 sekund
Kvinnufótbóltur Alt var avgjørt
eftir minni enn hálvum minutti, tá KÍ
í gjárkvøldið vann 1-0 á AB í steypa
finaluni. Argjakvinnur høvdu einki
veruligt at svara aftur við, og so kundi
klaksvíkskvinnur fyri níggjundu ferð
fara upp at taka ímóti steypinum
Undan sjálvari steypafinaluni í
gjárkvøldið skuldi spildurnýggi
graslíkisvøllurin takast í brúk
við einum sparki frá borgarstjór
anum, Gunvá við Keldu, sum
spældi bóltin til KÍ-liðskiparan,
Malenu Josephsen. Harvið var
nýggjasti
graslíkisvøllurin
í
landinum klárur til sína fyrstu
finalu.
– Vøllurin var øgiliga tungur
at spæla á, og tað var akkurát
sum at spæla á grasi, so hetta
skulu vit nokk venja okkum við,
segði Rannvá B. Andreasen hjá
KÍ, sum ímóti endanum var ein
av spælarunum, ið mátti dragast
við eitt sindur av krampa.
Hon helt annars, at tað gekst
væl hjá KÍ at halda fast við
tað, sum avtalað var framman
undan.
– Uppleggið var at standa
væl á vøllinum. Ein trupulleiki
hjá okkum hevur verið at fingið
verju og miðvøllk at hingið
betur saman, og tað riggaði so
hesa ferð. Miðjan datt ikki ov
langt aftur, og tað var málið eitt
gott dømi um, segði Rannvá, ið
hevur vunnið nógv við KÍ, men
framvegis ikki heldur tað vera
keðiligt ella einstáttað:
– Nei, tað er framvegis líka
stuttligt at vinna. Tað er altíð
líka stuttligt.
Sum at spæla á grasi