Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011 5 Men tey eru fleiri, sum ikki tora út hagar. - Tey flestu hava ótrúliga ilt við at góð­taka, at veðrið skal hava so stóra ávirk­an. Hetta eru fólk av fastlandinum í Evropa, og tey eru ikki von við at missa tamar­haldið á støðuni nakrantíð. - Tí halda tey tað vera bæði spennandi og dragandi, men samstundis eisini ræð­ andi, tá tey fáa at vita, at báturin til Myki­ nes­ar siglir eitt ávíst klokkuslett, men tað er ikki vist, at hann siglir innaftur sum ætlað. Tankin um, at tey møguliga ikki sleppa heimaftur, men kunnu gerast veður­føst úti á eini lítlari oyggj, er so ókend­ur fyri teimum, at tey halda tað vera heilt eksotiskt. Fleiri hava tráspurt Ingigerð, hvat tey skulu gera, um so er, at tey gerast veður­ føst. Tey hava ilt við at skilja, at einki er at gera, um veðrið skiftir. - Tey spyrja forvitin, hvat føroyingar gera, tá veðrið ikki vil tað sama sum vit. Og eg sigi sum er, at tá er einki at gera; vit mugu bara seta okkum at bíða. Tað halda tey vera heilt absurd, men tey eru eisi­ni hugtikin av tí. Munur á veðrinum Skiftandi føroyska veðrið hevur spælt nógv­um ferðafólkum eitt puss, og tey hava ilt við at trúgva, at veðrið kann vera so ymiskt frá staði til stað í einum so lítlum landi. Avstandirnir eru jú so stutt­ir. - Eg minnist, at her kom ein familja inn at spyrja um, hvat tey skuldu finna uppá. Veðrið var vánaligt í Havn, og tey høvdu longu vitjað søvn og tílíkt. Ingigerð bað tey fara til Vestmannar at sigla undir Vestmannabjørgini. Tey hug­ du uppá hvørtannað, og tað sást á øllum brøgd­um, at tey ikki høvdu hug at fara út at sigla, soleiðis sum veðrið var í Havn. - Eg royndi at forklára teimum, at í Vest­manna var fínasta veður. Men tey fóru avstað aftur, og eg veit ikki, hvat tey mundu fáa dagin at ganga við. Dagin eftir var brennandi sól í Havn, og tá kom sama familja aftur at spyrja um handan spenn­ andi siglitúrin, sum eg hevði tosað um. - Nei, segði eg, tað var í gjár! Í dag er túr­ur­in avlýstur, tí líkindini í Vestmanna eru so vánalig. Tað dugdu tey ikki at skilja, tí sólin bakaði í Havn. Marknaðarføring Ingigerð heldur, at tað er neyðugt, at vit mark­naðarføra okkum væl og virðiliga, um vit skulu hava fleiri ferðafólk higar. - Tann besta reklaman er hon, sum gongur av mannamunni. Tá fólk hava verið her og hava havt eina góða upp­ liv­ing, so fortelja tey øðrum um Føroyar. - Tað krevur nógv at byggja eitt gott ummæli upp, við at geva fólki positivar ferða­upplivingar í Føroyum. Men tað nega­tiva ferðast eisini munn av munni, og tí eiga vit at vera so sera varin við, hvat vit ganga runt og fortelja útlendingum um okkara land, heldur Ingigerð. Eftir 26 ár letur hon nú ábyrgdina av Kunn­ingarstovuni frá sær. Men hóast hon gevst, so sleppur hon ikki heilt. - Eg fari at vita, hvussu tað er at hava frí. Men eg fari at halda á at vera guide hjá ferðafólki, sum ynskja ein rundtúr í Havnini. Fakta Navn: Ingigerð á Trøðni. Úr Havn Gevst eftir góð 26 ár á Kunningarstovuni í Havn Kunningarstovan í Havn Verið til í 27 ár 2. árið vóru 5000 vitjandi 25. árið vóru 30.000 vitjandi - bæði føroyingar og útlendingar Felagið Tórshavn eigur og rekur Kunningarstovuna Felagið fær stuðul frá Tórshavnar Kommunu og landinum Felagið Tórshavn er eitt limafelag, har bæði privatfólk, handlar og virki eru limir Millum annað skipar felagið fyri gongutúrum runt í Føroyum og uttanlands Kunningarstovan luttekur týðum á ferðamessum uttanlands mynd: Álvur Haraldsen Ingigerð á Trøðni hevur nógvar góðar søgur, nú hon gevst eftir góð 26 ár á kunningarstovuni