fríggjadagur 5. august 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 5. august 2011 · Nr. 89
Sosialurin
Sjálvt um man er á verðins
skótalegu í Svøríki ber væl til
at fylgja við kappróðrinum á
Ólavssøku.
Í hølunum hjá føroy
ingunum og danskarunum
sótu føroyingarnir uttast á
stólinum og fylgdu væl við
í øllum sum fyrifórst. Tá
Jallurin vann bronsu, hoyrd
ust rópini um alla leguna,
tí Gunnvá átti at róð við
Jallinum, men kundi ikki, tí
hon skuldi vera við á skóta
leguni.
Tað var eisini gjørligt at
síggja myndir av róðrinum,
tí róðurin bleiv streamaður
á netinum. Sambandið var
tó so vánaligt, at neyðugt
var at liva við avbrotum í
streamingini. ”Tað er ræðu
ligt” segði Bjarni, men mátta
samstundis ásanna, at ”tað
ger tað eisini meira spenn
andi”.
Í hesum døgum er heims
jamboree, fyri skótar úr øll
um heiminum, í Svøríki. Í tí
sambandi eru 29 skótar og
leiðarir úr Føroym á skóta
legu millum 39.000 aðrar
skótar úr 150 londum. Hetta
er 22. legan av hesum slag
num og hetta er tann størsta
nakrantíð.
Legan var sett hin 28. juli,
so skótanir náddu tíverri
ikki Ólavsøkuna, men kortini
varð hon feirað á Rinkaby
Mark í Søríki. Skótarnir hitt
ust eina stutta løtu í danska
høvuðskvarterinum, har teir
slóu í ring og tey vaksnu hitt
ust seinni um kvøldið til eina
hugnaløtu.
Føroyska húgvan
væl umtókt
Tað er vanligt hjá føroyskum
dreingjum at hava føroysku
húgvuna við tá teir fara
uttanlands við skótunum
og tað eru 6 av slagnum her
á jamboreeini. Hon sæst væl
aftur í fjøldini og er sera væl
umtókt av luttakarunum
úr hinum londunum. Tað
er skótasiður at skifta um
merkir og landseyðkenni á
altjóða legum, og er føroyska
húgvan eitt av tí við hægsta
kursinum. Ungu menninir,
sum eru við, sum IST’arir
(international service team)
eru fáa nógvar umbønir um
at skifta um við eitthvørt
annað, men enn hevur eingin
tikið av.
Eisini eru føroysku skóta
merkini sera væl umtókt. Av
tí at vit eru so smá eru ikki
so nógv av okkara merkjum
prentaði og hetta ger okkum
sera eksotisk fyri umheimin
og setur høan kurs á okkara
merkir og vit kunnu í summ
um førum fáa fleiri merkir
fyri at geva eitt.
Norðurlendskt merki
Á 22. heimsjamboree eru
sum áður nevnt skótar úr
150 londum og har eru sera
nógvar ymiskar mentanir at
síggja og nógv mál at hoyra.
Tey
norðurlendsku
høvuðskvarterini
ganga
saman um eitt merki, sum
luttakarar og gestir á jam
boreeini kunnu taka. Tað ein
skal gera fyri at fáa merkið
snýr seg um norðurlond, so
leiðis at aðrar tjóðir kunnu
læra nakað um norðurlond.
Nøkur av punktunum eru
spøl og at siga okkurt á teim
um norðurlendsku málu
num.
Hetta merkið er væl um
tókt og við einari viku eftir
av jamboreeini eru einans
1.000 merkir eftir.
Meira fæst at vita á heima
síðuni: http://wsj2011.dk
Ella á facebooksíðuni verden
sjamboree 2011.
Væl nøgdir skótar
Á stóru heimsjamboreeini, sum í hesum døgum er
á Rinkaby Mark í Svøríki eru 16 væl nøgdir skótar í
aldrinum 14-18 ár.
Teimum dámar væl at vera á hesi suverenu leguni
sum teir tóku til.
Føroysku skótarnir búgva á leguøki og gera mat
saman við skótum úr 5 øðrum londum. Millum hesi
londini eru m.a. Fiji og Kambodja. Soleiðis uppliva
skótarnir aðrar mentanir frá fyrsta raði. Hetta dámar
teimum serstakliga væl.
Aktivitetir
Á leguni eru skótarnir til nógvar ymiskar aktivitetir,
har av nógvir snúgva seg um persónliga og kropsliga
útvikling og aðrar mentanir. Skótunum dámar væl allar
aktivitetirnir, men tann, ið var kosin at vera bestur eitur
Quest.
Á hesum aktivitetinum spældu teir spøl, vóru við
til forðarenning og so greiddu teir eisini frá eini stórari
labyrint, har nakrir teirra mundu verið vilstir. Men teir
komu heim í øllum góðum.
Ein annar aktivitetur er hike in camp, har skótarnir
fara út á ein gongutúr við eini patrúlju úr einum øðrum
landi. Hetta lótu føroysku skótarnir eisini væl at, hóast
ein teirra bleiv bitin av einum hesti. Skaðin var ikki
stórur; gentan hevur tað gott og tekur tað sum eina
øðrvísi uppliving.
Kulasti skótin
í heiminum á
heimsjamboree
Skótarnir greiddu eisini frá byrjunartiltakinum til
leguna, ið var eitt show á einum palli. Hetta var sera
spennandi við dansi, musikki, eldslúkarum og fýrverki.
Eisini kom skótaovastin í Onglandi, Bear Grylls, síðandi
niður av toppinum á pallinum. Føroyingar kenna hann
kanska best frá sendingini ”Ultimate Survival”, ið
verður víst á Discovery Channel, har hann vísir hvussu
man kan yvirliva í serstøkum støðum. Skótarnir vóru
ógvuliga imponeraðir av honum og søgdu hann vera
kulasta skótan í heiminum.
Legan sum heild
Hóast eina minni ketchup eksplotión í teltinum og
skótarnir sova trongt er lagið gott á leguni. Teir uppliva
nógv nýtt hvønn dag og tað er nógv at hyggja eftir og
siga at legan ikki kann sammetast við aðrar. Hon er so
stór og veðrið er eisini nakað nógv betri enn á teimum
vanligu føroysku legunum siga skótarnir.
Til síðst greiddu nakrar fnisandi gentur mær frá
sjeikunum úr hinum londunum. Onkur var blivin ordiliga
forelskað søgdu tær roðnandi.
Vann bronsu in absentia
Ólavsøku í Svøríki