Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89 36 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Tilsamans hava KÍ-kvinnurnar vunn­ið 12 meistaraheiti, harav tey síðstu 11 hava verið á rað, og nú er sigursrøðin dagførd við enn einum steypasigri, so teir eru níggju til­ samans. Og soleiðis er søgan um KÍ- kvinn­urnar mestsum tann sama á hvørjum ári, og fyri at tað ikki skal vera lygn, eru greipurnar higartil ikki færri enn átta í tali! Í gjárkvøldið skrivaði KÍ-liðið aftur søgu sum steypavinnari. Tá kom eisini fram, at bæði Rannvá B. Andreasen og Malena Josephsen hava verið við til at vunnið alt, sum KÍ-kvinnurnar hava vunnið, um­framt at ein spælari sum Bára Skaale Klakstein hevur verið í gongd í kvinnufótbóltinum líka síðani 1991. Nú spælir dóttir hennara eisini við, so helst er tað eindømi, at møðgur gerast steypavinnarar, sum Bára og Eyðvør blivu tað í gjárkvøldið… Fleiri hava ført fram, at KÍ kann saktans, tí tað eru tær somu, ið blíva við og við, men soleiðis er tað nú ikki. Seinnu árini er eitt ættar­ liðsskifti farið spakuliga fram, so í veruleikanum sær framtíðin hjá KÍ slett ikki so galin út, tá vit tosa um kvinnufótbólt. Nakað fyri seg Nevnast kann, at á veg í finaluna høvdu KÍ-kvinnurnar vunnið til­ samans heili 18-3 á Víkingi, har tveir av ungu spælarunum, ið veruliga høvdu gjørt vart við seg, vóru júst Eyðvør Klakstein og Maria K. Thomsen, ið vóru við í hesum fyrsta álopinum, sum avgjørdi alt í gjár­kvøldið. Tær báðar høvdu skorað seks mál í part í teimum báðum hálv­ final­unum, og umframt at Maria so av­gjørdi alt í finaluni, hevði hon onkran stóran kjans aftrat, eins og Eyðvør veruliga gjørdi tað gott sum fremsti spælarin hjá KÍ, nú hin royndara Suffía Purkhús ikki var við. Hetta vísir eisini, at hóast ein smøl stamma á KÍ-liðnum í mong ár hevur verið hin sama, so eru ungir og evnaligir spælarar á veg, ið síggja út til at vera førir fyri at lyfta arvin á liðnum. Í øllum førum ber til at stað­ festa, at KÍ-kvinnurnar eru nakað heilt fyri seg. Seinnu árini hevur tað serliga verið AB, ið hevur roynt at bjóðað av, og eisini hevur B36 ligið framvið okkurt árið. Men KÍ hevur ongantíð latið nakað frá sær í kappingini um føroya­meistara­ heitini, hóast onkur steypafinala ikki er gingin heilt eftir vild. KÍ er liðið, øll hini royna at renna eftir, men tað kundi hent seg, at tað fer at taka eina løtu, áðrenn nakar annar klárar at troðka KÍ av tind­ inum! hilmarjan@sosialurin.fo KÍ-kvinnur nakað fyri seg Kvinnufótbóltur Steypasigurin í gjárkvøldið var enn ein staðfesting av, at í kvinnufótbólti er eingin yvir og eingin við síðuna av KÍ. Hetta var fimtanda steypafinalan hjá KÍ, ið higartil hevur vunnið níggju av teimum og er mest vinnandi steypaliðið hjá kvinnum Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen