fríggjadagur 5. august 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
4
Samrøða
Eydna Skaale
eydna@sos.fo
Í góð 26 ár hevur Ingigerð á Trøðni verið
smílandi andlitið á Kunningarstovuni í
Havn. Hon hevur vegleitt ferðafólkum
og føroyingum, hevur sagt okkum, hvat
er vert at fara til, og hvat vit eiga at
síggja. Hon hevur, kanska meiri enn
nakar annar føroyingur, verið í tøttum
sambandi við ferðafólkini, sum koma
higar, og hon hevur eini greið boð til
føroyingar, nú hon gevst.
Niðurgera okkum sjálvi
- Vit duga ómetaliga væl at fortelja
turistunum, at ting eru torfør og bes
verlig í Føroyum. Mangan gera vit alt
ov nógv av og gera tað verri, enn tað í
grundini er, heldur Ingigerð.
Hon sigur, at føroyingar í alt ov
stóran mun leggja dent á tað negativa
við Føroyum, og vit gera tað eisini, tá vit
tosa við útlendingar.
- Úrslitið er, at tá ferðafólkini koma
higar, so hava tey ta fatan, at Føroyar eru
eitt ræðuliga torført land at ferðast í. Tey
halda, at einki ber til og at tað bæði er
dýrt og besverligt at vera her. Men tá tey
hava verið her í nakrar dagar, hava tey
eina heilt aðra fatan.
Ingigerð nevnir, at eitt, sum ferða
fólkini ofta hoyra, er, at tað er so dýrt at
ferðast innanoyggja.
- Men hetta eru fólk, sum eru von við,
at avstandirnir eru stórir. Og tey halda
tað faktiskt vera stak bíligt at feraðst
innanoyggja í Føroyum. Tað er tað eisini
- føroyingar vita bara ikki av tí.
- Vit hoyra eisini ofta, at turistarnir
koma til ein stongdan bý, um tey koma
ein sunnudag. Men tað er ikki rætt, tí
fleiri handlar hava opið. Teir handlarnir,
ið selja vøru til ferðafólk, hava allir opið,
vísir Ingigerð á.
Hon heldur, at tað sjálvandi eru nøkur
ting, sum kundu verið betri, men saman
umtikið fáa ferðafólk eina heilt serstaka
uppliving, tá tey eru í Føroyum. Og tað
eiga vit ikki at undirmeta.
- Vit fáa so sera nógvar positivar
heilsanir bæði í gestabókina á Kunning
arstovuni og við postkortum, sum ferða
fólkini senda, eftir at tey eru komin heim
aftur. Men føroyingar høvdu gjørt sær
sjálvum eina stóra tænastu, um vit góvust
at niðurgera okkum sjálvi og okkara land,
slær Ingigerð fast.
Fingið nakrar skolur
Lívið á Kunningarstovuni er broytt
ómetaliga nógv hesi 26 árini, Ingigerð
hevur starvast har.
- Tá eg kom í starv, var Kunningar
stovan eitt ára gomul. Tá høvdu vit eini
5000 vitjandi árliga. Nú er talið av vitj
andi komið upp á 30.000 árliga, so tað er
greitt, at tað er ein stórur munur.
Tað er felagið Tórshavn, sum eigur
og rekur Kunningarstovuna í Havn, og
felagið fær játtan frá kommununi og
landinum.
- Vit fáa sama studning, nú vit hava
30.000 vitjandi, sum vit fingu, tá vit høvdu
5.000 vitjandi. Tað sigur seg sjálvt, at tað
krevur meiri arbeiðsorku nú, men vit
klára okkum. Serliga sølan millum annað
av postkortum og frímerkjum ger stóran
mun hjá Kunningarstovuni í Havn.
Leingi var Ingigerð einsamøll ella
sjálvonnur til arbeiðis. Nú starvast fleiri
fólk á Kunningarstovuni, og Ingigerð
hevur alt gott at bera teimum. Tey hava
sera nógv at gera, men tey eru bæði
dugnalig, fitt og fyrikomandi.
- Fyrstu árini seldu vit einki uttan
nakrar Føroyaplakatir. Men vit høvdu
altíð opið, tá ferðamannaskip komu inn.
Ein sunnudag stóð eg einsamøll handan
diskin, tá ein ferðamaður kom inn. Hann
spurdi eftir postkortum. Tað hevði eg ikki.
Hann bað um frímerki. Tað hevði eg ikki.
So vildi hann keypa okkurt føroyskt
tinganest, men tað hevði eg heldur ikki.
- Tað einasta, eg havi at selja eru
plakatir, royndi eg at greiða honum frá.
Men hann tendraði. »Hvat billar tú tær
inn at hava opið, tá tú einki hevur at
selja allíkavæl«, buldraði hann. Ingigerð
flennur. - Eg lærdi av tí, og eg fekk eftir
tað skaffað okkurt, sum ferðafólkið kundi
keypa sær sum minni úr Føroyum.
Síðani er hon farin at selja bæði post
kort, frímerki og tinganest, og tað verður
nógv selt.
- Hóast alt er so teldustýrt í dag, so
eru postkortini framvegis ein sera stórur
partur av ferðavinnuni. Og tey eru eitt
gott ískoyti hjá Kunningarstovuni.
Grindadráp
Ingigerð minnist eisini, at tað einaferð
var grindadráp í Sandagerði, júst tá
eitt ferðamannaskip kom inn á Havnina.
Tey máttu liggja og bíða og hyggja at
drápinum, áðrenn skipið fekk lagt at.
- Tá kom ein maður inn á Kunning
arstovuna, og hann var dansandi óður.
Hann skuldi forklaga meg til bæði løg
mann og danskar myndugleikar.
- Eg skilti einki og visti ikki, hvat eg
hevði gjørt, sum hann var vorðin so óður
um.
- Jú, hann fann seg ikki í, at eg hevði
skipað fyri einum grindadrápi, beint tá
ferðamannaskipið kom inn. Hann hevði
aldeilis ongan hug at síggja eitt grinda
dráp, og hann helt tað veruliga vera
frekt av mær at hava fyrireikað hetta
góða drápið.
Ingigerð royndi sum frægast at for
klára honum, at tað altso ikki var nak
að, hon kundi krediterast fyri, men
hon heldur ikki, at hann heilt skilti, at
grindadrápið ikki var til æru fyri ferða
fólkið.
Hon leggur tó dent á, at tey allarflestu
ferðafólkini bæði eru glað, takksom og
hugtikin, eftir at hava verið í Føroyum.
Tey fáa eina positiva og góða uppliving.
Summi teirra hava eina negativa
mynd av føroyingum, tá tey koma higar, tí
tey halda, at vit eru eitt blóðtyst fólkaslag,
sum gongur runt við grindaknívi í hond
allan dagin. Tað er jú myndin, sum fleiri
av umhvørvisstovnunum royna at mála.
- Tað munnu vera fá, sum skifta hugs
an um sjálvt grindadrápið eftir at hava
verið í Føroyum, men tey allarflestu fáa
eina sera positiva hugsan um føroyingar,
sigur Ingigerð smílandi.
Spennandi við veðrinum
Flestu ferðafólkini sum koma higar við
stóru ferðamannaskipunum kenna lítið
og einki til Føroya.
- Tað góða við, at ferðafólkini sigla til
Føroya er, at tey tá hava stundir at práta
við hvønnannan. Soleiðis frætta tey frá
hvørjum øðrum, hvat er vert at síggja í
Føroyum. Og tað vísir seg, at meirilutin
vil sleppa til Mykinesar.
- Um eg skal geva føroyingum nakað ráð í sambandi við ferðavinnuna,
so vil eg siga, at vit eiga at gevast at kritisera okkum sjálvi so illa. Tað
sigur Ingigerð á Trøðni, sum um stutta tíð gevst á Kunningarstovuni
í Havn, har hon m.a. hevur tikið ímóti ferðafólki í meiri enn 26 ár
Prát
Gevist við
kritikkinum