fríggjadagur 5. august 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
Sosialurin
Ítróttur
Uppiborin sigur
Sum dystinum leið, kom AB meira
og meira við, og í løtum var stórt
trýst á verjuni hjá KÍ, sum tó bara
vísti seg at verða betur mannað, tá
brúk var fyri tí. KÍ-kvinnurnar vóru
skjótar aftur at bakka upp, tá tað
stóð á, og í fleiri førum vóru kanska
einar tvær ella tríggjar bláar um
eina hjá AB. Og kom bólturin útfrá
aftur, eftir at AB hevði verið í álopi,
var alt ov sjáldan, at nakar var
komin framvið at samla upp.
Stóri trupulleikin hjá AB var, at
liðið ikki tordi nóg væl at satsa, tá
tað kravdist. Í veruleikanum átti
skjóta 1-0 málið at broytt uppleggið
onkursvegna, men einki sást til
tað. Og serliga ímóti endanum, tá
AB veruliga hevði alt av vinna og
einki at missa, var saknur í einum
initiativi, ið kundi gjørt mun, men
har hendi bara einki.
KÍ hevði onga orsøk til at broyta
nakað sum helst, tí tað koyrdi full
komuliga eftir ætlan. Bakketan
kundi í friði og náðum spæla sær
við bóltin har afturi, og yvirhøvur
slapp KÍ at koyra øgiliga nógv aftur
og fram við bóltinum, uttan at AB
órógvaði nevnivert. Við bara einum
framherja hevði AB eisini ov lítið at
trýsta við.
Eingin fingur kundi setast á av
rikið hjá KÍ, sum vann steypafinal
una fult uppiborið. KÍ var betra lið
ið og hevði flestu møguleikarnar, so
tí var eingin ivi um, at dysturin fekk
rætta vinnaran, tá avtornaði.
Frálíkir karmar
Eftir almennu upplýsingunum, vóru
817 áskoðarar til steypafinaluna
hjá kvinnunum, har klaksvíkingar
vístu fram nýggja maskottin, sum
er hávurin Blái Klái. Annars var ikki
sørt, at tað vóru viðhaldsfólkini hjá
AB, ið settu sín dám á, tí bæði ung og
tilkomin høvdu málað sær andlitini,
umframt at meira hoyrdist til argja
fólkini enn klaksvíkingarnar.
Í øllum førum var tað stuttligt
at síggja, hvussu væl tað kann bera
til at skipa fyri einari slíkari finalu.
Tað var ókeypis at koma til dystin,
og tað skundaði óivað undir fleiri, ið
kanska ikki annars høvdu komið til
dystin. Men her vóru eisini mong,
ið høvdu komið, óansæð atgongu
merkjaprísin.
Fótbóltssambandið skal so hava
rós fyri at hava flutt kvinnufinal
una, so hon er í nánd av mans
finaluni, og í kvøld fáa vit so at
síggja, um finalan í kappingini um
Løgmanssteypið millum ÍF og EB/
Streym megnar at fylla karmarnar
á sama hátt, sum kvinnufinalan so
frálíkt gjørdi tað í gjárkvøldið.
hilmarjan@sosialurin.fo
nóg mikið
– Vit royndu at spæla okkara
spæl, men ímóti endanum sats
aðu vit kanska ikki nóg mikið,
staðfesti AB-venjarin, Lennard
Petersen, eftir taptu finaluna.
– Eg helt ikki, at KÍ-kvinn
urnar vóru so vandamiklar, og
at vit spældu upp ímóti teimum.
Tær fingu ikki so nógv pláss at
spæla á.
Lennard ásannaði, at hann
var vónbrotin, tí tað er ongantíð
stuttligt at tapa, men samstundis
helt hann tað vera stuttligt hjá
sær sum venjara at síggja liðið
gera tað, sum arbeitt hevur verið
við í síðstuni:
– Sum vit spældu henda
dystin, haldi eg, at vit eru fult við
í kappingini um meistaraheitið
enn. Vit eru jú bara fimm stig
aftan fyri KÍ og hava framvegis
tveir dystir eftir ímóti teimum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Spældu upp ímóti KÍ
KÍ - AB 1-0 (1-0)
Steypafinalan hjá kvinnum, hóskvøldið 4. august 2011, við Djúpumýri
1-0: Maria K. Thomsen, 1.
Dómari: Birgir Sondum
Hjálpardómarar: Jákup Petur Simonsen & Pætur E. Rasmussen
4. dómari: Elsa Andreasen
Áskoðarar: 817
KÍ: Randi Wardum – Paula Mikkelsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Una Joensen
– Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen (Tove Sólheyg, 68.), Sigrid
Jacobsen, Maria K. Thomsen – Eyðvør Klakstein
Gult kort: Rannvá B. Andreasen
AB: Simona Heinesen – Anna Brimnes, Hellen Haraldsen, Liljan av Fløtum Petersen, Anja
R. Joensen – Gunn Sloan Müller (Rakul Jógvansdóttir, 82.), Silja á Borg Færø, Doris í Garði
Joensen, Asta Magnussen, Ásleyg Súnadóttir – Mona Breckmann (Elin Maria Isaksen, 84.)
Gult kort: Anja R. Joensen, Doris í Garði Joensen
Myndir: Álvur Haraldsen